Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108 deild­ini. Til dømis var sjúkling­ur­ in seingj­ar­liggj­andi fyrstu mongu dag­arnar eftir ein blóð­tøpp í hjart­ an­um. Í dag byrjar mobil­is­er­ingin beina­vegin. Vit hava definerað meiri neyvt, hvat fyri arbeiði hoyrir heima her á deildini, og hvat fyri upp­gávur til dømis skulu leggjast út á ambula­toriini hjá okkum. Tað hev­ur sínar fyrimunir: fyri tað fyrsta fær sjúklingurin skjótari við­gerð, og fyri tað næsta fáa aðrir sjúkl­ingar pláss á deildini. Vit hava so­statt skilt tingini at og tillagað manna­gongd­irnar eftir tørvinum«, sigur Katrin á Lakjuni, men ger sam­stundis vart við, at har liggur ein avbjóðing í at fáa effektivitet at ganga hond í hond við forstáilsi og upp­merksemi fyri tí einstaka sjúkl­ing­inum. »Í mun til at alt skal ganga so skjótt í dag, kunnu vit siga, at vit hava eitt krav um effektivitet ímóti okk­um. Kravið frá samfelagnum er, at vit skulu fáa sum mest burturúr hvørj­ari skattakrónu. Og her hjá okk­um verður tann meginreglan tik­in í álvara og hugsað heilt niður í smálutir. Hendan meginreglan er tó onkuntíð í andsøgn við megin­ regl­una innan sjúkrarøktina, sum til­lutar hvørjum einasta menniskja eitt óendaligt virði. Vit ynskja jú veru­liga at síggja hvørt einstaka menn­iskja í rúm og tíð. Tað vil mill­ um annað siga at hava forstáilsi fyri hvørjum einstaka sjúklingi og hvørj­um einstaka avvarðandi. Men við­hvørt ganga hesi bæði tíverri ikki hond í hond«, sigur Marjun Thom­sen. Tíðin skapar avbjóðingar Nær koma hesar meginreglur í stríð við hvørju aðra? »Tað kemur til dømis fyri, at fólk ikki verða útskrivaði, tí tey hava ikki umstøður at koma heim til. Hetta mugu vit ásanna samstundis sum vit noyðast at fyrihalda okkum til tann veruleika, at sjúkrahúsið er eitt stað, har fólk verða innløgd til diagnosu og viðgerð«, greiðir Marj­ un Thomsen frá. Sosialir trupulleikar í sær sjálv­ um eru ikki ábyrgdarøkið hjá sjúkra­røkt­ar­frøð­ingunum á Lands­ sjúkra­hús­inum, greiðir hon frá og stað­festir, at »vit blaka sjálvandi ong­an á dyr, men royna saman við øll­um samstarvsfelagum at finna eina virðiliga loysn fyri tann ein­ staka. Um okkara deild skal rigga og veita holla tænastu und­ir ver­ andi treytum, mugu vit tó alla­tíð hava í huga, hvat okkara deild fevn­ ir um, og hvar okkara uppgáva ligg­ ur«, sigur Marjun Thomsen. Ein av teimum sjúkra­røkt­ar­frøð­ ing­unum, sum hevur verið longst á deildini, er Poula Jacobsen. Og spyrt tú hana, er serliga ein mun­ur fyrr og nú, nevniliga at deild­in er und­ir trýsti av mongu inn­legg­ing­ un­um. »Ein avbjóðing er, at vit í dag hava styttri tíð saman við sjúkl­ing­ un­um, tí at sjúklingurin er styttri á deildini. Tað er ein realitetur, at alt gongur skjótari fyri seg í dag. Tá innleggingartíðin er so stutt, er tað til dømis sera umráðandi, at sjúkl­ingar fáa ta neyðugu veg­leið­ ing­ina og kunningina, sum teimum tørv­ar, áðrenn teir fara heim til sín sjálvs aftur. Og hetta setur alt sam­alt størri krøv til fakligheitina. Hetta eru vit tó tilvitaði um«, sigur Katrin á Lakjuni og vísir á, at hesin tíðar­faktorurin er ein treyt, sum herð­ir krøvini til bæði skipanina og starvs­fólkini, sum javnan mugu dag­føra seg. Útbúgving, útbúgving, útbúgving Ofta er líkheitstekin millum at dag­ føra seg og at útbúgva seg. Á hesi ovastu deildini á okk­ara Lands­ sjúkra­húsi er tað at framhaldandi út­búgva seg ein mentan á deildini. Flestu sjúkrarøktarfrøðingarnir her á B8 hava kardiologiska eftir­ útbúgv­ing. Og fleiri hava enn­tá sjálvi goldið fyri sína útbúgving. Sama er galdandi fyri eftir­út­búgv­ ing­ina til bachelor. Tað vil siga, at her er ein faklig entusiasma, sum alla­tíð­ina verður hildin við líka. »Vit brenna fyri okkara faki og ser­liga fyri okkara sergreinum inn­ an hjarta og lunga«, sigur Marjun Thom­sen. Á B8 hava flestu sjúkr­arøktar­ frøð­ing­arnir kardiologiska eftirút­ búgv­ing, sjey fólk hava kliniska veg­leið­araútbúgving, trý hava útbúgv­ing í ALS, sum stendur fyri Advan­ced Life Support, meðan tvey hava nomið sær eina master í heilsu­vísindum. Sambært deildarleiðaranum, Katr­in á Lakjuni, ger tað stóran mun fyri eina deild at hava ein góð­ an útbúgvingarkultur. »Tú trívist betri í tínum arbeiði og fær eisini veitt eina munandi betri tænastu, um tú hevur teir røttu fakligu førleikarnar og roynd­ ir­nar«. KI BARA UM AT MEN UM AT