Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107 8 Sosialurin HELENA FER Á ST-AÐALFUND Næstu sløku tríggjar vikurnar verður Helena Dam á Neystabø í New York á ST-aðalfundi. Á hvørjum ári sendir Løg­ting­ið tvey tingfólk upp á skift á ST-aðalfundin, har tey eru partur av donsku sendinevndini. Hendan skipan hev­ur verið galdandi seinastu sløku 30 árini. ST-aðalfundurin verður settur í næstu viku. Tað er sum vera man eitt upp­liv­ilsi at sleppa á ST-aðalfundin, har parlamentarikarar úr øllum heiminum hittast. Tá Helena Dam á Neyst­a­bø kemur aftur, fer Hanna Jensen úr Framsókn á fundini. Meðan Helena Dam á Neystabø er burturstødd, verð­ur Hilbert Elisson á tingi í hennara stað Annika hitti UEFA for­se­ta­n A­l­eks­ and­er Cef­e­rin Hósdagin vitjaði UEFA forsetin í Føroyum UEFA er evropeisku fót­bólts­sam­gong­an, og forsetin í hesi matu sam­ gongu er Aleksander Cef­e­rin, sum var komin á kursteisisferð til Føroya. Í Havn var Annika Ol­sen, borgarstjóri í Tórs­havnar kommunu, vert­ur fyri eina máltíð í Mót­tøku­hús­i­num, har UEFA-for­setin eisini fekk høv­ið at heilsa upp á Aksel V. Johannesen, løg­mann. Tórshavnar komm­ una skrifar, at Annika Ol­sen og Al­ek­s­ander Cefe­rin fingu eitt gott prát um drúgva sam­ starv­ið millum FSF og Tórs­havnar kommunu, og um Tórsvøll, sum UEFA-for­setin fór at vitja seinnapartin mikudagin. Útbyggingin av Tórs­ vølli er stuðlað av UEFA. – Aleksander Ceferin var sera fyrikomandi og greiddi frá sínum ar­ beiði í UEFA. Christian Andreassen, FSF-for­ seti, var eisini til stað­ ar, skrivar Tórshanar kommuna. Borgarstjórin og løg­ mað­ur fingu sum gávu hvør sítt upphang við nøvn­u­num graveraðum í, og við heilsu frá UEFA. Vitjanin var stutt, UEFA-for­set­in fór av­ stað­af­t­ur seint seinn­a­ partin. Aleksander Ceferin er eftirmaður Plat­ini, sum fór frá fyri tveim­um árum síðan. FSF var vertur fyri vitj­an­ini. Elsti tingmaður 74 ár Treiskur sum hann er stillar hann uttan iva upp til bæði løgtingsval og fólkatingsval áðrenn hann fyllir 75 – og hann kann verða valdur í báðar sessir! Tá vit siga, at Edmund Jo­ en­sen er elsti maður á tingi, so er tað kortini ikki heilt rætt. Men Edmund Joensen er tann elsti av teimum, sum hev­ur myndugleika til at trýsta á reyða ella grøna knøttin í Løgtinginum. Tá fyrsti tingfundur var aft­an á løgtingsvalið 1. sep­ tem­ber 2015, var tað ikki Ed­mund Joensen, sum fekk heið­ur­in at seta tingið sum ellis­for­maður, tí tann heiður fekk Poul Michelsen, sum er eitt lít­ið sindur eldri, hann er fødd­ur 22. juli 1944. Edmund Esbern Johannes Jo­ensen er føddur á Oyri hin 19. sep­tember 1944. Foreldur hans­ara vóru Poul Joensen og Hansina f. Samuelsen. Ed­ mund er giftur Edfríð, sum er dótt­ir Jacobu og Hjalmar Jo­ hann­e­sen FRÁ Norðskáli. Sum so mangur løg­tings­ mað­ur byrjaði Ed­mund Joensen sína pol­it­isku yrk­ is­leið sum bygdarráðslimur. Hann sat í Sunda kommunu ár­ini 1970–1980. Hann varð valdur á ting fyri Sam­bands­ flokk­in í 1988. Tá Pauli Ell­ef­ sen brádliga legði frá sær í 1990, gjørdist Edmund Jo­en­ sen formaður floksins. Í 1994 gjørdist