Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TJÓÐSAVNIÐ: Húsagarður er varðveitingarverdur Tjóðsavnið skilir sjónarmiðini um, at Húsagarður kann varðveitast, tí søgan um Húsagarð ”kann førast aftur til landnámstíð, og hevur havt stóran týdning í søguni hjá Havnini.” Jóhann Mortensen Tjóðsavnið hevur viðgjørt Húsa­ garð. Av eintingum, og tí at Føroya Forn­minnafelag reisti friðingarsak. Men Tjóðsavnið heldur ikki, at list­ ar­ligu og søguligu virðini eru nóg stór til, at savnið tilmælir Forn­ minna­nevndini at friða garðin. Tað hevði neyvan nakar roknað við. M.a. tí at húsini vórðu flutt av Húsa­brúgv niðan í Gundadal í 1939. Men Tjóðsavnið ásannar tann søgu­liga týdningin, sum nevnt om­ an­fyri. Og sum savnið staðfestir í nið­ur­støðu síni: ”Tí kundi ein varðveiting, eitt nú í skapi av flyting av bygninginum til annað virðiligt stað, so sum upp­ runa staðsetingin á Húsabrúgv, vera relevant”. Her er einki ivamál. Húsagarður hevur sín uppruna í landnámstíð og hevur havt søguligan týdning fyri Havnina. Tá eg las niðurstøðuna fyri trim­um vikum síðani ivaðist eg ikki í – og mong onnur við mær – at menta­nevnd býráðsins fór at at taka málið upp í størsta álvarsemi fyri at varðveita tann gamla garðin - ta elstu ”institutiónina” í Havnini. Kanska ta elstu í Føroyum. Kundi verið partur í býarsavninum Forkvinnan í mentanevndini í Tórs­ havnar kommunu, Gunvør Balle, hevur fleiri ferðir verið frammi við at­liti at endurskipaða býar­savn­ in­um. Seinast við frálíkari mynd í sambandi við, at eitt gamalt torv­ hús er endurreist nærhendis rossa­ gøt­uni í Marknagili. Sjálvandi fyri dansk­an pening. Nú – eftir niðurstøðuna hjá Tjóð­savninum – var eitt gylt høvi hjá Gunvør og mentanevndini at varð­veita Húsagarð. Til dømis í býar­savnshøpi. Hugsið tykkum Húsa­garð – Mexico – sum ein part av einum býarsavni. Annaðhvørt á staðn­um í Gundadali. Longri suð­uri í R. C. Effersøesgøtu, har húsa­garðs­ fólk­ini eiga eitt slóttu­lendi. Ella á Húsa­brúgv. Men gakk. Hevði ov høgar tank­ ar um hasa nevnd. Eftir øllum at døma heldur mentanevndin í Tórs­ havn­ar býráði, at garðurin, sum hev­ur røtur afturi í landnámstíð, ikki er verdur at varðveita. Summi nevna slíkt søgu- og mentanarloysi. Ríkaði ikki søguna ”Givið er, at eitt fólk við ongari søgu, er eitt fátækt fólk.” Soleiðis skriv­aði Marin Katrina Frýdal í góð­ari grein fyrr í summar um ym­ iskt, sum kommunan hevur sett sær fyri at varðveita. Eitt nú rætt­ ina hjá Eystara Húsagarðsfesti við Svarta­foss. Nú var væntandi, at Marin Katr­ ina fór at ríka fólk og søgu, tí eitt ”fólk við ongari søgu, er eitt fátækt fólk”. Men tað tykist hon ikki at meina kortini. Afturímóti hevur Mar­in Katrina – sum forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini – slóðað fyri, at byggisamtyktin fyri Mexico kundi broytast, soleiðis at húsa­garðs­húsini kunnu javnast við jørðina. Burturstaddur í feriu hoyri eg frá fólki, sum eru áhugað í mál­in­ um, at borgarstjórin hev­ur sagt í út­varps­tíðindum, at komm­un­an kann ikki ofra milliónir til slíkt sum at varð­veita Mexico. Annars ljóðar í hesum døgum, at eyka inntøkan í Tórshavnar komm­ unu verður 100 milliónir. Um so var, at kommunan brúkti eina milli­ón at varðveita Húsagarð, var pen­inga­ upp­hæddin lítil afturímóti tí virði, hús­ini høvdu fingið. Og sum tað kost­ar byggja eitt býarsavn. Hugsjónarmenn varðveiddu hús Tórshavnar kommuna hevur áður varðveitt og flutt hús. T.d. vórðu Ser­sjantahúsini flutt av grundini Yviri við Strond heim á Skúlareyn. Húsini hjá Hans á Lag vórðu flutt av Dalavegnum út í Hornabø. Gamli Hornagarður, sum