Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Avrikið hjá HB líkist nógv tí, sum vit hava sæð alt kapp­ ingar­árið. Eitt sterkt liðavrik, sum verður kryddað við upp­ legg­um og málum frá ven­ grun­um. Hesa ferð eru bæði Adrian Justinussen og Símun Samuelsen íblandaðir í bæði mál­ini. Verjan hjá HB er ein sterkur grundsteinur undir flestu av avrikinum. Soleiðis var eisini í gjár, har allir fýra í verju­ ketuni spældu á góðari leið. Á miðvøllinum eru teir fram­ rættaðu spælararnir meiri sjón­ligir. Dan í Soylu tók av møgu­leikanum, nú hann bleiv valdur framum Grétar S. Gunnars­son. Símun Samuelsen er skilagóður sum altíð, meðan Adrian Justinussen ikki altíð er sónligur í spælinum, men ótrú­liga avgerandi í álopsstøðu. NSÍ kann spæla væl betri enn teir gjørdu sunnudagin, har tað mest gekk upp í seinar taklingar og ónáðir. Jóhan Troest David­sen var aftur í miðverjuni, með­an Jens Joensen spældi á vinstra bakki. Tað gjørdi eisini, at Petur Knudsen ikki fekk so nógv at arbeiða við á vinstra kanti. Hann var eitt vónbrot, meðan Árni Frederiksberg átti nakrar góðar løtur, har í mill­ um upplegg til málið, og stóra møguleikan í evstu løtu. Klæ­ mint A. Olsen hevði tað tor­ført móti HB-verjuni, men hann ikki fyrsti áleyparin, sum hevur tað trupult. Liðið hevur bara latið 15 mál inn. Meðan Adrian Justinussen og Símun Samuelsen átti stóran lut í málunum, so stóð Tróndur Jen­sen sterkastur í myndini. trondur@sosialurin.fo 22. umfar HB 2 2 NSÍ 0 1 6 5 6 6 6 7 7 6 7 4 7 6 4 4 4 5 4 4 4 6 4 6 TEITUR M. GESTSSON TÓRÐUR THOMSEN MAGNUS EGILSSON LASSE ANDERSEN TRÓNDUR JENSEN DAN Í SOYLU SÍMUN SAMUELSEN ARI M OLSEN PER LANGGAARD BARTAL WARDUM BRYNJAR HLÖÐVERSSON JÓHAN T. DAVIDSEN JENS JOENSEN PÆTUR HENTZE BETUEL HANSEN FRÓÐI BENJAMINSEN PETUR KNUDSEN PÓL J. JUSTINUSSEN ÁRNI FREDERIKSBERG KLÆMINT A. OLSEN JÓGVAN RÓI DAVIDSEN Grétar S. Gunnarsson (Inn 70.min) Daniel Johansen (Inn 84.min) Jógvan S. Nolsøe (Inn 87.min) Jann Benjaminsen (Inn 60.min) Magnus H. Olsen (Inn 78.min) Sjúrður Pauli Nielsen (Inn 87.min) 5 5 5 Dómari: Kári á Høvdanum Slapp óvanliga illa frá uppgávuni hesaferð. Megnaði ongantíð at temja NSÍ ararnar. Tað endaði fleiri ferðir við rokið, sum Kári helst hevði kunnað slop- pið undan, um hann leiddi dystin betri. 2 HB í vanligari útgávu HB – NSÍ 2-1 (2-0) 1-0: Dan í Soylu 39. 2-0: Símun Samuelsen 42. 2-1: Jóhan Troest Davidsen 79. Dómari: Kári J. á Høvdanum HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wrdum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson – Brynjar Hlöðversson, Tróndur Jensen (Grétar S. Gunnarsson, 70.) – Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Símun Samuelsen (Daniel Johansen, 84.) – Ari Mohr Olsen (Jógvan Skeel Nolsøe, 87.) Gult kort: Brynjar Hlöðversson, Dan í Soylu, Adrian Justinussen Venjari: Heimir Guðjónsson NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze (Magnus H. Olsen, 78.), Per Langgaard, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen (Sjúrður Pauli Nielsen, 87.) – Fróði Benjaminsen, Betuel Hansen (Jann S. Benjaminsen, 60.) – Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen – Klæmint A. Olsen Gult kort: Pól Jóhannus Justinussen, Jóhan Troest Davidsen, Fróði Benjaminsen Venjari: Sámal Erik Hentze LEYSASØGUR: ÁRNI TIL HB Ein søga, sum hevur fingið bein at ganga á, er at Árni Frederiksberg skal verða á veg til HB. Hann hevur ikki longt sáttmálan við NSÍ enn, men niðurspælir allar gitingar. - Eg taki støðu eftir kappingarárið. Eg hugsi bara um hetta kappingarárið, og um at tryggja NSÍ eitt pláss í Evropa, sigur høvðuspersónurin. ADRIAN JUSTINUSSEN