Sam­bands­ flokk­urin størsti flokkur, eft­ir at flokkarnir, sum stýrt høvdu kreppuárini, lógu illa hag­reidd­ir eftirá – serliga Javnað­ar­flokk­ur­in, sum fór í spøn­ir á hes­um sama vali. Tí gjørdist Edmund Jo­en­ sen Føroya løgmaður í 1994. Tað var í samgongu við Javn­ að­ar­flokkin, nýggju Verk­a­ manna­fylk­ingina og Sjálv­ stýr­is­flokkin. Stutt eftir løgtingsvalið var eis­ini fólkatingsval. Og har varð Edmund Joensen eis­ini vald­ur á Fólkating, men mátti hava varamann fyri seg, meðan hann var løg­mað­ur. Stutt fyri løgtingsvalið 30. ap­ríl í 1998, tá Sam­bands­ flokk­ur­in tapti valið og misti løg­mans­sess­in, misti Sam­bands­flokk­ur­in eis­ini fólka­tings­sessin til Javnað­ ar­flokk­in. Tað var á valinum 10. mars 1998. Edmund Joensen varð vald­ur á Fólkating frá 2007- 11 og frá 2011-15. Á valinum í 2011 fekk Ed­mund Joensen fleiri per­són­ligar atkvøður enn for­mað­ur floksins og Før­oya Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen. Frá 2002 til 2008 var Ed­ mund Jo­en­sen løg­tings­for­ mað­ur. Edmund Joensen er av ídn­astu sambandsmonnum og sam­ríkismonnum. Hann er eis­ini sera fegin um kongs­ hús­ið og Margretu drotning. Um onkur dittar sær at halda hánt um kongshúsið – ella bara seta spurning við mon­ar­ki­ið, so talar Edmund Jo­ensen at. Honum dám­ ar ikki fólk, sum ikki dáma kongs­hús­ið. Og kongshúsið hevur eis­ini heiðrað Edmund Joensen meira enn vanligt er at heiðr­að fólk. Í løgmandsskeið hansar frá 1994-98 var hann bæði heiðr­að­ur sum Ridder af Danne­brog (1995) og Ridder af Danne­brog af 1. grad (1997) og í 2005 fekk hann eisini Komm­an­dør­korset. Umframt ríkis­fel­ags­skap­ in, so er Edmund Joensen eis­ ini heitur talsmaður fyri før­ oysk­um ES-limaskapi. Hann hev­ur fleiri ferðir funnist at, at føroyskir politikar – sum helst eis­ini rætt er – ikki tora at kanna, hvat skal til, fyri at Før­oyar kunnu fáa tær treyt­ ir, sum í Føroyum fáa und­ir­ tøku fyri føroyskum ES-lim­ a­skapi. Edmund Joensen byrj­aði sína yrkisleið sum fisk­i­mað­ur. Hann arbeiddi á viki­num O. C. Joensen á Oyri frá 1959. Hann hevur ver­ið við í alivinnu frá 1969. Var leiðari á alistøðini á Oyr­ar­bakka frá 1978. Hann var stjóri hjá O. C. Joensen í mong ár. Bygdarráðslimur í gomlu Sunda Kommunu frá 1970-1980. Nevndarlimur og um­boðs­ráð­slim­ur í Fiskasøluni frá 1987-1994. Tá Edmund Joensen fyll­ ir næstu ferð, fyllir hann runt – tá hann verður 75 ár. Tá hevur løgtingsval verið. Tað er ikki vanligt, at 75 ára gamlir menn stilla upp til løgtingsval. Men kenna vit Edmund Jo­en­sen rætt, so stillar hann upp bæð­i til fólkatingsvalið og løg­tings­val­ið, sum bæði verða áðrenn hann fyllir 75 ár. – Og hann hevur góðar møgu­leikar at verða valdur aft­ur í báðar sessir. Tað er heilt víst! Tillukku við degnum miku­dag­in, Edmund! Edmund Joensen, løgtingsmaður, hevur verið løgmaður, fólkatingsmaður og løgtingsformaður. Hósdagin fyllir elsti maður í Løgtinginum 74 ár Annika Olsen var vertur til eina máltíð í mót­tøku­ hús­u­num hjá Tórs­havn­ar kommu­nu, tá UEFA forsetin Aleksander Cefe­r­in, vitjaði í Føroyum hósdagin