var um at for­ fella, varð endurbygdur. Pæsa­stova, sum skuldi takast niður, varð end­ ur­bygd. Fornminnafelagið flutti Gamla Hospital. Og harafturat skal eg nevna Smiðjuna í Lítluvík – smiðj­una úti í Grind, sum vit søgdu fyrr. Um hana var ikki sørt av rumbli í býráðnum miðskeiðis í sjeyti­ ár­unum. Býráðslimurin, Kjart­an Mohr, var ímóti, og helt ætl­an­ina, sum Gunnar Hoydal, bý­ar­arktit­ekt­ ur, helst slóðaði fyri, vera ”skrupp­ skjøra”. ”Tú, skyldmaðurin, tú kanst gott skriva, at Kjartan Mohr er ser­deilis sterkt ímóti at brúka 400.000 krón­ ir, ella ennú meira, av skatta­borg­ar­ ans pengum til eitt skanda­løst pro­ sjekt”, segði gamli býráðs­lim­urin við tann unga blaðmannin. Hugsjónarmenn ráddu tá fyri borg­um! Býráðið samtykti at endur­ byggja gomlu eldsmiðjuna hjá Hans hjá Lutherusi. Smiðan í Lítluvík hev­ur verið ein sólskinssøga. Tað er ikki eitt vikuskifti, at ikki onkur fram­sýning er í henni. Jarnsmiðan bleiv ein listarligur sýningarpallur. Skuldu komunan ikki havt endur­reist smiðjuna, hóast tað kost­aði 400.000 krónur? Eru Horna­húsini og Pæsastova ikki ein fongur og hava stór virði fyri ”Ta deiligu Havn”. Og kundi Húsa­garð­ ur ikki verið tann sami fong­ur­in? Rættarstøðan – burturvið í hesum føri Heimasíðan hjá KVF endurgav borg­arstjóran, Anniku Olsen, fyri at siga, at rættarstøðan hjá tí, sum byggja skal gistingarhús, hevur vigað tungt í viðgerðini. Sjálvandi skal rættartrygdin viga tungt. Ikki bara í hesum føri, men altíð. Í hes­um føri er grundgevingin við rættar­støðuni tó eitt sindur burt­ ur­við. Og tað veit borgarstjórin full­væl. Eigarin eigur at hava eina vissu fyri, at hann fær byggiloyvi til gistingarhús á tí økinum, sum ligg­ ur til miðstaðarendamál, (um gist­ ing­arhús nú koma undir hesa áset­ ing­ina) og ta vissuna hevur hann óivað fingið í kommunalu fyri­sit­ ing­ini. Men eigarin kundi ikki hava vissu fyri, at hann eisini fór at fáa loyvi at byggja á tí økinum, har sjálvur Húsagarður – also Mexico – er. Húsagarður var undan broyt­ ing­ini í sama sethúsaøki sum Kon­ mans­mýra. Byggisamtyktin skuldi tí broytast, so Mexico kom und­ir somu treytir sum lendið sunn­an­ fyri. Og ein byggisamtykt er ikki broytt fyrr enn: 1. viðgerð í býráðnum, 2. almennari framløgu og mót­ mælis­freist, 3. nýggjari viðgerð í býráðnum, og 4. staðfesting í innlendismála­ ráðn­um. Og tí er burturvið at tosa um rætt­arstøðu við atliti av Mexico- økin­um. Eigarin kann ikki hava nakra endaliga vissu ella trygd, fyrr enn øll tilgongdin er farin fram – og Inn­lendismálaráðið hevur stað­fest samtykt býráðsins. Og tí er fram­ søgnin hjá borgarstjóranum burt­ ur­við. Frá 1600-árunum Tað er harmiligt og syrgiligt fyri Havn­ar bý, at Húsagarður verður javn­að­ur við jørðina. Hann var hó­ ast alt ímyndin av Eystara Húsa­ garðsfesti, sum hevur verið ein týðandi partur í Havnar søgu frá land­námstíð. Húsagarður er ein­ asta hús sum er nevnt við navni á korti frá 1710. Gudrun (Systi) Rubeksen – bónda­dóttur á Húsagarði – segði mær einaferð, at tann eldri parturin í hús­in­um – tann lága lonin – var frá 1600-ár­unum. Og hesa lon koyrir mann í brenniovnin á Hjalla. Málið avdúk­ar eitt syrgiligt søgu- og ment­anarloysi í Tórshavnar býráði. Í Reykjavík 9.9.2018 KJAK Í løtuni verður grivið út fyri nýggja hotellinum hjá Smyril LIne. Gamli Húsagarður skal burturbeinast. Í 1939 varð hann fluttur av Húsabrúgv og niðan í »Mexico«, sum havnarfólk kalla økið Gamal málningur av Húsagarði, tá hann stóð niðri á Húsabrúgv. Tað er aftan fyri Hotel Hafnia. Danski listarmaðurin, Niels Bjerre, málaði málningin í 1925