týsdagur 18. september 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarorð um Poul Jóhannes Poulsen, Ljósá
f.18. Sept. 1931 – d. 16.August 2018
Eitt langt lív er liva. Pápi mín slapp at verða
í sínum kæra heimið við Ljósá, sum hann
elskaði frá barnið av, líka til hann flutti til
sín Himmalska bústað.
Hann væntaði og væntaði Harrans
afturkomu meira og meira sum hann eldist.
Inntil hann ímóti endanum av sínum lívið
segði:
“nú bíði eg bara inntil Jesus kemur og
førir meg inn í tað Himmalsku Havn.“
Tað segði hann tí at hann hevdi sett sítt
álit á Jesus sum sín Frelsara á ungum árum.
Pápi mín leit á at Jesus doyði fyri hansara
misgerningar, hevur hann sagt.
Hann elskaði sítt heim og síni foreldur, tí
at her bleiv Orðið um Jesus fortalt, og hann
var ógvuliga glaður um at pápin hevði bygt
ein lítlan sæl í kjallarnum hjá teimun. Har
tey lærdu um Jesus sum Babba setti sítt álit
á sum ungur, og sum hann leit á til hjálp
ígjøgnum alt sítt lív.
Pápi mín bleiv 87 ár. Sjálvt um eg búði
langt burtur frá foreldrunum, nemliga Í
Grønlandi í 38 ár, so havi eg fleiri ferðir
kunna steðga nakað heima hjá teimum. Og
tað eri seg sera takksom fyri.
Tá ið eg var heima hjá teimum í febr. í ár
helt eg at Babba var nógv viknaður. Stutt
aftaná at eg var komin aftur til Grønlands
fekk eg at vita at Babba hevði álvarsliga
sjúku og at hann viknaði skjótt. Eg eri
sera glað fyri at eg fekk 3 vikur sæman við
honum aftur í juni -juli. Tað var álvarsligt at
sýggja hvussu lívið so skjótt fjaraði burtur
úr einum so stórum sterkum manni, sum
pápi mín var, og sum eg havi sæð upp til, alt
mítt lív. Hann bleiv so veikur at hann orkaði
illa at ganga trappurnar upp á loftið og fór
ongantíð upp aftur á loftið aftaná at hann
kom niður í stovuna at sova síðst í juni.
Mamma hevur haft eina ómetaliga stóra
uppgávu at passa Babba heima aftaná at
hann bleiv sjúkur. Tann uppgáva er sera
tung, bæði likamliga og ikki minst sálarliga.
Tað er so tungt at sýggja sín elskaða mann
blíva sjúkari og sjúkari - veikari og veikari -
dag frá degi, og til sídst at síggja hann verða
so veikan, at hann onki orkaði.
Sera syrgiligt var tað fyri tey bæði tann
morgunin, sum tey vaknaðu og sóu at
ringurin var dottin av fingrinum hjá Babba,
tí at hann var blivin so klænur. Mamma
goymdi ringin í eina eskju, og hugsaði um
at í meira enn 60 ár hevði hann altíð haft
tann ringin á fingrinum, tí at hann elskaði
Mammu. Tey settu ringin á fingurin á
hvørjum øðrum ( ár ) sum tekin um at tey
elskaðu hvønn annan. Babba gekk við
ringinum í 63 ár. Hann hevur ongantíð mist
hann burtur. Sjálvt nú tá hann var so sjúkur
og rak, og at hann misti ringin av, so misti
hann ikki kærleikan til Mammu burtur.
Tann kærleikin bara vaks og vaks, sum árini
gingu. Og avhangigheitin av Mammu var
so stór tey seinastu árini at hann vildi helst
altíð sýggja hana.
Babba ynksti at sleppa at verða heima.
Og Mamma ynskti tað eisini og bað so
innarliga til Gud um at hon mátti fáa styrki
til at passa sín elskaða mann inntil hann
slapp heim til Jesus, har hann ikki meira
skuldi stríðast við sjúku.
