Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Føroyar tapa annan dystin í Nations League 2-0 á útivølli ímóti Kosovo. Støðan í hálvleikinum er 0-0, men fyrsta løtan í seinna hálvleiki kostar. U19- kvinnulandsliðið í fótbólti vinnur tvær ferðir á Estlandi í venjingardystum. Dystirnir enda 4-1 og 1-0 til Føroyar. Forsetin í UEFA, Aleksander Ceferin, er á stuttari Føroyavitjan, her hann eitt nú hittir umboð fyri FSF og løgmann. HB leingir sáttmálarnar við venjaran, Heim Guðjónsson, toppskjúttan, Adrian Justinussen, og liðskiparan, Jógvan Róa Davidsen. Kappingarárið í hondbólti byrjar aftur í Føroyum, nú fyrstu dystirnir í nýggju SMS- og Okkaradeildini verða spældir. HB kemur enn nærri FM-gullinum, tá ið teir vinna 2-1 á NSÍ samstundis sum KÍ snávar í 0-1-tapi á Skála. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Fríða á Dunga Aldur: 18 Yrki: Hondbóltur (Neistin) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Danmark 2. LA Lakers 3. Póllandi 4. Knørrur 5. FH 6. Fleyr 7. Viktor Axelsen 8. Agnas Olsen 1. Menninir hjá Kyndli hava fingið nýggjan venjara, ið eitur Martin Lellek. Úr hvørjum landi er hann? 2. Hvørjum liði spælir kendi kurvabóltsspælarin, LeBron James, við? 3. Føroysku U21-menninir í fótbólti fingu fyri góðari viku síðani 1-1-javnleik ímóti hvørjum landi? 4. Hvussu eitur róðrarfelagið í Havn, sum hevur bláar bátar? 5. HB-venjarin, Heimir Guðjónsson, hevur verið høvuðsvenjari í 10 ár hjá hvørjum íslendskum felagi? 6. Hvør bleiv føroyameistari í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti í 2018? 7. Hvussu eitur danski badmintonspælarin, sum í fjør bleiv heimsmeistari? 8. Hvussu eitur VÍF-spælarin, sum á myndini tekur ímóti Lions-steypinum? Hvussu var dysturin ímóti Stjørnuni? - Tað var okkara fyrsti dystur í kapp­ingini, so nervarnir spældu ein avgerandi leiklut í fyrra hálv­ leiki. Tað vóru tískil nógvar tekn­isk­ ar villur, sum gjørdu seg gald­andi. Spælið loysnaði hjá okkum í sein­ na hálvleiki - vit fingu meira ferð á spælið og byrjaðu at arbeiða fyri hvørjari aðrari, og tí bleiv júst hesin hálvleikurin stuttligari at spæla. Tú bleiv toppskjútti við átta málum – hvat var tað, sum gekk so væl? - Vit hava vant miðvíst síðani mai- mánaða fyri at fáa fysiska form­in uppá pláss, og tað vænti eg fer at gera seg galdandi hetta kapp­ingar­ árið. Eg fekk nógvar bóltar fram í skjótálop í dystinum, og tað er nakað, ið vit sum lið hava manglað nógv farna kappingarár. Eisini vun­nu vit nærdystir í álopinum, sum gjørdi, at vit fingu neyðugu brots­køstini. Hvussu er Neistaliðið fyri í ár? Tað frættist, at tit mangla onkrar profilar? - Liðið sær heilt gott út í ár. Nakrar broyt­ingar eru í hópinum, ið gera at miðal­aldurin á liðnum er eitt sindur lægri enn í fjør. Vit hava mist nógvar leikarar, sum hava gjørt seg galdandi í kvinnukappingini farnu árini. Hesar eru Eir Berg, Birita Ingólfsdóttir, Rannvá Dahl, Marjun Danberg, Daniella Joensen og Ása á Neystabø. Hóast hetta, so hava vit fingið tríggjar afturat okk­um í hóp­in, sum hava styrkt lið­ið hjá okk­um - hesar eru Maja Drago­lju­ bovic í málinum, Jenny Kragesteen á strikuni og Rakul Magnussen á høgra vongi. Hvat er málið hjá tykkum Neistakvinnum í ár? - Málið er sjálvsagt at koma í báðar final­urnar - steypafinaluna og FM- finaluna. Vit eru enn í einari menn­ ing­ar­tilgongd, so vit taka fyrst og fremst útgangsstøði í at menna okk­um sum lið og sum leikarar. Vit ætla at fáa tað besta burturúr hes­ um kappingarárinum, og vit føla okk­um mentalt og fysiskt klárar til kapp­ingarbyrjan. Hvør væntar tú fer at stríðast um FM í ár og hví? - Eg vænti at VÍF fer at gera seg gald­andi í FM-stríðnum. Tær hava so gott sum sama lið sum í fjør, og eg vænti tær fara at gera alt fyri at endurvinna greipuna. Afturat teim­ um hava vit sæð frálíkt spæl frá H71. Teirra framgongd er stór hóast tær hava mist nakrar leik­ar­ar. Bæði Stjørnan og Kyndil kun­nu arga, men eg vænti at H71 og VÍF verða okkara størstu kappingarneytar. ”Tað er ikki altíð, at kjansurin er so stórur, men Jóhan ger tað til ein stóran kjans.” - Lars Krogh Jeppesen, viðmerkjari á DR, um Jóhan á Plógv Hansen ”Ov nógv fólk vilja fáa at vita, at tey eru fantastisk. Verið nú bara nøgd við tykkum sjálvi. Vit hava øll veikleikar. Eg havi eitt stórt høvd og tenn sum ein hávur. Og hvat so? Soleiðis er tað bara.” - Troy Deeney, Watford-áleypari, í samrøðu við The Times 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Myndin hesa vikuna Cristiano Ronaldo fekk hol á málskjótingina í Juventus, tá hann sunnudagin skeyt bæði málini í 2-1-sigri á Sassuolo. Tað seinna málið var samstundis deildarmál hansara nummar 400