týsdagur 18. september 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108
TÍÐINDI
fáa nakað burtur úr, ímeðan
tann stóra fjøldin er við
sviðusoð.
– Og tá ið vit so eisini
hugsað um, hvussu stóra øs
ing, springaradrápið elvir til
uttanlands, haldi eg, at vit
kunnu seta spurnartekin við,
um vit skulu halda springara
til, leggur hann afturat.
– Er tað ómakin vert, at
koma øllum Føroya landi í
ringt orð fyri at hava dripið
nakrar fáar springarar, spyr
hann.
Hann heldur nevniliga, at
útlendingar hava eina heilt
serliga fatan av springarum.
– Vit hava ofta ført fram,
at
útlendsk
stórbýarfólk
hava givið hvali sum heilt,
menniskjansligar eginleikar,
tí tí halda tey, at tað er størri
synd at drepa hval, enn tað er
at drepa onnur djór.
– Men er hetta galdandi
fyri hval, er tað í heilt ser
ligan mun galdandi fyri
springara. Springaradráp er
serliga kensluborið, tí fleiri
ættarlið eru vaksin upp við
springara í barnabókum og
barnafilmum, leggur Ólavur
Sjúrðarberg afturat.
Hann vísir annars á, at
springarar eru eisini umfat
aðir at grindareglugerðini
og koma undir somu skipan,
sum grind. Ein orsøk til tað
kann vera, at tað hendir seg
meir enn so, at springarar
eru uppi í eini grind, at tað
kann vera møtimikið at fáa
teir burtur úr, og tí er tað
loyvt at drepa teir eisini.
— Men talan er um slátur,
og tað gongur ikki altíð eftir
vild, og tað skal eingin billa
mær inn, at tað ikki onkuntíð
henda mistøk og óhapp á
sláturvirkjum, har milliónir
av dýrum verða avlívað um
dagin, sigur formaðurin í
Grindamannafelagnum.
Kortini heldur hann, at
sýslumenninir hava stýrt
springaradrápi við hepnari
hond, tí tað kemur meiri enn
so fyri, at springarar verða
sleptir, serliga tá ið talan er
um fáar springarar.
Springarar eru serligir
– Men hóast Ólavur Sjúrðar
berg ikki sjálvur gongur
fremst í springaradrápi, hev
ur hann ikki tikið støðu til,
um vit skulu banna at taka
springara,
Hinvegin er hann heldur
ikki samdur í at tað verður
ein vanlukka hjá okkum at
slaka í hesum føri.
– Tað eru sokallaðir um
hvørvisfelagsskapir, sum eru
eftir okkum fyri alt handa
slag av veiði, bæði hvali
og fugli. Og tað eru eisini
felagsskapir, sum krevja, at
vit skulu gevast at fiska. So
statt eru teir eftir okkum alla
tíðina fyri okkurt.
So
hóast
vit
skuldu
givist at dripið springara,
er hetta ikki tað sama sum
at kasta handklæði í ringin,
og at bakka fyri teimum í
spurninginum um grinda
dráp eisini, heldur hann.
– Sum heild, er tað bara
eitt, vit skulu syrgja fyri, og
tað er, at tá ið vit drepa hval,
skulu vit gera okkum størsta
ómak, so at alt fer siðiliga
fram, og hvalurin verður
avlívaður so pínuleyst og
skjótt, sum gjørligt. Vit skulu
nevniliga vita, at vit verða
eygleitt rættiliga gjølliga,
leggur hann afturat.
Kortini heldur hann, at
vit eiga at gera meiri burtur
úr at kanna um veiðan eftir
springara er burðardygg, tí
tað er eigur at vera ein for
treyt fyri veiði yvirhøvur.
Hann heldur eisini, at
somuleiðis hevði tað verið
skil í at merkt ein bólk av
springarum og sett sendarar
á teir, so at fingu meiri at vita
um, hvussu teir ferðaðust.
Vit
kunnu seta
spurnartekin
við, um vit
skulu halda
springara til
KENSLUBORIÐ
Ólavur Sjúrðarberg sigur, at tað skerst ikki burtur, at springaradráp er serliga kensluborið, tí fleiri ættarlið eru vaksin upp við springara í barnabókum og barnafilmum