mánadagur 17. september 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mentanardagarnir, sum eru í
Sunda kommunu, halda fram
til og við leygardagin 22.
september, sí www.sunda.fo
Kjølurin strektur í dag
Í samband við, at
kjølurin til nýggja
havrannsóknarskipið
varð strektur í
morgun, var sokallað
“Keel Laying
Ceremony” í býnum
Klaipėda í Litava
Vilmund Jacobsen
Umframt umboð frá Havstovuni
og MEST, vóru eisini umboð fyri
klassan og byggieftirlit við til
hátíðarhaldið í Klaipėda í Litava í
morgun.
Stjórin á skipasmiðjuni WBS,
Vitalij Frolov, hevði eina stutta
røðu, og stjórin á Havstovuni, Eilif
Gaard, segði seg í røðu síni gleðast
um tann týdning, sum nýggja
havrannsóknarskipinum kemur at
fáa fyri Føroyar og okkara framtíð.
Stjórin á MEST, Mouritz Mohr,
hevði eisini eina røðu, har hann
serliga frøddist um at síggja eina
veruliga byrjan á arbeiðið við
nýggja havrannsóknarskipinum.
Nýggja
havrannsóknarskipið
er 54 metrar langt og 13,6 metrar
breitt. Tað er 10 metrar longri enn
Magnus Heinason. Men, við at gera
eina hædd meira, verður víddin
tvær ferðir so stór sum á Magnusi
Heinasyni.
Tá skrokkurin er liðugur verður
hann sleipaður inn á Skála, har
skipið verður gjørt liðugt.
- Roknað verður við, at skrokk
urin kemur á Skála á sumri í 2019,
og at skipið verður liðugt í 2020,
vita tey hjá MEST at siga í dag.
Nýggju litirnir og endaliga
sniðið varð eisini avdúkað á hátíð
arhaldinum í dag.
Á myndunum síggjast umboðini,
sum vóru til hátíðarhaldið í Klai
pėda í Litava í morgun.
ØKISVITJAN: Fríggjadagin 14.
september var Ferðavinnufelagið á ferð
í Sandoynni, har tey kunnaðu seg um
ferðavinnutilboðini í oynni. Vitjanin varð
løgd til rættis í samstarvi við Visit Sandoy.
Taka líra í
Skúvoy
Tað eru kvøld, har einstakir
menn í Skúvoy hava fingið
fleiri enn hundrað lírar
Vilmund Jacobsen
Nú líratíð er, vita vit, at skrápur í
størri tali eigur eitt nú í Skúvoy,
Sandoy og Stóru Dímun, har
menn eisini taka líra á kvøldi við
lykt.
Ymsa aðrastaðni kring landið
reiðrast skrápur eisini um enn í
minni tali.
Í Skúvoy byrjaðu teir at ganga
við lykt hin 10. september, og har
verður gingið í eina viku.
Sagt verður úr Skúvoy, at
menn hava fingið væl av líra, og
tað eru kvøld, har einstakir menn
hava fingið fleiri enn hundrað í
tali.
Í Stóru Dímun høvdu teir
herfyri fingið 130 lírar í tvey
kvøld, annað kvøldið 50 og hitt
kvøldið 80.
Í Skúvoy taka teir einar 1000
lírar í vertíðini.
Okkurt árið hava menn verið í
Lírabergi á Sandoynni eftir lírum,
men einki er frætt um, at nakar
hevur verið har í vertíðini hesa
ferð.
Bátafelag
vísti nýggju
hølini fram
Vilmund Jacobsen
Nú mentanardagar eru í Sunda
kommunu, nýtti Sundalags
Bátafelag leygardagin høvi
at
vísa
fram
nýumvælda
felagshúsið í Hvalvík.
Tey, sum standa aftan fyri
felagið, høvdu eisini bjóðað
tyrluni hjá Atlantic Airways at
gera venjingar í bátahylinum,
meðan tiltakið var.
Á tiltakinum grillaðu fólk
hjá Sundalags Bátafelag pylsur
og annað gott, og børnini
stuttleikaðu sær eisini við at
sigla í gummibátum á vánni.
Um heimasíðuna – www.
sunda.fo – síggjast nakrar
myndir
frá
tiltakinum
í
Hvalvík leygardagin.