mánadagur 17. september 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Áki Egilsnes heldur egna málveitslu í Íslandi, har lið hansara hevur fingið dreymabyrjan. Tað sama gjørdi Jóhan á
Plógv Hansen í Champions League, og í Danmark rann føroyskur veteranur eina framúr tíð í hálvum marathon
Pætur Albinus
FORMIL 1
Lewis Hamilton (Mercedes) fór
enn einaferð avstað við sigrinum,
tá ið kappkoyring var í Singapore
í gjár. Bretski kappkoyrarin vann
frammanfyri
Max
Verstappen
(Red Bull) og Sebastian Vettel
(Ferrari). Danski Kevin Magnussen
(Haas) bleiv nummar 18, men kundi
fegnast um at hann setti umfars
met á breytini í Singapore við tíðini
1:41.905. Sigurin hjá Lewis Hamilton
hevur við sær, at hann í samlaðu
kappingini hevur økt um munin til
Sebastian Vettel heilt upp í 40 stig.
FR. ÍTRÓTTUR
Rigmor N. Arge endaði frammarliga
í sínum aldursbólki í hálvum mara
thon, tá ið hon saman við mong
um øðrum føroyingum luttók
í Copenhagen Marathon í gjár.
Rigmor rann teinin við tíðini 1:25:04,
og er hetta 16 sekund frá persónliga
meti hennara, ið hon setti fyri
18 árum síðani. Tíðin er 1 minutt
og 46 sekund undir kravtíðina
til oyggjaleikirnar. Rigmor bleiv
nummar 67 av øllum kvinnunum á
teininum og nummar fýra í aldurs
bólkinum 45-49 ár.
Eliud Kipchoge úr Kenja setti
í stórum stíli nýtt heimsmet í
marathon, tá hann leygardagin
rann teinin við tíðini 02:01:39 í
týska
høvuðsstaðnum,
Berlin.
Hann tók einki minni enn ein
minutt og 18 sekund av tí nú gamla
heimsmetinum, sum landsmaðurin,
Dennis Kimetto, setti í 2014. Hetta
var fjórðu ferð á rað, at ein úr
Kenja setti heimsmet, og hetta var
sjeyndu ferð á rað, at heimsmet
varð sett í Berlin, har lendi og
veðurlag til renning eru av teimum
bestu.
HONDBÓLTUR
Tað gongur strúkandi hjá føroy
ingunum í íslendska KA, sum eftir
tveir teir fyrstu dystirnar hevur
lagt seg einsamalt á odda í bestu
íslendsku deildini. Leygardagin
bleiv tað til 31-20-stórsigur til KA
á heimavølli ímóti Haukar. Áki
Egilsnes bleiv annan dystin á rað
greiður toppskjútti, hesaferð við
níggju málum. Hann hevur nú
skotið 17 mál fyrstu tveir dystirnar
og er toppskjútti í deildini. Allan
Norðberg, sum júst er skiftur til
KA, hevur skotið seks mál fyrstu
tveir dystirnar. Næsti dystur hjá
KA verður leygardagin á útivølli
ímóti Fram.
Jóhan á Plógv Hansen var flúgv
andi, tá ið Bjerringbro-Silkeborg í
gjár setti hol á ársins Champions
League-kapping
við
greiðum
heimasigri á russiska Chekovskie
Medvedi.
Bjerringbro-Silkeborg,
sum hevur fingið wild card til
Champions League í ár, vann 39-
28 eftir at hava verið á odda 21-16 í
hálvleikssteðginum. Føroyski høgri
vongurin skeyt einki minni enn 14
mál og gjørdist dagsins leikari.
Hann hevði í alt 18 skotroyndir og
tók sær eisini av brotskøstunum.
Næsti dystur hjá Bjerringbro-Silke
borg verður leygardagin á útivølli
ímóti slovakiska HT Tatran Presov.
Liðini í bólki C/D, sum hann kallast,
eru Bjerringbro-Silkeborg, Sporting
CP, HT Tatran Presov, Chekovskie
Medvedi, Besiktas og HC Metalurg.
Frederikshavn FI, har føroyski
Eirikur Simonsen spælir, tapti
annan dystin út av tveimum hetta
kappingarárið, tá ið tað leygar
dagin bleiv til 22-25-heimatap fyri
Team Sydhavnsøerne. Heimaliðið
var annars á odda 15-13 í hálv
leikssteðginum.
Eirikur
Simon
sen, sum í fjør spældi við Kyndli,
men nú er fluttur til Danmarkar
í útbúgvingarørindum, skeyt eitt
mál í ársins fyrsta dysti ímóti Skive
fH, men leygardagin kom hann ikki
á máltalvuna.
Betur gekst hjá Jónasi G. Djur
huus og HØJ, sum leygardagin
vunnu annan dystin av tveimum
møguligum hetta kappingarárið.
Hesaferð bleiv tað til 32-30-sigur á
útivølli ímóti HC Odense. Jónas var
tó ikki við á liðnum hjá HØJ, sum er
oddalið í næstbestu donsku deildini
saman við fýra øðrum liðum.
NEVALEIKUR
Heimskendi boksarin, Floyd May
weather, ger comback seinni í ár.
Tað boðar 41 ára gamli ameriku
maðurin frá á instagram, har hann
skrivar at talan er um ein dyst
ímóti Manny Pacquiao seinni í ár.
Júst Floyd Mayweather og Manny
Pacquiao vóru í ringinum saman í
2015, har Floyd Mayweather vann
dystin og áleið 1,4 milliardir krón
ur. Floyd Mayweather, sum er
ríkasta ítróttarfólk í heiminum
og eigur nærum tríggjar ferðir so
nógvar pengar sum Lionel Messi
og Cristiano Ronaldo, gavst at
boksa eftir at hann vann á UFC-
stríðsmanninum, Conor McGregor,
í august í fjør. Hann hevur vunnið
allar 50 boksidystirnar, ið hann er
skrásettur fyri at hava boksað.
RÓGVING
Føroyski rógvarin, Sverri S. Niel
sen, var tætt við at rógva seg í
A-finaluna í HM í bulgarska býn
um Plovdiv, tá ið hann fríggja
dagin var 0,77 sekund frá at blíva
nummar trý í hálvfinaluni og fáa
atgongumerki til finaluna. Ron
ing.dk skrivar, at Sverri eftir fyrstu
500 metrarnar var 2,78 frá finalu
gevandi plássinum, men hóast
ein framúr endaspurt, so endaði
hann við at gerast júst ov stuttur.
Hann var í tættari kapping við ný
sælendska Robert Manson, ið eigur
heimsmetið í sokallaða single-skull
aranum, sum Sverri S. Nielsen rør
í. Sverri Nielsen hevur síðani 2011
verði partur av Team Danmark.
Hann er uppvaksin í Miðvági, og
hevur áður róð føroyskan kapp
róður og innandura róður.
albinus@sosialurin.fo
Áki er toppskjútti í Íslandi