Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108 MINNINGARORÐ Eitt bjart ljós er sløknað Minningarorð um John Petersen Brátt, svárt og óskiljandi var at fáa boðini um, at John Petersen ikki er millum okkara longur. John andaðist av hjartatilburði bert 70 ára gamal í Turkalandi, hagar hjúnini vóru farin fyri at halda sjeyti ára føðingardag hansara 8. september. Ein virkin, raskur og dugnaligur maður er farin í Harrans hendur. Bæði vinnuliga og politiskt hevur verið ogn í John hjá okkara fólki og landi. Hann legði stórverk eftir seg bæði vinnuliga og politiskt. John var føddur og vaks upp í Skopun, sonur Carl, ættaður úr Fámjin, og Oliviu úr Skopun. Tey áttu eisini synirnar, Kristian (Kissifinn) og Thorstein, og døturnar, Sunnvá og Sólvá. John var giftur við Ragnhild, nevnd Gugga, úr Sørvági. Hon er dóttir Andrias Jensen úr Mykinesi, vanliga nevndur Andrias á Túala og Elisu Súsonnu úr Skopun, vanliga nevnd Santrina. Tey fingu døturnar Jonnu, Guggu og Zachariu og dreingirnar Paula, Wenningsted og Elian. John og Guggan fingu fimm børn, Karl Andrias (Kalla), Steinolv, Sidsel, Elisabeth og Kari Ann. Tey hava verið ein tætt knýtt familja. Men ”Harmur og gleði í felag tey reika,” kvøður sálmaskaldið. Gugga, John og børnini vórðu rakt av tí sáru sorg at missa Kalla bert 15 ára gamlan, tá hann til bakka ein dagin eftir lunda vestan fyri heimbygdina datt oman. John byrjaði sítt arbeiðslív sum 14 ára gamal við trolara til saltfisk. Soleiðis mentist hann blaðungur á skipsdekki í myrkri, kulda, høgari aldu, og vætu í tí aldri, tá ið flestu tannáringar í dag júst eru farnir í framhaldsdeild fólkaskúlans. Tíðliga í hjúnalagnum fór familjan til Íslands, har John arbeiddi í nøkur ár. John og bróðirin Christian fóru tíðliga at hjálpa pápanum, sum hevði lastbil og flutningsfyritøku í Sandoy. John stóð í handverkslæru og tók prógv sum jarnsmiður á Skipasmiðjuni á Skála. Tað var holl faklig vitan, ið kom væl við í lívlanga starvi hansara við maskinum og flutningstólum. Bilflutningsvirki pápans í Skopun gjørdist byrjanin til lívsstarv brøðranna, drúgvast hjá John sjálvum. Virkið byrjaði og mentist í heimbygdini við fyrifallandi flutningi; breiddi seg síðan út um oynna við húsabygging, jørð og betongarbeiði, vegagerð, lendingum o.t. So við og við rakk byggivirkið hjá Pf. J & K. Petersen um landið og umsíður eisini til okkara grannalond, mest Ísland, Grønland og Noreg í kapping við altjóða fyritøkur. Tað stóð ikki á hjá fyritøkuni at fara undir og fullføra stórverk, m.m.o. nýggja flogvøllin í Vágum, undirsjóvartunlar og verandi útbygging av Tórshavnar Havn. Fyri nøkrum árum síðan flutti byggivirkið í nýggjan virkisbygning á Sandvíkahjalla, har stór sementblandistøð hevur latið betong til bygging um alt landið. Hesi seinastu árini hevur Steinolvur tikið við leiðsluni á fyritøkuni eftir pápan. Í dag arbeiða 200 fólk íalt hjá byggifyritøkuni, Pf. J. & K. Petersen. Fleiri teirra hava verið við í áratíggju, ið sigur nakað um arbeiðsplássið. John hevur latið unga ættarliðinum stýrisvølin. Men stokkut gjørdist pensjónstilveran, eisini tí ágrýtna John so líkt. So virkisfúsur hevur hann verið, at hann til tað síðsta javnan fall fyri freistingini at seta seg upp í gravimaskina, sum tað sømir seg monnum, ið megna at flyta fjøll. John Petersen varð valdur í bygdarráðið í Skopun longu í 1976. Hann varð valdur fyrstu ferð á løgting í Sandoyar valdømi í 1988 fyri Fólkaflokkin og var landsstýrismaður í tveimum umførum, frá 1991 til 1993 og frá 1996 til 1998. Á løgtingi skaraði John skjótt framúr. Einki háfloygt uttanumtos. Hann fór altíð eftir úrslitum og dugdi sum fáur at greiða frá sínum sjónamiðum, so øll skiltu. Ikki ofta er ein landstýrismaður ella ministari væl umtóktur, meðan hann situr, men