Babba hevur fortalt so nógv frá gomlum
døgum, at tað er næstan fyri mær sum
at eg havi uppliva tað eisini, sjálvt um eg
ongantíð sá mín Sofus Abba frá Ljósá.
Babba vaks upp í 1930-unum, sum
var ein sera fátækslig tíð í Føroyum og
í øllum Europa. Hann var bara knapt 19
ára gamal tá pápi hansara doyði av sjúku.
Lítil og ongin fortjenasta – inntøka- var
í Føroyum tá, og nógvir av monnunum
sylgdu við slupp sum var ógvuliga stævin
og vandamikil sigling, og nógvir menn
gingu burtur á sjónum. Beint aftaná
hansara fyrstu barnaár, so komu krígsárini,
hvar ið Babba fekk at merkja sín fyrsta
veruliga stoyt av at missa, og tað sorg sum
tá kom inn í familjuna. Hann var bara 12
ár tá pápabeiggin Jógvan Poulsen læt lív
av krígsávum við skipinum Tór 2. Og tann
hendingin setti seg sera fast í hansara
barnasinnið.
Hetta vóru korini sum pápi mín vaks
upp undir. So tað var ikki løgið at hann
so ofta segði við meg, tá ið eg skuldi fara
avstað aftur til Grønlands: ´´Í gomlum
døgum, so tók tað 14 dagar at sigla ímillum
Føroyar og Grønland’´ og rørdur á málinum
plagdi hann at siga: ‘´og onki frættist frá
skipunum meðan tey vóru ímillum londini,
so tey har heima gingu og bíðaðu og
bíðaðu inntil tey fyngu eitt telegram um at
mennirnir vóru fram komnir’´.
Eg plagdi at hugsa, : hann sigur tað
sæma aftur og aftur. Altíð í gomlum
døgum-. Men tað hevur sett seg ótrúliga
fast hjá smádreingi at vaksa upp í hasum
veruleikanum.
Pápi okkara Poul Johannes Poulsen var
føddur við Ljósá tann 18. Sept. 1931.
Mamma hansara var Poulina úr
Hoygarðinum í Lorvík og pápin var Sofus
Poulsen frá Ljósá.
Tey vóru bæði tvey komin til persónliga
trúgv á Jesus sum ung vaksin.
Tey vóru ikki heilt ung tá ið tey giftust,
og tey vóru 34 og 35 ár tá ið tey fyngu sítt
fyrsta barn sum var Poul Johannes. Tey
fyngu so Andrias 2 ár aftaná og Hans Elmar
4 ár aftaná Andrias.
Babba snakkaði altíð um at tey áttu
kúgv og áttu nokk av torvi og kundu velta
so at tey áttu nokk av eplum. Tað betýddi
ómetaliga nógv fyri eitt húski tá ið tíðini
fyri at kunna lívbjarga sær. Tey kláradu seg
væl og høvdu altíð nokk at eta. Men eftir
nútíðarmálistokki, var tað eitt ómetaliga
strævið arbeiði, tey høvdu fyri at syrgja
fyri mætið og klæðum og nokk av torvi til
varma og mætgerð.
Tað var ikki løgið at Babba plagdi at
takka Gudi fyri mæt og klæðir, tá ið hann
bað borðbøn.
Babba hevði goymt eitt bræv, sum hann
sum 15 ára gamal hevði skriva til pápa
sín. Eg rokni við at pápi hansara má hava
arbeitt á bøndagarði í Íslandi tá, fyri at
fortjena eitt sindur av pengum.
Tað brævið vísir hvussu nógva ábyrgd
hann tók longu tá, sum 15 ára gamal.
Hann skrivar soleidis til pápa sín:
Bræv fra Poul Jóhannes til pápa sín tá ið
hann er knapt 15 ár.
Ljósá hin 12-8-1946
Góði pápi
Nú vil eg skriva pápa nøkur orð og siga
pápa tíðindir – í dag er regn, men í morgin
man fara at verða betur veður, tí parametri
gongur upp.
