týsdagur 18. september 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108
Hava virkað upp í 500
tons okkurt samdøgur
- Tá allar fínstillingar eru komnar upp á pláss, og alt fer at ganga upp í eina hægri eind, fer framleiðslan helst at
koma upp á eini 1000 tons um samdøgnið, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic
Vilmund Jacobsen
Tað eru nú nakrar fáar vikur síðan,
at framleiðslan á nýggja virkinum
hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri
byrjaði og stjórin, Bogi Jacobsen,
letur rímiliga væl at gongdini hig
artil.
- Tað er eitt sindur trupult at
siga, hvussu langt upp í nøgd vit
kunnu koma í framleiðslu av eitt
nú makreli um samdøgnið. Higartil
hava vit okkurt samdøgur verið
uppi á 500 tonsum. Tað er flott,
men upp á sikt skulu vit sjálvsagt
væl longur upp í nøgd, sigur hann.
Fínstillingar
Bogi Jacobsen vísir á, at alt tað
mekaniska á virkinum riggar væl,
men tá maskinaríið er so stórt, sum
tað er á Varðanum Pelagic, og tøkn
in er so framkomin og neyv, skulu
fínstillingar sjálvsagt gerast.
- Tað eru mong forrit, sum skulu
virka saman, og hetta hevur verið
avbjóðingin hesar fyrstu vikurnar.
Stjórin væntar, at tá fínstillingar
og annað endaliga er komið upp á
pláss, kann framleiðslan av eitt nú
makreli kanska koma upp á eini
1000 tons um samdøgnið, tá alt á
virkinum gongur upp í eina hægri
eind.
Ikki bara sum mest
Tá vit skiftu orð við Boga Jacobsen
í gjár, var Tróndur í Gøtu inni og
landaði, og hini skipini hjá Varðan
um vóru til fiskiskap eftir makreli.
- Eg haldi, at makrelfiskiskapurin
higartil hevur verið á einari leið, og
vit vóna, at tað fer at gangast skip
um og manningum væl, nú makrel
vertíð er.
Bogi Jacobsen sigur, at Varðin
Pelagic setir sítt álit á skipini, sum
Varðin í Gøtu eigur og rekur.
- Tað, at vit nú hava eitt stórt
uppsjóvarvirki við stórari fram
leiðsluorku, er ikki bara tí, at vit
vilja hava sum mest upp á land og
ígjøgnum maskinurnar.
Góðskan er alt
Stjórin leggur dent á, at málið við
stóra kapasitetinum ikki minst er,
at fiskurin kann verða virkaður
eftir lutfalsliga stuttari tíð, soleiðis
at dygdin á vøruni eisini verður so
góð sum yvirhøvur tilber.
- At hetta so samstundis merkir,
at effektiviteturin verður stórur, og
bíðitíðin hjá skipunum lutfalsliga
stytri, er so bara ein eykavinningur.
Stjórin á Varðanum Pelagic
væntar, at skipini tær næstu vik
urnar fara at fiska makrel, men tað
gongur helst ikki long tíð, til onkur
sildalast eisini kemur til virkið á
Tvøroyri.
Einki surimi enn
Heystið er vertíð við makreli og
eisini sild, men tá árið fer at halla,
plaga uppsjóvarskipini eisini at
gera nakrar svartkjaftatúrar aftrat.
Men, tað verður ikki í hesum ár
inum, at Varðin Pelagic fer at virka
svartkjaft til surimi.
- Eftir at Varðin Pelagic brendi
í fjør summar, hava vit brúkt alla
okkara orku til at byggja eitt stórt
og nútímans virki upp aftur, so
leiðis at vit kundu byrja framleiðsl
una á Tvøroyri aftur.
Bogi Jacobsen sigur, at surimi
ætlaninar á ongan hátt eru sleptar,
men herviligi eldurin gjørdi, at
henda verkætlan tíverri er skotin
nakað út.
- Nýggja virkið er eisini bygt
til at rúma surimiverkætlanini, og
tann parturin av virkinum er eis
ini teknaður. Men, tað verða ikki
stundir at byrja hesa framleiðslu
longu í ár, sigur stjórin.
Spennandi og strævið
Bogi Jacobsen sigur, at hetta hev
ur verið ein strævin, men eisini
ógvuliga spennandi tíð, og fram
vegis verður arbeitt við at fínstilla
og annars at fáa alt framleiðsluapp
aratið at koyra maksimalt.
- Eg haldi, at vit eru væl á veg, og
vit síggja ljóst upp á hetta árið og
framtíðina annars. Teir fótonglar,
ið vit stúra mest fyri og sum longu
nú eru farnir at vísa seg, eru teir,
sum politiska skipanin leggur fyri
okkum, leggur hann aftrat.
90 fólk til arbeiðis
Tað eru umleið 90 fólk til arbeiðis
á Varðanum Pelagic, nú gongd er
aftur í framleiðsluni á Tvøroyri.
- Tað eru umleið 30 fólk í fram
leiðsluni á hvørjari vakt, og hvør
vaktin varar í 12 tímar. Umframt
hesi 60 fólkini, eru umleið 30 onnur,
sum fáast við onnur ting á virkin
um, eitt nú tað tøkniliga, sølu, flutn
ing, skrivstovuhald og annað, sum
hoyrir einum so stórum virki til.
Ikki aftur á brúnni
Áðrenn Bogi Jacobsen gjørdist
stjóri á Varðanum Pelagic, var
hann skipari umborð á Finni Fríða
hjá Varðanum, og teir lógu gjarna í
oddinum innan føroyska uppsjóv
arveiði.
- Eg havi ikki verið umborð aft
ur, síðan eg fór í land í 2012, sigur
maðurin, sum blaðungur fyrstu
ferð stóð á brúnni sum skipari á
Finni Fríða, ið tá var flaggskipið hjá
Varðanum í Gøtu.
VARÐIN PELAGIC
- Tað, at vit nú hava eitt stórt uppsjóvarvirki við stórari framleiðsluorku, er ikki bara tí, at vit vilja hava sum mest upp á land og ígjøgnum maskinurnar, sigur Bogi Jacobsen
Bogi Jacobsen, sum í fleiri ár førdi Finn Fríða, legðist
uppi, tá hann gjørdist stjóri á Varðanum Pelagic