Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað sigur Gilli Rólantsson Sørensen, nú meistaradysturin í Noregi er ein beinleiðis tvídystur millum Rosenborg og Brann FÓTBÓLTUR André Olsen Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, kom um viku­skiftið á máltalvuna fyri Brann fyri fyrstu ferð í nakrar mánaðar, tá Brann á útivølli vann 3-1 móti Haugesund. Sigurin hjá Brann bar við sær, at meistarastríðið í Noregi nú beinleiðis er millum tvey feløg – Rosenborg og Brann, sum eru leys av øllum hinum feløgunum í oddastríðnum. Fyri tveimum árum síðani endaði Brann eisini sum nummar tvey í norskum fót­ bólti, men tá var munurin upp til Rosenborg so stórur, at lítil og eingin kapping var um fyrsta plássi. Men í ár er veruligur møguleiki fyri, at Brann kann tryggja sær fyrsta norska meistaraheitið síðani 2007. Fólk eru svøk í Brann Gilli Rólantsson Sørensen sigur, at tað merkist av álvara í býnum, at Brann í ár kann gerast norskur meistari. Man kann nokk róliga siga, at her merkist ein øðrvísi stemningur í Bergen enn undanfarin ár. Sum heild eru fólk skít etandi svøk í Brann, og nú vit hava so góðan møgu­leika at gerast norskir meistar­ar, merkist fótbóltsfepur um allan býin, sigur Gilli Rólants­ son Sørensen. Gilli Rólantsson Sørensen er væl nøgdur við sítt egna avrik móti Haugesund um vikuskiftið. Eg var á vøllinum í 75 minuttir, og tað gekk væl allar teir 75 minutt­ ir­nar sum eg spældi. Vit vóru framman­fyri 3-0 tá eg fór út, og eg kendi meg eitt sindur troyttan tá – eg spældi eisini tveir landsdystir í farnu viku, sigur Gilli Rólantsson Sørensen. Hallur legði upp og skoraði Í bestu fótbóltsdeildini í Danmark hevði ein annar føroyingur lykla­ leik­lut fyri felag sítt. Tað var Hallur Hansson, sum bæði legði upp og skoraði fyri AC Horsens, tá AC Horsens á heimavølli vann 3-2 móti grannunum úr AGF. Hall­ur Hans­son fegnast serliga um upp­ leggið, sum hann hevði uppá eitt horna­spark. Hann hevur nevniliga fingið eitt sindur av atfinningum um deyðbóltarnar í ár. Eg eri serliga glaður um uppleggið sum eg fái, tí tað hevur verið nógv trýst á mær sum spark­ ara, um at vit ikki skora nokk uppá deyð­bóltar. Og so fellur tað altíð á tann sum skjýtur deyðbóltarnar, óan­sæð hvussu illa hinir duga at skalla bóltin í mál, so tað var fram­ úr at vit nú skoraðu uppá horna­ spark, sigur Hallur Hansson. Fóru eyka hart í nærdystirnar Hallur Hansson greiðir víðari frá, at AC Horsens venjarin, brúkti nógva tíð í vikuni uppá at seta leikararnar upp til grannauppgerðina móti AGF. AGF halda seg vera stóra beiggja í hesi uppgerðini, og venjarin (Bo Henriksen), hevur gjørt greitt fyri okkum alla vikuna, at hetta fór at vera ein uppgerð, har vit skuldu fara eyka hart í nærdystirnar. Tað gjørdu vit eisini, og gjøgnum eitt sterkt avrik í fyrra hálvleiki, var tað nokk til at vinna dystin fyri okk­um. Í seinna hálvleiki skuldu vit tó havt avrikað betur, sigur Hallur Hans­son. Sonni Ragnar fer at vera ein fongur Ein annar føroyskur landsliðsleikari er eisini í AC Horsens. Tað er mið­ verjin, Sonni Ragnar Nattestad, sum AC Horsens hevur leigað úr norska felagnum, Molde. Sonni Ragnar Nattestad sat sunnudagin allar 90 minuttirnar á bonkinum, men Hallur Hansson ivast ikki í, at há­vaksni miðvingurin, fer at gerast ein fongur fyri AC Horsens. Tað er deiligt at hava fingið Sonna Ragnar Nattestad afturat hópi­num. Hann er ikki bara ein lið­felagi, men eisini ein ógvuliga góð­ur vinmaður, sum er ein klassa spælari. Eg ivist onga løtu í, at tað fer at ganga væl hjá honum, og at AC Horsens fer at vera ein góð søga fyri hann, sigur Hallur Hansson. Finnur næstbesti toppskjútti í deildini Í næstbestu donsku deildini ger vanda­mikli føroyski áleyparin, Finn­ur Justinussen um seg. Hetta viku­skiftið kom Finnur Justinus­ sen aftur á máltalvuna fyri Næst­ved, tá Næstved á útivølli vann 3-1 móti Lyngby. Málið hjá Finni Justinussen ger, at Finnur Justinussen nú liggur næstovast á topp­skjúttaralistanum í næstbestu donsku deildini. Ein eitt sindur marg­háttlig støða, tí fyri ári síðani kom Finnur Justinussen ikki av álvara á liðið hjá Fremad Amager, sum tá lá í botninum av næstbestu donsku deildini, meðan hann nú skorar mestsum hvønn dyst fyri Næst­ved, sum liggur ovalaga í somu deild. Finnur Justinussen sigur, at álit er høvuðsorsøkin til at gongdin hjá sær persónliga er vend. Tað hevur gingið ótrúliga væl hjá mær, síðani eg kom til Næstved at spæla. Ein orsøk til at tað gongur væl er sjálvandi tí at man fær so stórt álit. Eisini havi eg góðar leikar­ar rundanum meg, sum eru góðir til at seta meg í góðar støður. Og so er sjálvsagt eisini umráðandi at ríða á bylgjuni, har tað gongur væl, sigur Finnur Justinussen. Jákup Thomsen kom aftur á máltalvuna Í Íslandi kom Jákup Thomsen eisini á máltalvuna fyri FH, sum spældi javn­leik á útivølli móti Víkingi Reykja­vík. Har byrjaðu Jákup Thom­sen og Gunnar Nielsen inni fyri FH, meðan Brandur H. Olsen, varð innskiftur í seinna hálvleiki. Kaj Leo í Bartalsstovu og René Shaki Joensen byrjaðu eisini inni fyri ávikavist ÍBV og Grindavík, sum bæði taptu sínar dystir. Jóan Símun og Viljormur ikki spælt enn Mánakvøldið skulu seinastu før­ oysku útisetarnir í dyst. Tað eru Jóan Símun Edmundsson og Vilj­ ormur Davidsen. Jóan Símun Ed­ mundsson og Arminie Bielefeld skulu á útivølli spæla móti FC Magde­burg, meðan Viljormur David­sen og Vejle spæla á útivølli móti AaB. andre@sosialurin.fo Merkist fótbóltsfepur um alt Bergen