týsdagur 18. september 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kend koppseting gevur
børnunum eyka verju
Børn, sum fáa eina sonevnda MFR-koppseting í fýra ára aldri móti
meslingum, fárasjúku og reydlingum, eru eisini í minni vanda fyri
at fáa aðrar álvarsamar sjúkur, eins og koppsetingin minkar um
barnadeyða í láglønarlondum
Vilmund Jacobsen
Tað verður viðmælt, at børn fáa
tvær sonevndar MFR-koppsetingar
móti meslingum, fárasjúku og reyd
lingum. Koppsetingarnar skulu
gevast, tá børnini eru ávikavist 15
mánaðir og fýra ára gomul.
Sambært www.sundhed.dk er
tað eitt rættiliga gott hugskot at
taka av hesum tilboði.
Nýggj gransking hjá Statens
Serum Institut vísir nevniliga, at
børn, sum fylgja ráðunum og eisini
fáa seinnu MFR-koppsetingina, eru
í minni vanda fyri at gerast innløgd
í tveir dagar ella fleiri orsakað av
øðrum álvarsomum ígerðarsjúkum
enn meslingum, fárasjúku og reyd
lingum, sum koppsetingin annars
er fyri.
Hinvegin vísir granskingin eis
ini, at MFR-koppseting ikki gevur
ein minni vanda fyri stytri inn
leggingum orsakað av ígerðum og
ei heldur minni nýtslu av heilivági.
- Vit halda, at tað eru tær mest
álvarsomu ígerðarsjúkurnar, sum
føra til langar innleggingar á sjúkra
hús. Einki av børnunum í kann
ingini var innlagt við meslingum,
fárasjúku ella reydlingum. Tí bendir
okkara kanning og gransking á, at
endurkoppseting við MFR gevur
eyka verju móti álvarsomum ígerð
um, sum vanliga ikki verður roknað
við, at koppsetingin verjir ímóti.
Tað sigur Signe Sørup, sum er
ein av granskarunum aftan fyri
kanningina og eisini er ph.d. hjá
CVIVA, sum er granskingarmiðstøð
fyri vitaminir og koppsetingar hjá
Statens Serum Institut.
MFR-koppsetingin er eisini kend
undir navninum, paraply-kopp
setingin.
Hetta er ein sonevnd ”livandi”
koppseting, har lívveran er gjørd
veikari, soleiðis at børnini ikki ger
ast sjúk av koppingarevninum.
Verjir børnini
Danska kanningin hevur fingið
íblástur
úr
kanningum,
sum
gjørdar eru í láglønarlondum,
og hesar peika á, at endurtiknar
koppsetingar við livandi kopping
arevnum eisini hava samband við
eina lækking í barnadeyða.
- Tá børn eru væl vard móti eitt
nú meslingum eftir eina koppseting
móti sjúkuni, kom tað óvart á, at
ein eyka nøgd av koppingarevni
móti meslingum eisini minkaði
munandi um barnadeyðan. Hetta
gevur eina ábending um, at livandi
koppingarevni er eitt enn betri
vápn til at avmarka barnadeyða í
láglønarlondum enn higartil hildið.
Hetta er eisini orsøkin til, at vit
ynsktu at kanna, um endurtøka av
MFR-koppseting gevur onkur gagn
lig úrslit, sigur Signe Sørup.
Umrødda kanning og gransking
byggir á upplýsingar úr drúgvari
danskari skráseting yvir koppset
ingar, sjúkrainnleggingar, nýtslu
av heilivági og onnur heilsulig og
sosial viðurskifti.
Í umrøddu skráseting eru til
samans 295.559 børn, fødd í Dan
mark árini 2004 til 2010.
Kanningin samanbar nýtslu av
heilivági og innleggingar orsakað
av ígerð ella infektión millum børn
í fýra ára aldri, sum høvdu fingið
tvær MFR-koppsetingar – og børn,
sum bert høvdu fingið eina kopp
seting.
- Kanningin vísti, at børn, sum
høvdu fingið tvær MFR-kopp
setingar, vóru í 16 prosent minni
vanda fyri at gerast innløgd við
ígerð í tveir dagar ella fleiri. Hetta
var galdandi, sjálvt tá atlit vórðu
tikin til eina langa røð av ymiskum
viðurskiftum, sum bæði kunnu
ávirka koppseting og vandan fyri
innleggingum við ígerðarsjúkum,
sigur Signe Sørup.
Kunnu koppsetingar
brúkast betri?
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Statens
Serum Institut hyggur eftir, hvørja
ávirkan
MFR-koppsetingarevnið
hevur.
Sami granskingarbólkur hevur
áður funnið fram til, at fyrsta MFR-
koppsetingin eisini førdi til mink
andi tal av innleggingum orsakað
av ígerðarsjúkum í mun til, um
børnini enn ikki vóru koppsett.
- Samanlagt peika okkara kann
ingar á, at MFR-koppingarevnið
megnar meira enn bara at verja
barnið móti nevndu trimum sjúk
um. Hetta skapar nøkur áhugaverd
sjónarhorn fyri, hvussu vit í fram
tíðini kunnu brúka hesi kopping
arevni enn betri. Vit vilja gjarna
hava eina breiðari vitan um hetta.
Tí eru vit júst farin í samstarv við
granskarar úr Noregi, Svøríki og
Finlandi fyri at kanna hesa so
nevndu ”óskipaðu” ávirkan, sum
hesi koppingarevni hava, sigur
Signe Sørup at enda.
Kelda: www.sundhed.dk
HEILSA
- Samanlagt peika okkara kanningar og gransking á, at MFR-koppingarevnið megnar meira enn bara at verja barnið móti meslingum, fárasjúku og reydlingum, sigur Signe Sørup, granskari