Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Fyri tveimum vikum síðani var yvir­skriftin her á síðuni, at HB fór at vinna FM undan mikkjalsmessu, og at sannlíkindini vóru stór fyri, at HB fór at tryggja sær FM í 23. umfari, sum verður 23. september, tá ið toppliðið fer til Klaksvíkar. Treytin var, at HB vann ímóti NSÍ, og at KÍ tapti á Skála. HB vann 2-1 ímóti NSÍ, og KÍ tapti 1-0 á Skála. Tí er tað borðreitt við gullstelli, nú HB fyrireikar seg at fara til Klaksvíkar. FM favorittarnir eru við at fara um øll mørk. Felagið er á gáttini at vinna 23. FM, felagið hevur kós móti met nógvum stigum. B36 eigur metið, sum er 67 stig (í 2011). Gullið kann verða vunnið í 23. um­fari. Tað metið eigur B36, sum í 2015 vann FM í 24. umfari. Í 2005 fóru tað bara seytjan mál ígjøgnum hjá B36. Higartil eru tað farin fimtan mál ígjøgnum hjá HB. Og so er møguleiki fyri, at Adrian Justinussen kann verða ársins stjørnuskot, toppskjútti og ársins spælari. Hesi trý heitini hevur sami spælari ongantíð áður vunn­ið í sama ári. At tað nú er greitt, at KÍ ikki vinn­ur FM í ár ber við sær, at dapra metið verður uppaftur myrkari. Tað vóru nítjan ár frá tí, at KÍ vann FM í 1972 og fram til FM heitið í 1991. Nú hevur KÍ ikki møguleika at vinna FM fyrr enn í 2019 ella í fyrsta lagið tjúgu ár eftir FM heitið í 1999, tá ið KÍ vann greipuna. Tað er einki at siga til, at tað í KÍ leguni verður harmast um, at FM heitið í 2016 varð lorkað burtur. Tá vóru klaksvíkingar fýra umfør undan kappingarloki fýra stig framman­fyri Víking, sum streyk av­stað við gullinum, tí KÍ í 25. um­ fari tapti á Argjum. Tað er framvegis kapping um silv­ur og bronsukrónurnar, og tað er stór kapping um at sleppa undan niður­flyting. At AB í gjár vann í Trongis­vági kann fara at vísa seg at vera heilt avgerandi fyri, um tað verður 07 Vestur ella AB, sum flytur niður. Hetta er treytað av, at B68 ikki megnar at flyta upp saman við ÍF. Skálamenn vóru snildir og hepnir Skála – KÍ 1-0 Ofta hava skálamenn víst polerað og hugflogsríkt spæl. Tað gjørdi teir ikki ígjár. Álopsspælið lá eftir uppi í høllini. Tað snúði seg um at verja og dúva uppá møguleikan at fara í skjótt mótálop. Skálamenn taklaðu, sóu gula kortið og sparkaðu langt, tá ið tað var neyðugt. KÍ hevði bóltin nógv størsta part­in av tíðini, og klaksvíkingar vóru fleiri ferðir óhepnir. Karstin Han­sen í Skála málinum bjargaði fleiri ferðir væl, allir fýra í verju­ ketuni stríddust og vardu fyri­ myndarliga, og miðvøllurin ar­ beiddi nógv og helt seg alla tíðina til spælskipanina. Spælskipanin gekk út uppá, at Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andrea­ sen og Semir Hadzibulic skuldu takast úr spælinum í millum­rúm­ un­um, og at tað heldur skuldu vera Hørð­ur Askham og Deni Pavlovic, sum høvdu bóltin. Tað eydnaðist væl. Í fyrsta Skála álopinum skoraði Teit­ur R. Joensen við høvdinum, eftir at Niels Pauli Danielsen hevði lagt innfyri við frísparki úr høgru. Sum tíðin leið, styrknaðu fyri­ t r e y t ­i r n a r hjá Skála. KÍ trýstið vaks í sein­ na hálvleiki. Í