Í gjár var eg og hugdi eftir veltunum, og
tær eru væl framkomnar tað síðstu tíðina.
Og tá vit komu aftur hevði kúgvin kálva, og
tað var ein tarvkálvur ...........
Vit hava sligi eitt sindur og sumt er komi
upp í satubørn, og eg og Dia hava mála
húsini eina ferð runt, og eg haldi at tað
strekkir eina ferð runt afturat og Dia hevur
keypt brúna máling í Havn. Og eg veit so
ikki meira at skriva hesuferð.
Heilsan Póul Jóhannes Poulsen
Stutt eftir hetta fekk familjan eina
sera stóra sorg. Pápin bleiv innlagdur á
Sanatorie í Havn við tuberklum. Synirnir
vóru 10, 14 og 16 ára gamlir og tað komu 2
harðir vetrar fyri tey sum familja.
Tað sæst at lesa í einum brævið sum
Sofus Abbi skrivaði til Babba frá Sanatorie í
Havn, hvussu hart tað eisini tók uppá hann
at hann noyddist at leggja so stóra ábyrgd
á sín elsta son sum var bert 16 ára gamal,
og eisini á hinar bádar yngru synirnar. Teir
tóku allir 3 sera stóra ábyrgd og hava allir
arbeitt sum vaksnir menn, frá tí teir vóru
stórir smádreingir.
Babba og Dia tóku tad ábyrgd á seg at
verda forsyrgarar fyri familjuni, og tað
var við at fara út at sigla. Elmar, sum bara
var 11-12 ára gamal, tók ábyrgd av øllum
heimaarbeiði, bæði við kúgv og hoyggjing
og torvi og alt sæman vid Ommu.
Babba var í Føroyingahavnini til skips
við Jóan Petur hjá Mouritsi, sum førdi
Marshall, tá ið hann fekk sítt seinsta bræv
frá pápa sínum.
Brævið ljóðar soleiðis:
Bræv fra pápanum til Poul Jóhannes fra
sent fra Sanatorinum, tá hann er knapt 19
ár
Epedimi afdelingen Hospitalet hin 16-6-1950
Mín góði sonur Poul Jóhannes
Tín góði pápi vil skriva tær nøkur orð.
Gud veri lov og tøkk og prís at Pápi livir
væl, men um eina viku skal pápi aftur uppá
borðið at taka nøkur riv afturat. Tað er
tungt, men tann góði Gud sum hevur vart
Pápa so væl til í dag, Hann kann hjálpa
Pápa til at blíva frískan og koma heim í
heyst. So ynskir Pápi at tú hevur tað gott
og livir væl. Vissi tú sær Mourentius, sum
tú fekk Rifluna frá - hann er í Grønlandi
í summar – so heilsa honum frá mær Og
Hans Paula og Jóhannesi og Hans Berg.
So sluttar Pápi við kærari heilsu til tín
mín kæri Hannus í trúgv til Harran at
møtast í Heyst til fjøllini.
Harrin signi meg og mítt Heim.
Vissi tú hevur tíð at skriva, so skriva til
Sanatoria, tí eg fari aftur her at styrkja meg.
Halt teg nær til Harran við David Salma
121.
Babba fer so glaður at skriva aftur
beinanvegin. Hann var glaður um at pápin
skrivaði at hann var opereraður og at
tað hevði gingist væl og hann væntaði at
sleppa heim til fjøllini um heystið. Og tá ið
Babba fór glaður, við brævinum í hondini,
og skuldi fara í land í Føroyingahavnini
at senda brævið, kom skiparin til hansara
og segði at teir høvdu fingið telegram
frá Føroyum, sum segði at pápi hansara
var deyður. Tað var eitt forferdiligt sjokk.
Brævið bleiv ongantíð sent. Babba fór bara
í koyggjuna og legði seg at gráta stillisliga.
.... So langt burtur heiman í frá – og so
einsamallur - og bara 18 ára gamal.
Skiparin segði onki meira og ongin annar
segði nakað við hann um at hann hevði mist
pápa sín.
