mánadagur 17. september 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Leygardagin vann ÍF 6-0 á útivølli
ímóti Suðringum. Hetta var sjeyndi
ÍF sigurin á rað. Fuglfirðingar hava
ikki mist stig síðani 23. juni, tá ið
tað endaði 2-2 í Klaksvík. ÍF hevur
ikki tapt síðani 19. mai, tá ið tað í
Gundadali endaði við 4-2 tapi ímóti
HB.
Púra óvæntað tapti KÍ leygar
dagin 3-0 á útivølli ímóti Giza
Hoyvík, sum stríðist fyri lívinum í
næstbestu deildini. KÍ hevur leingi
verið topplið. Nú er ÍF oddalið, og
tað er møguleiki fyri, at ÍF longu
leygardagin á heimavølli ímóti
Víkingi kann tryggja sær uppflyt
ingina.
Eingin ivi er um, at ÍF næsta ár
aftur fer at spæla í bestu deildini.
ÍF formaðurin Dan Petersen
fegnast um góðu gongdina:
-Í løtuni sær tað út til, at bara
eitt lið fer at flyta upp, men tað er
framvegis møguleiki fyri, at B68
fer at vinna uppflyting. Tað kann
so skjótt verða soleiðis, at einki lið
fer at flyta upp.
Hvussu tá?
-Munurin millum tey stóru og
hini økist alsamt. Nú eru KÍ og
NSÍ frammi í oddinum. Víkingur
var frammarlaga í fjør. B36 flytur
nú uppaftur, og møguleiki er fyri,
at bæði B36 og HB fara at vera við
í kappingini um fremstu plássini.
Um tað verður so torført at flyta
upp, so ræður um at vera røttu
megin altso í bestu deildini, tá ið
tann støðan verður veruleiki, sigur
ÍF formaðurin Dan Petersen.
Tað eru pengarnir, sum eru
orsøk til stóra munin millum tey
fremstu og so hini:
-Vit eru greið yvir, at tað skulu
fleiri pengar til, um vit skulu hava
møguleika at standa okkum í bestu
deildini. Men vit eru eisini greið
yvir, at um vit so fáa eina millión
aftrat í inntøkum, so munar tað
ikki nógv í kappingini við tey stóru,
sum hava nógv størri inntøkur og
harvið møguleikar, enn vit hava,
sigur Dan Petersen.
Fyrireika seg so spakuliga
Í ÍF verður undirstrikað, at uppflyt
ingin ikki enn er veruleiki, men tað
verður eisini ásannað, at alt bendir
á, at uppflytingin verður veruleiki.
Tað verður aðalfundur í ÍF miku
kvøldið. Tá verður nevndarval á
skránni. Tveir nevndarlimir standa
fyri vali. Formaðurin stendur ikki
fyri vali. Eftir aðalfundin verður av
álvara farið undir fyrireikingarnar
til nýggja kappingarárið.
Hegga Samuelsen er venjari í
Fuglafirði. Talan er um tvey ára
sáttmála, so tað verður Hegga
Samuelsen, sum fer at standa á
odda, tá ið ÍF aftur fer at royna seg
í bestu deildini.
-Tað gekk ikki so væl fyrstu um
førini eitt nú tí talan er um nýggja
samanseting. Fleiri, sum vóru við í
fjør, eru ikki longur í felagnum. Tá
ið vit hyggja aftur á tað, so vóru 6-1
tapið á Svangaskarði og 4-2 tapið í
Gundadali tíðliga í kappingini út
purring. Síðani tá hevur tað gingið
heilt væl, sigur Hegga Samuelsen.
Hann hevur royndir úr 07
Vestur við at flyta upp og at flyta
niður.
-Tað er ógvuliga stór avbjóðing
at flyta upp í bestu deildina. Av
bjóðingin er ítróttarlig, fíggjarlig,
umsitingarlig og á allan annan hátt.
Tað er hugaligari at kappast í bestu
deildini, men tað krevur eisini væl
meiri, sigur ÍF venjarin.
Hann heldur, at tað ber væl til
í fyrireikingunum at taka støði í
spælarunum, sum nú manna topp
liðið í næstbestu deildini.
-Samansetingin er góð á tann
hátt, at har eru fleiri spælarar, sum
hava royndir at spæla í fremstu
røð, og har eru fleiri ungir evnaríkir
spælarar. Tá ið uppflyting er veru
leiki verður altíð spurt, hvussu
tað verður við styrki aðrastaðni
frá. Tað er avbjóðing. Útlendskir
og fremmandir spælarar kunnu
vera við til at styrkja um liðið,
men spurningurin er støðugt, hvat
tað hevur við sær fyri samleikan
hjá liðnum og felagnum, at fleiri
fremmandir
spælarar
leggjast
aftrat, sigur Hegga Samuelsen.
Skaðalistin hevur
verið langur
Í Fuglafirði hava tey ásannað, at
ov lítið varð í fleiri ár gjørt við at
menna ungar spælarar. Nú verður
arbeitt miðvíst við hesum parti
num. Í ár hava fleiri ungir spælarar
verið á besta liðnum. Tað hevur
verið neyðugt, tí fleiri av teimum,
sum vóru ætlaðir at vera berandi
spælarar, hava verið skaddir.
Millum hesar eru Dánjal á
Lakjuni og Bogi Reinert Petersen.
