týsdagur 18. september 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit verða fleiri eldri, og tess fleiri
eldri vit verða, tess fleiri innleggingar
síggja vit. Og jú fleiri innleggingar og
viðgerðarmøguleikar vit hava, tess longri
liva fólk. Tað nyttar ikki bara at arbeiða
skjótari – vit mugu eisini arbeiða øðrvísi,
sigur Katrin á Lakjuni, deildarleiðari á B8 á
Landssjúkrahúsinum í Havn
Tá ið hurðarnar fara upp á áttandu
hædd, ert tú ikki meiri enn inn
komin á gongina, áðrenn tú leggur
til merkis, at her er ein serligur
pulsur. Eitt serligt arbeiðslag. Her
er rørsla alla tíðina – ikki larmur
endiliga, men eitt støðugt ljóð av
samskifti, av fetum, kitlum og boð
um, sum ferðast aftur og fram.
Og av hurðum, sum fara upp og
aftur. Ein telefon liggur og ring
ir í einum lumma. Eini boð verða
givin neyvt víðari, áðrenn telefon
in verður svarað. Og í meðan heldur
skjalfestingin áfram á knøttaborð
inum inni á einum kontóri.
Eisini ljóðið frá vaskikonuni,
ið vindir ein lappa niður í eina
spann, og lyftirnar sum surra á
veg niður eftir fólki, hoyra til ser
staku ljóðmyndina á B8 hendan
mánadag fyrrapart, tá vit fáa orðið
á deildarleiðaran Katrin á Lakjuni,
sum hevur starvast á deildini síðan
1999, Marjun Thomsen, sjúkrarøkt
arfrøðing og Poulu Jacobsen, sum
er tann sjúkrarøktarfrøðingurin, ið
hevur starvast longst á deildini.
Flow
»Flowið á B8 er rættiliga stórt«, sigur
Katrin á Lakjuni, tá eg spyrji hana
um virksemið og arbeiðstrýstið á
B8 nú á døgum. Men hvat er eitt
flow? Í heilsuverkinum vita tey
flestu óivað, hvat altjóða orðið flow
merkir. Tí hetta er serbólkamál, og
tað svarar eftir øllum at døma til
føroyska orðið ferðsla ella ferðslu
trýst.
Tað er eitt orð fyri, hvussu nógvir
sjúklingar koma og fara á deildini
dagliga, vikuliga, mánaðarliga ella
árliga. Og í roynd og veru er tað
kanska rættast at halda fast við
báðar tær føroysku merkingarnar:
at trýstið er høgt á deildini sæst við
at sengur við sjúklingum javnan
standa á gongini - at ferðsluferðin
er høg sæst við tað, at eingin song
verður standandi serliga leingi, áðr
enn hon fer víðari. Hvørki á stov
unum ella á gongini.
»Okkara deild er nærum altíð
full«, sigur Marjun Thomsen. »Tað
eru næstan altíð sengur á gongini.
Vit royna tó sum best ber til ikki at
hava fólk liggjandi á gongini. Tað
er óvirðiligt at liggja á gongini, tí tá
kann henda, at fólk verða útstillaði.
Tað er neyðugt, at vit arbeiða skjótt,
og at vit raðfesta sera neyvt, tí tað
er sera týdningarmikið at varðveita
virðiligheitina hjá tí einstaka«, for
telur Marjun Thomsen, áðrenn
Katrin á Lakjuni vísir á, at sokallaða
belægningsprosentið (t.e. hvussu
stórur partur av tøka plássinum
verður brúkt) á medisinsku deild
unum á Landssjúkrahúsinum er
110 prosent. Og tað vil siga, at tað
javnan liggja sjúklingar á gongini
á teimum medisinsku deildunum
vegna ov fá seingjarpláss.
Spurningurin er so, hví hetta
trýstið er vorðið so høgt.
Gerast eldri og fleiri
»Eins og í øðrum vesturlendskum
londum eru tey demografisku við
urskiftini í Føroyum í broyting.
Talið av eldri føroyingum økist. Í
stuttum kunnu vit siga, at tess eldri
fólk gerast, tess størri tørv fáa tey
á heilsuveitingum. Og so hvørt sum
viðgerðirnar gerast alsamt betri,
ber hetta samstundis í sær, at fólk
gerast uppaftur eldri«, forklárar
Katrin á Lakjuni. Ein onnur orsøk
er eisini at vit í heilsuverkinum
kunnu gera nógv meira fyri sjúkl
ingarnar í dag enn fyri bert fáum
árum síðani.
Men hvussu handfer man so
eitt sovorðið vaksandi trýst, sam
stundis sum tú tryggjar tær, at
hond verður tikin um sjúklingarnar
allan vegin?
»Sjúkrarøktin
og
viðgerðar
hættirnir eru sera nógv broyttir.
Eitt stórt fokusøki hjá okkum er til
dømis at læra sjúklingar at liva við
sínari sjúku. Tú kanst siga, at vit
taka sjúklingin við í sjúkrarøktini
og læra hann at reagera og handfara
vandatekin, soleiðis at hann vendir
sær fyrr til okkara. Á hendan hátt
fær sjúklingurin vitan um, hvussu
hann í ávísum førum kann venda
gongdini, áðrenn trupulleikin verð
ur innleggingarkrevjandi. Okkara
uppgáva sum sjúkrarøktarfrøðing
ar er altso millum annað at geva
sjúklinginum neyðugu kompetans
una, vitanina og førleikarnar til at
taka sær av sær sjálvum. Hetta er
tað, vit rópa fyri eginumsorgan«,
sigur Katrin á Lakjuni
Marjun Thomsen leggur aftrat,
at sjúklingar liggja nógv styttri inn
lagdir í dag í mun til fyrr.
»Í dag fara sjúklingar skjótt
víðari í skipanini. Tað gongur ofta
skjótari at fáa røttu diagnosuna
og hartil hoyrandi viðgerð. Tað ger
at sjúklingar eisini koma skjótari
heim til sín sjálvs aftur«, greiðir hon
frá, men leggur aftrat, at sjúkling
arnir hinvegin koma meira reglu
liga til eftirkanningar aftaná eitt
nú ein hjartatilburð.
Stórar broytingar
Tá ið vit blaða í mannagondunum
frá aldarskiftinum gongur sjón fyri
søgn: sjúklingar lógu nógv longri
inni. Mannagongdirnar eru faktiskt
so nógv broyttar sambært Katrini
á Lakjuni, at hon og starvsfelagar
hennara stúrsaðu við, tá tey fóru
at hyggja at gomlu mannagongd
unum fyri at svara spurningunum
um, hvussu røktin er broytt.
»Tú sært beinavegin, at sjúkl
ingurin brúkti nógv meiri tíð á
TAÐ SNÝR SEG IKK
ARBEIÐA SKJÓTT,
ARBEIÐA ØÐRVÍSI