tað var John Petersen sum fiskimálaráðharri. Øll vistu, hvar tey høvdu hann, bersøgin, sum hann var. Bráur av lyndi, men tolin, tá ið um ráddi at mýkja eitt seigt mál til at finna neyðsemju og felags loysn. Hvassur í orðum, tá tað var neyðugt, men bleytur og yvirtalandi, tá tað galt. Hann fekk stundum ein ivasaman flokk, samgongu ella enntá løgting at venda eftir at hava greitt frá, hví tað var klókt og gagnligt. Mangur rósti honum, bæði tey, ið vóru samd og tey, sum vóru ósamd. John var kendur fyri at hava greiðar meiningar, var altíð førur fyri at grundgeva fyri síni støðu og at handla, tá tað ráddi um. Úrslitini talaðu fyri seg. Ótolnast var hann, tá menn høvdu fyri at sleppa undan eini semju ella loysn. Tað kundi neista frá, men hann visti væl, hvat markið til brot partanna millum lá, áðrenn menn fóru um tað. Harðast leikaði stríðið á skipabunka, tá ið John sum landstýrismaður í fiskivinnumálum kreppuárini 1991-93, tá ið fiskaloysi var og fiskaprísirnir í botni. Tá var árliga hall landskassans hálva mia kr, nærum 20% av javnanum, ið lá um gott hálvatriðju mia. kr. Tá kravdist sterkur ryggur til at skarva 2/3 av tí lutfalsliga stóra stuðli, fiskivinnan hevði fyri neyðini. Í dag vilja mangir vera “nýggir aktørar” í tí lønsomu uppsjóarvinnuni. Seinna skeiðið hjá John sum fiskimálaráðharri (1996-98) bjóðaði hann mongum manni svarkjafta- o.o. veiðiloyvi, men bert 2 “aktørar” tóku av, meðan hinir gomlu kapparnir treiskaðust víðari fyri at fáa tað at bera til og hava gjørt tað síðan. Tað krevur serligt seiggi til at fáat við fiskivinnu. Besta skoðsmálið fekk John nøkur ár eftir aldaskiftið, tá hann sat vásaklæddur umborð í Smyrli um Suðuroyarfjørð. Ein sjómaður við kenning kom til borðið og spurdi harðmæltur, um tað var John Petersen, ið har sat. John játtaði líka klármælt og spurdi, hví hann vildi vita tað? Deyðatøgn. Tú hevði hoyrt eina knappanál raka dúrkið. Øll tagdu við borðini uttanum og lurtaðu: “Jú,” svaraði suðringurin, “tí so ert tað tú, ið er besti fiskivinnuráðharri, vit føroyingar nakrantíð hava havt.” So fór hann til sítt egna borð. John takkaði og smíltist. John Petersen var stak gløggur og dugdi sítt politiska og verkliga handverk sum fáur. Hann var altíð klárur at ganga fremst, uttan mun til uppgávuna. Serliga vóru tað hansara evni at samráðast, sum eg sá upp til og lærdi av. Hann visti, hvat hann vildi og dugdi væl at náa málinum. Sum ungur alvi í Fólkaflokkinum fekk ein altíð nøkur orð á vegnum frá John. Tað kundi verða rós og eisini rís. Rís kundi tíðum níta fast, men eftir at hava hugsað meg um, so hevði hann altíð rætt. Honum lærdu vit yngru nógv av. -------------------- Mangar eru tær lendingar, grótkøst, dráttir, legur, bryggjur og havnir, sum bori-, spreingi- og dýpingarflakar og grótbátar hjá J&K Petersen hava sprongt, dýpt og bygt, og teirra maskinur og dumparar hava ført tilfar til, so at okkara skip hava kunnað leita sær livd, kastað akker og bundið við kai í tryggari havn. Nú, bert 70 ára gamal og heili 8 ár undir miðal livialdur, men við ørgrynnu av bygnings- og politiskum verkum latnum úr hondum, hevur John longu siglt sín lívs fjørð og funnið ævigan frið hinumegin í himmalsins havn. Ímillum okkara er hansara bjarta ljós slóknað. Vit senda okkara djúpastu samkenslu til tykkum avvarðandi. Okkara tankar leita serliga til tykkara, Gugga, børn og abbabørn. