Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen – Hetta er ikki gott! Ólavur Sjúrðarberg, for­ maður í Grinda­manna­felag­ num, er púra forfardur av films­brotunum av springara­ drápi­nun í Hvalvík í farnu viku, sum fór víða um heim­ in, og har tað í einum føri vóru myndir av einum man­ ni, sum hevði fleiri minuttir um at fáa lívið av einum spring­ara. – Tað var beinleiðis djóra­ pínsla og tað var so syndar­ligt at síggja, at eg orkaði ikki at hyggja at tí, sigur for­maðurin í Grinda­manna­felagnum. Hann vísir eisini á, at vit hava eina rættiliga stranga lóg um djóravælferð, og eft­ ir hansara tykki var hetta av­gjørt talan um eitt brot á lóg­ina um djóravælferð. Hinvegin skilur hann ikki, hvussu tað kann bera til, at ein maður sleppur at morla ein springara til í so langa tíð, uttan at nakar hjálp­ir honum, men at aðrir grind­ menn tvørtur ímóti bara ganga rundan um og látast sum einki. Tí ivast Ólavur Sjúrðar­ berg í roynd og veru í, um films­brotið onkusvegna kann verða fyriskipað. – Nú á døgum er teknikk­ urin so góður, at møgu­leik­ ar­nir fyri at viðgera myndir, eru nógvir, sigur hann. Tí er tað komið for­manni­ num í Grinda­manna­felag­ num til hugs, at hetta kann vera ein springari, sum í roynd og veru er skorin á háls uttanlands, men at mynd­ir­nar síðani eru við­ gjørd­ar so at tað sær út sum um at hetta fer fram í drápi­ num í Hvalvík. Hann er eisini farin at hugsa, antin talan kann vera um ein lim í einum um­hvørvisfelagsskapi, sum hevur sníkt seg upp í drápið, og hevur pínt pringaran til deyð­is við vilja fyri at fáa nakr­ar myndir av, hvussu ræðu­ligir føroyingar eru. – Tað er merkiligt, at tann, sum tekur upp, at kalla bara miðsavnar seg um hesa ein­ støku hendingina í so langa tíð, men lítið og einki hevur av drápinum annars.  Samstundis sæst andlitið á grindamanninum so illa, um­framt at filmurin er so óklár­ur og tann, sum hevur tikið upp, er so risthentur, at tað er ringt, fyri ikki at siga ógjør­ligt, at síggja, hvør tað er, staðfestur formaðurin í Grinda­mannafelagnum. Kensluborið mál Hinvegin heldur Ólavur Sjúrðar­berg ikki, at hendan ein­staka hendingin skal fáa okkum at broyta atferð í hes­ um sambandi. – Tað er í fínasta slag, at vit kjakast um spurningin. Men eg haldi ikki, at vit skulu byggja eina avgerð á eina ser­ staka hending, sum hevur øst fólk upp. Tær avgerðir, vit taka, eiga at vera væl um­ hugs­aðar, og ikki stýrdar av kenslum, heldur hann. Men tá ið hann sigur dag, við­gongur hann samstundis, at sjálvur er hann ikki ein av teimum, sum loypa á leist­um, tá ið boðað verður frá spring­ ara. –  Eg dugi ikki at síggja nakra meining í at drepa nakr­ar fáa springarar, tí teir eru so lítlir hvalir, at tað er ringt at býta. – Sostatt vera tað aloftast bara nøkur heilt fá fólk, sum TAÐ VAR SO SYNDARLIGT AT EG ORKAÐI IKKI AT HYGGJA SPRINGARADRÁP Spurningurin er um tað loysir seg at drepa nakrar fáa springarnar, tá ið tað elvir til so stóra øsing, heldur formaðurin í Grindamannafelagnum Sjálvur er hann ikki ein av teimum, sum loypa á leistum, tá ið boðað verður frá springara Tað var beinleiðis djórapínsla