mánadagur 17. september 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Tey stóru
blíva
størri
Í blaðnum í dag er ein samrøða við formannin í ÍF,
Dan Petersen, sum heldur fyri, at skjótt verður
ongin uppflyting úr 1.deild upp í Betri deildina hjá
monnum. Hann byggir hetta á, at tey stóru blíva
so stór nú, at tey hava so nógvar spælarar at feløg
sum ÍF og B68, fáa tað torført við at blanda seg.
Tað er rímiliga stór semja um, at skilið við U21-
kappingini og reglugerðini um, at spælarar sum
byrja á bonkinum hjá bestu liðnum, kunnu spæla
í lægri deildunum ikki er serliga gjøgnumhugsaði.
Eg hoyri úr fleiri feløgum, at U21-kappingini dettur
niður í millum, og at ætlaða effektin við at fáa
spælarar í hasum aldursbólkinum, at halda fram
við at spæla, riggar illia. Harvið ikki sagt, at tað
ikki kann koma at riggar.
Í 1.deild hjá monnum í fótbólti er eisini íkomin
ein nýggj støðu. Annað árið á rað sær út til,
at bara eitt besta lið klárar at spæla við í
uppflytingarstríðnum. Í fjør fluttu argjamenn upp
sum nummar eitt, men B68 megnaði ikki at fylgja
við, tí næstbestu liðini hjá NSÍ og Kí vóru ov sterk.
Stuðlaði av nýggju reglugerðini, sum loysir
spælarum, ið eru yvir 21 ár og byrja á bonkinum
hjá besta liðnum, at spæla fullan dyst við lægru
deildini, er hetta blivið lættari. Tí sígga vit javnan
spælarar sum Jóhan Troest Davidsen, Einar
Tróndargjógv, Øssur Dalbúð, Ronnie Møller-
Ivesen, Jógvan Skeel Nolsøe og aðrar spæla í
næstbestu deildini. Tað skal sigast, at feløgini
hava sjálvi góðtikið uppskotið, men helst hava tey
smærru ikki sæð vandan í hesi broytingini.
Tá slíkt ber til, so verður eisini torførari at fáa
fordeilt spælararnar millum feløgini. Formaðurin í
ÍF vísur millum annað á, at í onkrum førum er talan
um stórar upphæddir, undan at tað ger mun, tí tey
stóru eru so nógv størri. Hett ger, at kappingin
kann blíva ov smøl í longdini.
Suðuroyggin hevur langt saman og feløgini í
føroyskum fótbólti blíva færri. Tað er nokk einki
rætt svar, men eg giti at vit kunnu semjast um, at
vit ynskja at í ringasta føri, at halda fast í teimum
feløgunum, ið vit hava. Um vit ynskja tað, so mugu
vit til at fordeila ríkidømi betri.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Liðið hesa vikuna er nógv
merkt av, at Skála megnaði
at vinna á KÍ. Tað er næstan
ikki hent í ár, at nakað av
teimum
lægru
liðunum,
hevur vunnið á onkrum av
topp-fimm liðunum. Tó hava
nøkur undantøk verið. Slíkir
sigrar síggjast aftur á liðnum
hesa vikuna.
Karstin Hansen stóð væl
í málinum, meðan Ólavur
Mikkelsen
og
Pætur
D.
Jacobsen vunnu tað mesta
á miðjuni. Tó er Pætur D.
Jacobsen fluttur í verjuna hjá
liðnum hesa vikuna, har hann
eisini kann spæla. Hetta fyri
at fáa pláss fyri øllum spælar
unum, uttan at uppstillingin
blívur alt ov álopskend.
Tað sæst eisini aftur, at
HB vinnur toppdystin móti
NSÍ, meðan AB setti eld í
botnstríðið við at vinna á
Surðringum í Trongisvági.
Adrian Justinussen og Sím
un Samuelsen átti báðir lut
í báðum málunum hjá HB,
meðan Tróndur Jensen er
valdur til dagsins spælara í
Gundadali.
Hjá argjamonnum stóð
Sørin Samuelsen sterkur í
myndini í verjuni, meðan
Bjarki Nielsen mundi verða
sterkasta kortið á AB-liðnum
við Stórá. Hartil hevur Filip
í Liða fingið eitt pláss á lið
num. Hann avgjørdi dystin í
yvirtíðini, umframt at hann
arbeiddi hart allan dystin.
Ein skilagóður spælari.
Einasta umboðið hjá B36
á liðnum er Gilli Samuelsen,
sum skoraði tvey mál. B36
vann sum væntað á 07 Vestur.
Við tveimum málum er hann
11. maðurin á liðnum hesa
vikuna. Hóast hann ikki er
beinleiðis áleypari, so verður
tað plássið hjá honum í dag.
Venjari er Eyðun Klak
stein, sum við sínum Skála-
liðið megnar at sigra á KÍ.
trondur@sosialurin.fo
22. umfar:
Tað sæst á øllum brøgdum, at HB, AB og Skála hava øll vunnið
sigandi sigrar um vikuskiftið. Skála vann á liði úr topp-fimm,
meðan bæði HB og AB vinna á kappingarneytum. B36 fær
eisini eitt umboð, eftir væntaða sigurin á 07 Vestur
Liðið hesa vikuna
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Karstin Hansen,
Skála
Sørin Samuelsen,
AB
Adrian
Justinussen, HB
Filip í Liða,
AB
Ólavur Mikkelsen,
Skála
Tróndur Jensen,
HB
Bjarki Nielsen,
AB
Jákup Jakobsen,
Skála
Gilli Samuelsen,
B36
Pætur D.
Jacobsen, Skála
Eyðun Klakstein,
Skála
Símun
Samuslen, HB