óteljandi før­um varð lagt innfyri við horna­spørkum, men tað eydnaðist ikki at skora, hóast talan var um nógvar spentar støður. -Vit løgdu illa fyri, men sum tíðin leið fingu vit tak á verju­parti­ num. Í seinna hálv­leiki var neyðugt hjá KÍ at spenna álopsbogan upp­ aft­ur meiri, og tað bar við sær, at vit kundu økt um leiðsluna, tí Brian Jakobsen var púra leysur á KÍ hálvuni, men tíverri sendi hann bóltin væl omanfyri málið. Vit fegnast um, at tað loksins eydnaðist at vinna á einum av topp fimm liðunum, sigur Skála mál­ skjúttin Teitur R. Joensen. KÍ liðformaðurin Páll A. Klett­ skarð iðrar seg um tapið: -FM møguleikin er heilt burtur. Ímóti S k á l a høvdu vit kanska meiri enn 80 prosent av spælinum, og eg haldi, at spælið hjá okkum var gott. Vit høvdu fleiri góðar møgu­leikar, men hepnið var tíverri ikki við okkum, staðfestir Páll A. Klett­skarð. Filip kann verða bjargingarmaðurin Suðringar – AB 0-1 Í átjanda umfari vann 07 Vestur 1-0 á heimavølli ímóti AB. Síðani tá hev­ur AB verið aftast og 07 Vestur næst­aftast. Í Trongisvági í gjár sá tað út til at fara at enda málleyst, tá ið AB var gest­ur hjá Suðringum. So bóltaði alt tvær ferðir rút. Heimaliðið sendi bóltin í AB málið, men dómarin koll­dømdi, og í næstu atsókn var tað seytjan ára gamli Filip í Liða, sum oftast hevur verið innskiftari, men í gjár var við frá fyrsta bríksli, sum eftir innlegg setti bóltin í heima­málið. AB sigurin ber við sær, at AB nú er omanfyri 07 Vestur. Sunnudagin hittast AB og 07 Vestur á Argjum. Suðringar fara ongan veg, men venjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl, fjaldi ikki, at hann var vón­ svikin av avrikinum hjá sínum monn­um: -Talan var um tvey vánalig lið. Tað vóru alt ov nógvir, sum ikki vildu hava bóltin og goymdu seg. Vit áttu at havt avgjørt í fyrra hálv­leiki, og vit harmast um, at AB skoraði við einastu royndini ímóti okkara máli, og sum var síðsta spark­ið av øllum, sigur Glenn Ståhl. FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Og oyggjon gred. Ein forloysing av teimum heilt stuttligu. Frens forever. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Ein góður dystur í dag. Vit svaraðu tvær ferðir aftur. Gott kempa og ikki minst málið í yvirtíðini Saman standa vit sterk KRISTIAN JOENSEN KÍ: Hetta bleiv eitt keðiligt kappingar, fer nokk í søguna, sum mest óspennandi nakrantíð. Hetta er einki skeg! JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: SÚRT, AT SKJÓTA UPPUM Í 5-METURINUM, Í YVIRTÍÐINI. MEN NÚ ER SO SLUTT HJÁ OKKUM. TEORETISKI MØGULEIKIN ER FARIN. SO NÚ KUNNU VIT FOKUSERA UPPÁ AT HALDA VÍKING AFTANFYRI OKKUM. SO ER ÁRIÐ Á EINARI LEIÐ. GÓÐIR! BJØRG OLSEN SKÁLA: Effektivara liðið vann í dag. Ikki vakrasti dystur, sum er spældur, men bussurin hjá Eyðuni, var væl parkeraður, og aftasti skansin var ein brandur. Hetta samanlagt, gav 3 stig á kontuna. Flott. Go Skála. Stórur møguleiki er fyri, at HB sunnudagin fer at vinna FM í Klaksvík, og at AB kann lyfta seg longri frá niðurflytingini Betri-deildin: MYRKA KÍ METIÐ VERÐUR SVARTARI