Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað vóru ikki teir heilt spennandi dystirnir í fyrsta umfarinum í hondbóltskappingunum hjá monnum og kvinnum, ið var leikt um vikuskiftið. Størsti spenningurin var um, hvussu stórir sigrarnir fóru at gerast í einum vikuskifti har tað vóru Kyndlamenn og H71-kvinnur, ið stóðu eftir sum størstu sigursharrarnir HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Í SMS deildini, ið er heiti á bestu deildini hjá kvinnum, var fult um­ far um vikuskiftið. Undan dyst­ un­um var væntað, at VÍF var risa­stórur favorittur, meðan spenn­ ingur heldur var um hvussu hini fimm liðini eru fyri í mun til hvørt annað. VÍF greiddi eisini sína skyldu, tá ið liðið vann væntaða stórsigurin á StÍF í Vestmanna. Uttan hóvasták vunnu vestmannakvinnur við úrslitinum 31-18 eftir 17-6 í hálv­ leiki­num, og tí longu nú er odda­ lið í deildini orsakað av stóra mál­ muninum. Neistin mátti stríðast móti Stjørnuni Í Havn tók Neistin leygardagin móti Stjørnuni, og her gjørdist eisini talan um ein væntaðan sigur, hóast Neistin mátti stríðast fyri stig­unum. Úrslitið var 23-20 til Neist­an, men við eitt sindur meira hepni, hevði Stjørnan fingið stig við til Klaksvíkar. Dysturin bar boð um, at ikki nógv er millum liðini bæði, og Stjørnan kann gerast tung at syfta, um tær koma at hepnast við fleiri støð­um enn í hesum dystinum. Avgerandi leikararnir hjá Neista­ num vóru Fríða á Dunga og Stina Madsen, ið skutu meginpartin av málinum. Hjá Størnuni vísti Mina Sirdal seg væl fram við góðum gjøgnumbrotum, meðan Tóra Eliasen vísti stóra styrki í báðum endum av vøllinum. H71 skal takast í álvara Sunnudagin í Havn kom helst hitt mest óvæntaða úrslitið í um­fari­ num. Her vann H71 30-22 á Kyndli, og hetta úrslitið gongur beint ímóti teimum dystunum, ið liðini bæði leiktu móti hvørjum øðrum í undanfarna kappingarári. Púra óvæntað var hetta tó ikki, tí silvurvinnararnir úr Kyndli hava verið fyri stórari frágongd, og skal byggja liðið upp av nýggjum í ár. Nógv ábyrgd liggur á herunum á Báru Krossteig Hansen, ið stóð fyri tí mesta í álopspartinum hjá Kyndli. Hjá H71 er hópurin millum annað styrktur við blaðungu Maritu Mortensen, ið var dagsins leikari í Havn sunnudagin. Hon var ein støðug hóttan, skoraði bæði mál og hevði nógvar fríspælingar inn á striku­na. Yvirhøvur tóktust hoy­ víks­genturnar at hava lagt afturat sínum spælið í mun til í fjør, og tær prógvaðu at tær skulu takast í álvara í ár. Joakim bjargaði KÍF frá skrædli Besta hondbóltsdeildin hjá monn­ um eitur í ár Okkara deildin, og í henni tóku silvurvinnararnir úr Neista­num leygardagin móti einum KÍF liðið, ið hevur havt nógva frá­ gongd í mun til í fjør. Tí var tað eisini ein missur hjá KÍF at nýggi leikarin, Borko Cupara, ikki fekk spælt vegna vantandi leikaraloyvi. Hjá Neistanum hevur tað snúð seg um at byggja afturat góðu menn­ingini frá í fjør, tá ið Neistin spældi seg inn aftur í oddin í før­ oyskum manshondbólti. Tað gjørdist eisini skjótt greitt at Neista­menn vóru tað sterkari enn koll­firðingar leygardagin. Úrslitið gjørd­ist ein greiður og sannførandi sigur upp á 24-18, og hann kundi verið nakað væl størri um Joakim Jürs, ið stóð sín fyrsta dyst í málinum hjá KÍF, ikki spældi ein sera góðan dyst. Málverjin forðaði fyri einum ordiligum skrædli við nógvum flottum bjargingum, og var helst ein hin best leikarin yvirhøvur hetta umfarið. Men breiða Neistaliðið var ov sterkt til at hetta rakk til eitt úrslit hjá KÍF. Hjá Neistanum var tað serliga Tróndur Kragesteen, ið sýndi stórspæl í dystinum, har ið høvi var at hvíla ársins leikara frá í fjør, Rasmus Søby, í longum løtum. Einki hóvasták í Vestmanna Eisini í Vestmanna kom ein greiður og væntaður sigur, tá ið VÍF vann 27-23 á StÍF. Hjá báðum liðum var spurn­ ingurin hvussu tey fóru at standa seg uttan umráðandi leikarar, ið eru farnir av landinum. Julian Olsen er ikki longur í VÍF og Allan Norðberg er ikki longur í StÍF. VÍF kundi fegnast um at bæði Jóhan í Garðastovu og Jón Müller tóku ábyrgd við málskjótingini, meðan Jóannes Prestá vísti at hann helst er leikarin, ið skal lyfta arvin eftir Allan Norðberg. Yvirhøvur høvdu vest­menn­ ingar eisini mest at fegnast um sunnu­dagin. Sigurin var ongantíð í vanda og vestmenningar kundu fara trivaliga undir lands­ kapp­ingi­na. Kyndil eru til reiðar Gaman í høvdu fólk flest Kyndil sum favoritt í Havn sunnudagin, tá ið Team Klaksvík kom á vitjan. Men fá høvdu væntað ein so sannførandi sigur sum Kyndil fekk hendan dagin, tá ið klaksvíkingar vóru sendir heim við einum ósigri upp á 32-18. Kyndlamenn tóktust allan dyst­ in at hava fleiri streingir at spæla upp á, spældu við hægri leikferð og vóru kvikari, grammari og góðsku­ ríkari enn klaksvíkingar á so at siga øllum plássum. Tað ørkymlaði ikki klaks­vík­ ingar minni, at Jan Pauli Toft Johannesen bjargaði meginpartin av royndunum í seinna hálvleiki, har hann stóð sterkast í mynd­ ini framman fyri nógv góð Kyndils­avrik. Serliga kundu tey grønu í havn gleðast um at nógvir av ungu leikarunum vístu seg væl fram, júst sum venjarin hevði boðað frá í upptaktini. Í mun til javnt góða liðavrikið hjá Kyndli, so dúvaði Team Klaks­ vík nógv á einstaklingaavrik, har nýggi leikarin, Christoffer Madsen, skuldi gera nógv sjálvur. Hetta eydnaðist væl at byrja við, men var ikki haldbart sum dysturin leið. Yvirhøvur er torført at gera niðurstøður eftir at bert eitt umfar er liðið, men Kyndil sendi, við av­ rikinum sunnudagin, eini boð til hini liðini um, at teir ætla at melda seg inn í oddastríðið. Hans Eli Sigurbjørnsson og KÍF kunnu fáa tað trupult í ár KYNDILSMENN OG HOYVÍKS­KVINNUR LÓTU ODDA­STRÍÐINI UPP