Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HB KANN SETA FLEIRI MET Við sínum 58 stig fyri 22 dystir, so HB á kós at taka metið hjá B36, sum er 67 stig í einum kappingarári. Tað eru 15 stig eftir at spæla um. HB hevur eisini bara latið 15 mál ígjøgnum higartil. B36 lat 17. Vinnur HM FM í Klaksvík sunnudagin, so er tað eisini met-tíðliga. Tróndur Arge – Gundadalur HB vann sunnudagin 2-1 á NSÍ í toppdystinum í 22. umfari í Betri deildini. Heimaliðið tók av møguleikanum, meðan gestirnir ikki gjørdu tað sama. Við sigrinum er HB nú 13 stig fremst. Fær HB stig í komandi umfari í Klaksvík móti KÍ, so verður HB føroyameistari fyri 23. ferð – og gullið verður staðfest í Klaksvík. Nógv bendir á, at HB er í holt við at blíva ein maktfaktorur í føroyskum fótbólti aftur. Flestu av lyklaspælarunum hava longt sáttmálan, væl lýddi venjarin, íslendski Heimir Guðjónsson, hevur eisini longt sáttmálan. Nú mangla bara útlendingarnir, so er HB í minsta lagi eins sterkt sum í ár. HB tekur av møguleikanum Liðið hjá HB líkist sær sjálvum, men Heimir Guðjónsson hevur valt Dan í Soylu á framrættaða miðvøllin til hendan dystin. Tað skal vísa seg, at verða eitt gott hugskot. HB er í vanligari útgávu, har serliga Bartal Wardum legði tiltiknu longu avleveringarnar út á vinstra kant. Á miðvøllinum stendur Tróndur Jensen sterkur í myndini. Fordeilingin av leiklutinum hjá honum og íslendska Brynjar Hlöðversson gera, at Tróndur Jensen nú ger tað, sum hann er best til. At fordeila spælið. Men hann legði eisini nógv fyri í verjustøðu, har hann er farin at renna nógvar kilometrar. Tá fimm minuttir eru eftir av dystinum er munurin ikki stórur, men so hendir nakað. Frálíkt spæl í álopsstøðu endar við, at Adrian Justinussen leggur bóltin fyri føturnar á Dan í Sóylu, sum smekkar til. -Vit hava vant nógv, at spæla “triðja mann”. So hasar renningarnar hava vit vant nógv, og eg skal skora harfrá, sigur Dan í Soylu um málið. Bara tríggjar minuttir seinni er Símun Samuelsen høvðusmaðurin. Hann eigur avleveringina til Adrian Justinussen, og rennur síðani sjálvur inn í fimm-meturin og skorar upp á innleggið. Upp á fimm minuttir hevur HB sett NSÍ upp á pláss. NSÍ tekur ikki av møguleikanum Í seinna hálvleiki kemur NSÍ fyri seg. Liðið byrjar í størri mun at hótta. Tíggju minuttir fyri tíð stútar Jóhan Troest Davidsen eitt hornaspark frá Árna Frederiksberg í málið til 2-1. Seinastu løtuna er eitt sindur av fjáltri á HB-liðnum. Tað er eisini ótrúliga nær við, at NSÍ javnar tá sami Árni Frederiksberg trillar bóltin á eitt silvurfat til Pól Jóhannus Justinussen, sum onkursvega skjýtur langt uppum. -Tá vit ikki skora upp á slíkar møguleikar, so verður ringt. Men einki riggar í fyrra hálvleiki og HB er eitt gott lið og vinnur uppiborið. Tað mugu vit eisini ásanna, sigur Árni Frederiksberg. Harðligur dystur Á dómaraseðlinum stendur, at liðið fingu trý gul kort í part. Rættari hevði nokk við 8-2 ella 10-3 til NSÍ, tí gestirnir spældu óvan­liga ljótt í Gunda­ dali. Fleiri ferð­ir sloppu teir við ónollum í tví­dyst­unum, har eitt nú Fróði Benja­min­sen slapp snikkaleysur í dómarabólkini, tá hann rendi Teit M. Gestsson umkoll, tá NSÍ fekk mál kolldømt. Hetta sást yvir næstan alt liðið hjá NSÍ, har spælarar upp í saman komu ov seint í taklingar, ella høvdu hug at gera ónáðir, sum dómarabókin ikki loyvir. -Vit spæla slett ikki fótbólt í fyrra hálvleiki. Tað segði eg eisini við teir í hálvleikinum, sigur Sámal Erik Hentze, sum heldur vil hava sítt lið at spæla fótbólt. Hann heldur, at spælararnir hjá sær blíva ov stressaðir, tá teir spæla. -Vit blíva alt ov lætt stressaðir, tá vit hava bóltin. Tað ger, at tú ikki fær spælt einfaldar bóltar og tekur skeivar avgerðir, sigur Sámal Erik Hentze, ið ikki er nøgdur við leikliga av­rik­ið sunnudagin í Gunda­dali. Dómarin hendan dagin, Kári á Høvdanum, kom óvanliga illa frá uppgávuni. Hann megnaði slett ikki at steðga ónollunum og ljótu taklingunum, millum annað tí hann ov sjáldan tók kortið úr lummanum. Helst vóru runa­ víkingar hepnir, at teir vóru 11 á vøllinum, tá dómarin bríkslaði av. Heimaliðið átti eisini lut í summum av tvídystunum, men sjáldan í sama mun sum teir gulu og svørtu, sum tóktust óvanliga frustreraðir sunnudagin. HB ein maktfaktorur -Eg havi longt sáttmálan, tí eg og familjan trívast væl her í Føroyum. HB er eitt gott felag og ynski eisini at royna lutin í Evropa. Orðini eig­ ur Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB. Hann hevur í vikuni longt sáttmálan, so hann eisini er galdandi fyri 2019. Vík­ingur hevur ikki somu styrki sum fyrr. NSÍ vísti á degnum, at tað er nakað á mál enn. KÍ er 13 stig aftanfyri, meðan B36 helst skal byggja upp á nýggjum, nú spælarar sum Odmar Færø og Meinhard E. Olsen ætla sær av landinum at spæla. HB hevur longt við næstan allar sínar spælarar. Enn mangla Lasse Andersen og Brynjar Hlöðversson at leingja, men sum skilst er tað áveg­is. Hartil kemur HB nú til Champions League pengar, sum merkir at teir kunnu heinta sterkar spælarar til felagið. Eftir tvey ár á fimta plássi, so sær HB út til at hava vent skútuni. Sunnudagin fara teir til Klaks­ víkar eftir gullinum. Fáa teir ein javnleik, so vinna teir meistara­ heitið í 23. umfari. Tað hevur ongin annar klárað fyrr. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Eitt stig frá FM: HB er ein javnleik í Klaksvík frá at vinna FM. Felagið hevur longt sáttmálan við lyklaspælarar og venjaran. Heldur gongdin fram, so kann HB aftur blíva ein maktfaktorur í føroyskum fótbólti. Spælararnir hjá NSÍ blíva ov lætt “stressaðir”, sigur Sámal Erik Hentze FÓTBÓLTUR HB ER AFTUR EIN MAKTFAKTORUR