Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107 METSTÓRUR STUÐUL FRÁ TEAM RYNKEBY Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.330.000 kr. Peningurin, sum Team Rynkeby Før­ oyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, varð handaður forkvinnuni í Krabba­ meins­felagnum, Duritu Tausen, á samkomu í Aulini í Finsen í dag. Tá Team Rynke­by á sinni byrjaði varð stuðulin einans latin børnum við krabbameini og fam­ilj­um teirra. Hetta er nú broytt soleiðis, at Team Rynkeby letur stuðul til børn við hætt­i­s­ligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum. Jens Christian Johannessen, Klaksvík van­liga nevndir Lill and­að­ist í heiminum 15. sep­tem­ber 76 ára gamal. Anna Maria Fosaa, Tórshavn, andaðist á Lands­sjúkrahúsinum hósdagin 13. september, 63 ára gomul. Valdemar Lützen, Tórs­ havn andaðist í heim­ i­num sunnudagin 9. sep­tem­ber, 85 ára gamal. Hans Andreas Jac­ ob­sen, Klakasvík, van­liga nevndur Dia á Syðr­adali, andaðist á sam­býlinum við Bøgøtu, mikumorgunin 84 ára gamal. Jonleivur Johannesen, Leirvík, andaðist á Lands­sjúkr­a­hús­i­num, mikudagin 12. sep­tem­ ber, 81 ára gamal. Ruth Johannesen, Tórs­havn andaðist á Lands­sjúkrahúsinum sunnu­dag­in 9. sep­tem­ ber, 74 ára gomul. Hjørdis Huusgaard, Tórs­havn, ættað úr Hús­a­vík andaðist á Ellis­ heiminum sunndagin 9. sep­tember, 93 ára gomul. John Petersen, Tórs­ havn, ættaður úr Skop­un, andaðist í Turk­a­landi mikudagin 12. sept. 70 ára gamal. Leivur Steintún, úr Sørvági, andaðist á Lands­sjúkr­a­hús­i­num mán­a­dagin 10. sep­ tem­ber, 81 ára gamal. ANDLÁT M. A. Jacobsensvirðislønin 60 ár í ár Mads Andreas Jacobsen – ella betur kendur sum M. A. Jac­obsen, varð føddur 17. sep­tember 1891 í Havn, og hann doyði 31. mai í 1944. Tað er eftir honum, at ment­an­ar­ virðislønirnar hjá Tórs­havn­ ar kommunu eru up­p­kall­að­ ar. Hann var rithøvundur, pol­it­ikari, lærari og bók­a­ vørð­ur. Eftir preli­mi­ner­ skúl­an í Havn í 1907, fór hann til Keyp­mannahavnar at ganga á stud­ent­a­skúla. Hann tók stud­ents­prógv í 1910. Í nøkur ár læs hann síðan matematik, alis­frøði, evnafrøði og as­tro­no­mi, men hann gjørdi seg ikki lidnan við lesnaðin. Frá 1914 til 1919 var hann lær­ari í real­skúl­ a­num og á Før­oya Lær­ar­a­ s­kúla. Í 1919 bleiv hann út­ vald­ur av Føroya Løgtingi til at seta á stovn eitt føroyskt bóka­savn. Hann fór til Dan­ mark­ar at nema sær út­búgv­ ing til tað endamálið, og í 1921 varð hann settur í starv sum bókavørður á Færø Amts­ bi­bli­o­tek, sum seinni fekk navn­ið Føroya Lands­bóka­ savn, og har arbeiddi hann til hann andaðist í 1944. Hann gjørdist formaður fyri Før­oya Fornimmissavn í 1920. Hann var formaður í Varð­a­num frá 1918-34, nøk­ur ár saman við Richard Long. Hann skrivaði nakr­ar stutt­ søg­ur og nakrar yrk­ing­ar, men tað mesta av tí hann skriv­aði var yrkisbókmentir og vís­i­ndalig verk. Hann skriv­aði m. a. bøkur til und­ ir­vís­ing­ar­nýtslu og tók sær eis­ini av at ritstjórna og at út­geva bøkur ið onnur høvdu skrivað. Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens hevur verið latin í 60 ár – síðani 1958. Tað er virð­is­løn, ið Tórshavnar Bý­ráð letur á hvørjum ári. Ment­a­n­ar­virðisløn M. A. Jac­ob­sens eitu­r eftir honum. Tórs­havn­ar býr­ áð valdi at heiðra minni um M.A. Jac­obsen við at heiðra einum ella fleiri før­oysk­ um rithøvundum hvørt ár á føðingardegi hans­ara. Virð­is­lønin var í fyrst­ani bert givin til ein ella tveir rit­høv­undar, men í 1969 var virð­i­s­lønin býtt upp í tveir part­ar, ein virðisløn (ella fleiri) skuldi