Dánjal er so smátt við at koma
seg eftir skaða í búkinum, meðan
Bogi Reinert Petersen framvegis
er skaddur í knænum. Tað eru Poul
Nolsøe Mikkelsen og Dion Splidt
eisini. Poul Nolsøe hevur verið
plágaður av skaðum, sum aftur
og aftur spøkja, eftir at hann varð
skurðviðgjørdur fyri slitið kross
band.
Dion Splidt flutti til ÍF tíðliga í
ár, men orsaka av liðbandsskaða
hevur hann ikki havt tann leiklutin,
sum tað varð roknað við, og nú er
tað greitt, at hann verður ikki við
aftur í ár.
Frank
Poulsen
og
Høgni
Zachariassen, sum báðir vóru
givnir, hava tikið eitt tørn aftrat,
og tað er komið væl við.
Millum ungu og óroyndu menn
inar, sum hava spælt nógv, eru
málverjin Tóri Traðará, Bergtór
Thomsen, Jóhan Petersen, Arnold
Kristiansen,
sum
hevur
verið
skaðadarvaður, Sámal Joensen og
Pól Jákup Lundsbjerg.
Millum
stuðulsspælararnar
eru Jan Ó. Ellingsgaard, Andy
Ó. Olsen, Ari Ó. Olsen, sum eftir
summarsteðgin
flutti
úr
EB/
Streymi og aftur til barndómsfelag
ið, og Hanus Eliasen.
Aðrir, sum hava verið nógv á
liðnum, eru Dánjal Pauli Højgaard,
Gunnar Christiansen, Hjartvard
Hansen, Sunnvar Hansen, Hall
grím Hansen, Andrias Poulsen,
sum nú er farin av landinum í
lestrarørindum, og 16 ára gamli
Tóri Olsen, sum hevur verið við í
tveimum dystum.
B68 kiksaði
Møguleikin hjá B68 at flyta upp
minkaði leygardagin, tá ið tað
endaði við 3-1 tapi í Gundadali
ímóti HB, sum fyrsta korterið
skoraði øll málini.
Nú eru tað fýra stig hjá B68 at
taka inn á næstbesta NSÍ liðið, um
tað skal eydnast toftamonnum at
flyta upp.
Eftir 6-0 tapi á heimavølli ímóti
ÍF er tað greitt, at Suðringar fara at
flyta niður.
Víkingur vann á heimavølli triva
ligan 4-2 sigur ímóti B71, sum mis
nýtti brotsspark, tá ið Víkinga mál
verjin Bárður á Reynatrøð bjargaði
skotinum hjá Símini Hansen.
NSÍ vann grannauppgerðina
ímóti Skála 7-1. Tá var Jann Martin
Mortensen trífaldur málskjútti.
Víkingur – B71 4-0 (4-0)
1-0: Hans Jákup Lervig 16.
2-0: Tonni Thomsen 25.
3-0: Hans Jákup Lervig 38.
4-0: Tonni Thomsen br 43.
4-1: Tijani Mohammed 71.
4-2: Clayton Soares 88.
NSÍ – Skála 7-1 (3-1)
1-0: Andri Benjaminsen 16.
2-0: Jann Martin Mortensen br 22.
3-0: Steffan Løkin 33.
3-1: Jannik M. Olsen br 45.
4-1: Andri Benjaminsen 52.
5-1: Jann Martin Mortensen 56.
6-1: Jann Martin Mortensen br 80.
7-1: Dávid á Roykheyggi 81.
Giza Hoyvík – KÍ 3-0 (1-0)
1-0: Tróndur Arge 43.
2-0: Ragnar Rasmussen 77.
3-0: Eli S. Christiansson 84.
HB – B68 3-1 (3-1)
1-0: Rói av Fløtum 2.
2-0: John Frederiksen 6.
3-0: Hjalti K. Djurhuus 10.
3-1: Emil Ronaldsson 43.
Suðringar – ÍF 0-6 (0-1)
0-1: Ari Ó. Ellingsgaard 29.
0-2: Jan Ó. Ellingsgaard 53.
0-3: Andy Ó. Olsen 66.
0-4: Bergtór Thomsen 79.
0-5: Jan Ó. Ellingsgaard 84.
0-6: Jan Ó. Ellingsgaard 92.
23. umfar
Leygardagin 22. september
KÍ – NSÍ
ÍF - Víkingur
Skála – HB
B71 – Giza Hoyvík
Suðringar – B68
Máltindurin
Jan Ó. Ellingsgaard ÍF
18
Steffan Løkin
NSÍ
15
Tijani Mohammed
B71
13
FÓTBÓLTUR
ÍF formaðurin heldur, at tað skjótt
kann verða soleiðis, at tey bestu í
Betri deildini støðugt fara at eiga
heiðursmerkjaplássini í næstbestu deildini
1. DEILD:
UPPFLYTINGIN KANN
SKJÓTT VERÐA AV ONGUM
1. deild støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
ÍF
22
16
3
3
79
34
+45
51
2
KÍ II
22
15
4
3
57
23
+34
49
3
NSÍ II
22
13
4
5
71
30
+41
43
4
B68
22
12
3
7
44
33
+11
39
5
Víkingur II
22
10
2
10
34
40
-6
32
6
HB II
22
8
4
10
41
33
+8
28
7
B71
22
8
1
13
36
55
-19
25
8
Skála II
22
6
4
12
34
48
-14
22
9
Giza Hoyvík
22
4
5
13
25
41
-16
17
10 TB/FCS/Royn II
22
1
4
17
16
100 -84
7