Babba vitsti tá, at nú hevdi hann ábyrgd
av sær sjálvum og Mammu síni og brøðrum
sínum. Hann setti sítt álit á Jesus sum
sín hjálpara, og royndi so at fara aftur til
arbeiðis um borð á skipinum, hevur hann
fortalt. Og tá ið túrurin var liðuður og teir
komu aftur til Føroyar hevði pápin verið
begrivin leingi.
Babba kom at liva í umleið 70 ár aftaná
tann dagin.
Skilagóðir hevur hann verið, og hann
var so ómetaliga glaður fyri Mammu. Hann
segði ofta at hann føldi tað á sær, tá ið hann
sá hana fyrstu ferð, at handa pena gentan,
hon bleiv ein góð kona.
Mamma flutti frá Sørvági norður til
Ljósá, har sum Babba elskaði at verða.
Mamma hevði búd og arbeitt eina tíð í Havn
eisini.
Mamma gekk fult og heilt inn fyri
trúføst at ganga Harrans leiðir sæman
við Babba. Tey elskaðu bæði Jesus og
elskaðu hvønn annan. Tey tóku við gleði
ábyrgd av at halda fram við møtum hvønn
sunnumorgun og hvørt sunnukvøld í
salinum, sum var í kjallarnum hjá teimum.
Tað lá teimum báðum sera nógv á hjarta at
vísa gestablíðni. So tað hava verið sera nógv
ymisk fólk inni hjá Mammu og Babba til
eina máltíð í teirra lítlu húsum.
Mamma plagdi eisini at lesa úr Bíbliuni
fyri okkum, tá ið vit vóru farin í song og
biðja til Jesus sæman við okkum. Vit hava
SO nógv at takka Gudi fyri at Hann gav
okkum so góð og trúgvandi foreldur, sum
góvu okkum eitt gott og trygt heim at vaksa
upp í. Og tá ið vit blivu vaksin bóðu tey
eisini altíð til Gud fyri okkum og fyri okkara
børnum, sínum barnabørnum.
Tey fyrstu árini sum Mamma og Babba
vóru gift plagdi Babba stadigvekk at verða
til skips.
Mamma og Babba fyngu 5 børn. Eg,
Poulina eri elst, so koma Marita og Sólrun
og Lis og Eljón. Eg var 11 ár tá id Eljón var
føddur.
Mamma passaði børnini heima og gjørdi
alt arbeiði við hoyggjing, kúgv, hønum, at
taka upp eplir. Og so engdi hon línu eisini,
meðan Babba róði út sæman við Dia. So vit
fingu altíð nokk av mæti, og nógv av egnari
framleiðslu.
Ein kann undrast yvir hvussu hon
orkaði alt tað. Og so passaði hon eisini
Ommu heima sum var kreftsjúk og var
seingjarliggandi heima tað seinastu tíðina.
Tá var Lis nýfødingur, og Babba búði í
einum arbeidsskúrið í Kollfjaradali, og
arbeiddi uppá at gera Shellstøðina har.
Babba byrjaði at rógva út sæman vid Dia,
so at teir kundu verða meira heima, tá ið
børnini vóru smá. Eg haldi at tað eisini var
fyri at kunnu verða heima og hava møtini
og sunnudagsskúla fyri børnunum sum
vit vuksu til. Dia hevði sunnudagsskúlan
fyri okkum einsamallur. Og tað sigi eg tær
Hjartaliga takk fyri, góði Dia.
Men at rógva út var eisin sera strævið.
Serliga áðrenn flakavirki kom á Eiði.
Babba og Dia keyptu sær ein seksáring í
1961. Babba var fleiri ferðir í vanda á sjónum,
hvar ið Harrin á undrunarverdan hátt
hevur bjarga lívið hansara.
Babba var 36 ára gamal og uppá sítt
sterkasta og vanur við alt ímillum fjals og
fjøru, tá ið hann og Dia mistu sín bát við
Kellingina í 1967. Tá høvdu teir bara haft
MINNINGARORÐ