latast fyri fagr­ ar bók­mentir, og ein (ella fleiri) skuldi gevast fyri yrk­ is­bókmentir. Í 1983 legð­ist ein bólk­ur afturat, sum verð­ur nevnd­ur "Annað ment­un­ar­ ligt av­rik". Minningarorð um John Petersen, Skopun Á middegi í dag frætti eg, at John var deyður 70 ára gam­ al. Tað eru ikki nógvir dagar síð­an man læs, at John var eitt álit í fyritøkuni, serliga í smiðj­uni, jú eingin veit á morgni at siga. John Petersen var sonur Karl Petersen, ættaður úr Famj­in og Oliviu, sum var úr Skop­un. John fór, sum aðrir dreing­ir, til skips 14 ára gam­ al við Magnus Heinason. Seinni fór hann á smiðju­læru á Skála, tað hevur ofta verið nevnt, at hann var tiltikin ar­beiðs­mað­ur og góð­ur jarn­ smiðj­ur. John var giftur við Ragn­ hild, nevnd Gugga, úr Sør­ vági og fingu tey børnini Karl Andrias, Steinolv, Sidsel, Elisa­beth og Kari Ann. John og Gugga búðu eitt tíð­ar­skeið í Ís­land, á Norð­ fjørð­i­num, har hann arbeiddi í smiðju. Seinni kom hann heim og fór á maskinskúla. Hann sigldi eina tíð við “Vest­ur­ varða”, sum maskinmeistari. Tað var um hesa tíðina, at John og bróður hansara Krist­ian Arnfinn tóku yv­ir hjá páp­anum og J&K Pet­er­ sen-navnið sló seg fast. Síðan kann sigast um, um fyri­ tøk­una, at hon svingaði seg til eina av teimum stórstu í land­i­num. Tað má vera ser­ liga hart hjá Steinolvi, sum er upp­vaks­in í J&K, at pápin ikki er meira, tað má vera eitt stórt tómrúm. Í 75 kom eg at kenna John og Guggu, hetta var tíðin við “Krist­us er svarið”, tá var John ein av teimum leiðandi, tað vóru nógv­ar løtur uppi á “Toppi”, og kenni eg John frá tín vink­l­i­num. Tað var ein sera góð tíð og eitt gott sam­ an­hald, tí eing­in verð­ur svik­ in, sum setur sítt álit á Harr­ an Jesus, hann svíkur ikki. Í 2007 gjørdi fyritøkan út­stykk­i­ng­ina her í Skopun, teir gjørdu tað møguligt, at hon varð gjørd, tað var mest Stein­olv­ur, sum stóð fyri. Tað er eitt sera gott arbeiði, sum leir løgdu úr hondum. M. A. Hansen var eftirlit og John var onkuntíð sjálvur í rok­an­um, tað var ein maður sum ikki bakkaði fyri at taka fatt. Jú, tað hevur verið ferð á, bæði fyritøkuni og John, sum hevur mynda J&K Pet­ er­sen, saman við soninum og kon­uni, onnur komu seinni við. John Petersen sat í bygd­ ar­ráð­num í Skopun frá 76-88, har fekk eg høvi at ar­beiða sam­an við hon­um. Um eg sigi, at vit altíð vóru samd­ ir, so lúgvi eg, tú visti al­tíð hvat John vildi ella meinti, jú, ein maður við kraft­ig­um meiningum og eitt ar­beiðs­ grev. Í seinnu helvt av 80’u­num varð John valdur í løgtingið fyri Fólka­flokk­in, har var hann sera virk­in, hann bakk­ aði ikki fyri at siga sína hjart­ ans meinig, hann bleiv eis­ini lands­stýr­is­mað­ur í Fisk­i­ vinn­u­mál­um. Jú, í sannheit ein sera virkin maður. John og Gugga møttu eis­ ini brot­a­sjógvin í lívinum, tá tey mistu elsta sonin Karl Andr­ias, sum fall í bjørg­u­ num. Tað var hart fyri fam­ ilj­una, eing­in ivi um tað, lívið er mang­an hart og náðileyst. Nú John júst var blivin sjeyti og hevur helst hugsað sum so, at best var at trappa nið­ur og for til Turkalands, at taka sær av løttum, har tey áttu hús, vóru boð eftir hon­um, dagarnir her á fold vóru lidn­ir. Góða Gugga og børn­ini, sakn­urin er stórur og tóm­ rúm­ið er stórt eftir ein so virkn­an mann sum John. Má Harrin Jesus signa tykk­um í sorgini. Gerhard Lognberg NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Aslaug Joensen og Karl Danielsen, Heiðarnar, fingu 5. september ein son. Hann vigaði 3530 gr. og var 52 cm langur VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN