Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107 29. september verður árligi Eplafestivalurin í Trøðum á Sandi. Hetta er hátíðin hjá føroyskum rávørum - bæði tí, sum veksur í veltum og tí, sum gongur á beiti og í haga Plattur nummar 200.000 í lastina - Hetta er ein veldugur innsatsur av einari fantastiskari manning, sigur skiparin á Norðborg, Jón Rasmussen Vilmund Jacobsen Seinasta leygardag klokkan 10.30 varð skiparin á Norð­ borg - Jón Rasmussen - rópt­ ur niður á verksmiðjuna at há­tíð­arhalda, at plattur numm­ar 200.000 nú fór nið­ ur í lastina. - Tað er ein stór rúgva av fiski, sum vit eru vorðnir signaðir við av Harranum, og hetta er ein veldugur inn­ sats­ur av einari fantastiskari manning, sum hevur gjørt hetta møguligt. Soleiðis skrivar skiparin á Norðborg á sínari Facebook- síðu henda dagin. Í viðmerking á sama tráði, sigur Jón Rasmussen, at hvør plattur helst hevur vigað eini 1300 kilo í miðal, og tað rokn­ ar annar viðmerkjari út til at geva umleið 260.000 tons til­samans. Skiparin á línuskipinum Ågot, Hjaltur Poulsen, ber skip­aranum á Norðborg hesa heilsu í samband við dagin: - Tit eru havsins kempur. Hattin av fyri tykkum og tí, tit eru fyri Føroyaland, eru orðini hjá línuskiparanum. Soleiðis gongur á havinum Vilmund Jacobsen Í løtuni fiska tvey línuskip á Rygginum. Skipini fiska tosk, svartkalva og blálongu og koma møguliga inn at landa seinast í hesi vikuni ella fyrst í aðru viku. - Tvey línuskip fiska eisini á djúpum vatni, har tey fáa longu og brosmu. Væntadi landar annað skipið í dag, men hitt landar neyvan fyrr enn fyrst í næstu viku. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at trý frystilínuskip fiska í grønlendskum sjógvi. Hesi fáa mest av toski og so nakað av brosmu. Eitt frystilínuskip er eisini undir Føroyum. Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin batnar, men veðrið verður helst umskiftandi hesa vikuna. - Vit vænta ikki, at tað verður nakar stórvegis útróður. Tað mesta verður helst snellufiskur og kanska eitt sløð av línufiski. Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna, eru fimm trolbátar til fiskiskap. - Allir trolbátarnir eru norðan fyri. Teir fiska tosk, hýsu og nakað av flatfiski. Væntandi landa tríggir trolbátar í dag, og aðrir koma inn at landa seinni í vikuni. Tveir trolbátar eru í løtuni á beding. - Fýra garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva. Skipini hava brúkiligan fiskiskap og koma væntandi øll inn at landa í vikuni, verður lagt aftrat. UPSI OG MAKRELUR: Fimm partrolarapør fiska upsa, og trý pør fiska makrel. Makrelurin kemur helst væl við, nú upsaveiðan ikki roynist nakað serligt í løtuni. Virgar fekk flestar nátar Tey duga at skipa fyri, og tey syrgja fyri, at øll – eisini avbygdafólk – kenna seg vælkomin á veitslu Vilmund Jacobsen Leygarkvøldið skipaðu nóls­ oy­ingar fyri stór­ari náta­ veitslu í Ung­manna­felags­ hús­inum Royndini, har ikki færri enn 150 fólk høvdu teknað seg. Her var góður matur - sjálv­sagt við nátunga sum høvuðs­rætti, og her var rabarbu­greytur omaná. Á skránni var eisini sang­ ur, tónleikur og skemt, og hýrurin á fólki var góður. Nólsoyingar eru óførir at skipa fyri, og tey duga sera væl at syrgja fyri, at øll - eisini avbygdafólk - kenna seg vælkomin á slíkari veitslu. Á nátaveitsluni varð eis­ ini ársins nátakongur 2018 í Nólsoy avdúkaður, og náta­ kongur gjørdist Virgar Joen­ sen, sum fekk flestar nát­ ungar av nólsoyingum í ár.