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini. Vegna Fólkaflokkin. Jørgen Niclasen, formaður bátin í 6 ár. Men vit hava mangan takka Gudi fyri at Hann bjargaði teimum, so at vit ikki blivu 7 børn sum blivu faðirleys tá. Men raskir og arbeiðsæmir vóru teir. Teir fóru at smíða hús. Tað var eisini sæman við Elmar.Babba segdi at Elmar var sera fittur í hondunum og so kvikur og dugdi væl at smíða. Eg haldi at teir hjálptust at. Teir lógu so ikki á letisíðuni, men arbeiddu nógv og fyngu smíða sær ein nýggjan 6-áring nøkur ár seinni, sæman við Símun Jóhann Wolles. So fóru teir aftur at rógva út á Norðhavinum. Babba plagdi at mussa Mammu og okkum børn sum vóru í køkinum, tá ið hann fór til útróðrar. Hann elskaði okkum, og hann vitsti hvussu vandamikið tað var at fara á Norðhavi við so lítlum báti. Hann hevði skil á streymið og sjóvarfallið. Hann merkti rákið í sjónum betri við opnum báti enn við dekksbáti, segði hann Teir fiskaðu nógv á Norðhavinum við handakraft. Tá vóru ikki nógvir hentleikar. Babba fylgdi ótrúliga væl við veðrinum. Hann stakk so ofta høvdi út ígjøgnum takvindeyga fyri at merkja hvussu ættin var og hvussu nógvur vindur var. Teir fiskaðu væl og tað eina ári høvdu teir Norðhavsmet í at fiska mest uppá mannin. Tað var gott at eiga eitt gott og trygt heim. Góði Dia. Túsund takk fyri alt sum tú eisini hevur verið fyri okkum. Tað var ikki løgið at nú tá ið Babba lá til tað seinasta, so vaknaði hann ofta og spurdi eftir Dia. Hann mátti fara at biða Dia koma at hjálpa sær. Ella segdi at hann hevði droymt at teir drógu bát, men fyngu hann ikki niðan. Men so kom Dia og tugaði í eitt band frammanfyri á bátinum, og so fyngu teir bátin upp. Óiva hevði hann altíð sera stórt álit á Dia. Dia var longst sæman við Babba. Nemliga í 85 ár. Og tað eru nokk fáir brøður, sum vóru so nógv sæman, sum tit báðir. Góði Dia má Harrin Jesus styrkja teg í sakninum eftir bróður tín Hannus. Tann seinasa veitslan sum Babba var við til var Elmar´sa 80 ára føðingardag. Takk fyri Elmar at tú komst her norður at halda dagin so at Babba kundi verda við. Tá blivi tit tríggjir 250 ár tilsæmans. Takk fyri at tú altíd hevur verið so trúgvur at vitja aftur í títt Barnaheim. Góði Elmar, vit vita at tú helt nógv av brøðrum tínum. Tað bleiv nakað heilt serligt ímillum tykkum, av tí at tit allir 3 mistu pápa tykkara á so ungum aldri. Takk fyri alt, og má Harrin eisini styrkja teg í sakninum av elsta beiggja tínum Hannusi. Og Góða Mamma. Hesu seinastu árini hevur tú tikið fulla ábyrgd av at passa Babba, tí at hann ofta var sjúkur. Og tað má verða ein serlig náði, sum tú hevur fyngið frá Gudi, at tú hevur klára at passa Babba heima hesar seinastu mánarnar, tá ið hann hevdi brúk fyri passing 24 tímar um døgnið, 7 dagar um vikuna. Tað var Babbasa ynski at sleppa at verða heima við Ljósá, inntil Harrin Jesu fór at koma at taka hann heim til sín Himmalska bústað. Og eg veit at tú bað so innarliga til Jesus um at hann skuldi geva tær styrki til at passa tín elskaða mann; og at hann ikki skuldi blíva alt for sjúkur. Vit halda at hann var sera sjúkur ímóti endanum. Og vit beundra teg, góða manma. hvussu væl tú hevur útført hesa sera stóru uppgávu, og sjálv ert tú ikki heilt ung longur. Takk fyri alt tú vart fyri babba og fyri okkum syskin. Vit Takka Harranum av hjarta fyri tey góðu foreldur sum tit hava verið fyri okkum. Og eisini okkara børn, tykkara barnabørn, langommu- langabbabørn, gleðast í takksemi um yvir tað góðu og fittu Ommu og Abba, Langommu og Langabba sum Gud gav teimum. Tað var so løgið at standa vid kistuna hjá Babba til tað seinasta avskeð her á jørð. Men tað hevur so nógvan tídning fyri meg nú, at Babba tók í hondina á mær í summar og segdi ógvuliga rørdur á málinum: ‘Farvæl og vit sýggjast í Himlinum’. Eg segði við hann: ‘heldur tú tað, Babba?’ ‘JA, tað er heilt sikkurt,’ segdi hann. ‘Eg føli at eg vikni so skjótt nú.’ Tað er ein so stór troyst at vita at Babba var tryggur í Jesu ørmum, tí at hann hevði sett sítt álit á Jesus sum sín Frelsara Takk góði Gud fyri at vit fyngu ein so góðan Pápa. Og Takk fyri at vit sluppu at eiga hann so leingi. Poulina Østerø