Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ákærdur fyri at fiska í stongdum kassa - Vit fiska ikki eingong har tá kassin er opin, tí har er eingin svartkalvi at fáa, sigur skiparin á Sjagakletti. Danjal av Rana 3. juli í 2016 varnast Tjaldrið, at trolarin Sjagaklettur liggur inni í so­nevnda Geiranum, t.e. kassi a á syðra kanti á Føroya Banka, sum er stongdur fyri trolveiðu um summ­ arið. Tjaldrið leggur síðani kós móti Sjagakletti og varnast, at trolarin nakrar tímar seinni aftur er inni í kassanum. Tá ringir skiparin á Tjaldr­inum, Ellintur Abrahamsen, um­borð á trolaran og minnir skip­ ar­an á, at kassin er stongdur. Skiparin svarar aftur, at teir hála ikki í løtuni. Teir hava tikið trolið inn og reinsa tað fyri osti. Ost­ur er ymiskt rusk, sum samlast í trol­inum av og á. Tá Tjaldrið kemur fram á Sjaga­ klett verður skipið tikið og skip­ arin verður síðani ákærdur fyri at hava gjørt fleiri hál inni í stongda kassanum. Plottarin og dagbókin umborð siga, at skipið átta ferð­ir hevur verið inni í stongda kass­an­ um, meðan trolið hevur verið úti. Skiparin er tí ákærdur fyri at í seks ymiskum hálum at hava fiskað á stongdari leið. Dagbókin vís­ir greitt, nær hann hevur skotið trolið og hálað tað inn aftur, og á plott­aranum sæst, at hann í hesum tíðar­skeiðnum fleiri ferðir hevur verið inni á stongdum øki. Skiparin noktar seg sekan. Hann játtar, at hann hevur verið inni á stongdari leið, men tvíheldur um, at hann ikki hevur trolað, meðan hann hevur verið inni í kassanum. Hann hevur ymiskar frágreið­ ing­ar um, hví tað kann síggja so­ leið­is út, um hugt verður at plott­ ar­an­um og dagbókini. Er annað at gera enn at føra dagbók Hann viðgongur, at hann ikki altíð hevur ført dagbókina júst eft­ir leiðreglunum. Tær siga, at skrá­set­ ast skal neyvt nær trolið verð­ur skotið og nær tað aftur er á dekk­ in­um. Sjálvur sigur hann, at nógv annað hendur umborð, og tí kundi tað gott vera ósamsvar millum, hvat var skrásett, og hvat veruliga hendi. Kanska var eitt frávík upp á eitt korter, hálvan tíma onkuntíð. - Onkuntíð skrásetti eg, at nú skjóta vit, men so á veg út at geva boð­ini, kom okkurt í vegin, sum mátti gerast fyrst. So bleiv skotið eitt sindur seinni enn skrásett, sig­ur skiparin. Hetta verður nýtt sum frágreiðing, tá dagbókin vísir, at skotið hevur verið heilt tætt at mark­inum hjá kassanum. Kannaðu trolið Í øðrum hálum vísir dagbókin, at Sjaga­klettur hevur siglt inn í kassan kanska miðskeiðis í hálinum. Tá sigur skiparin, at áðrenn teir koma inn í kassan, hevur hann drigið trolið inn. - Botnurin er so vánaligur í øk­ in­um, at tað ofta kemur skaði á trolið. Tí hála vit tað av og á inn at kanna. Tað er í hesum løtum, at vit eru farnir inn í kassan, men farnir út aftur, áðrenn trolið er skotið út aft­ur. Ákærin spyr, um hetta ikki eigur at skrásetast eisini, um ikki annað sum ein viðmerking. Men skiparin sig­ur, at tað hann kennur til, er hetta vanlig mannagongd. Hann sig­ur eisini, at teir tømdu ikki posan, tá hann bleiv hálaður inn. Orsøkin til hetta var, at aksulmotorurin um­borð var farin, og skerdi hetta frysti­møguleikarnar nógv. - Tí var frægari at hava fiskin sum longst niðri í dýpinum, har hit­in er um frostmarkið ella kanska nøk­ur fá hitastig, heldur enn at taka fiskin inn á fabrikkina, har hit­in er um 30 hitastig, greiddi skip­ ar­in frá. Ákærin vísti tá á, at sambært lóg­um og kunngerðum, skal allur fiski­reiðskapur liggja upp á pláss, tá siglt verður á stongdari leið. Skip­arin váttaði, at so segði lógin, men meinti, at tað var góðtikið, um tað bara ikki var í brúk. Hes­um váttaði eisini Ellintur Abra­ham­sen, skipari á Tjaldrinum. Hann segði, at seinastu árini hevði Fiski­veiðu­ eft­ir­litið góðtikið, at reiðskapurin lá frammi, so leingi hann ikki var í brúk. Har er eingin svartkalvi Sjagaklettur var á svartkalvaveiðu og skiparin heldur, at hetta kanska er besta prógvið fyri, at teir ikki fisk­aðu, meðan teir vóru í kass­an­ um. - Har er eingin svartkalvi. Kassin er bara stongdur um summarið, men vit fiska als ikki har, heldur ikki, tá kassin er opin, sigur hann. Hann vil eisini vera við, at plott­ ar­in vísir, at tað als ikki hevur verið tekn­iskt gjørligt hjá teimum at fiska inni í kassanum. Hann vísir á, at plottarin hjá Vørn vísir, hvussu skjótt skipið siglir, og onkuntíð er ferðin alt ov høg til, at teir kunnu hava havt trolið úti. Harnæst hava teir onkuntíð einans verið inni í kass­anum í eini 20 minuttir og so farn­ir útaftur. - Ein hvør við skili fyri troling veit, at tað ber ikki til at venda skip­inum so skjótt, um trolið er úti, sig­ur skiparin. Ellintur Abrahamsen segði, at kanska kundi onkur óvissa verða gald­andi í onkrum av hálunum, men at eftir hansara tykki var eing­in ivi um, at Sjagaklettur hevði trolað ólógliga á stongdari leið. Tað vístu plottari og dagbók greitt og tað vóru hóast alt tey amboð, Fiski­ veiði­eftirlitið hevði at kanna fiski­ skap­in hjá skipunum. Kærdi til Eystara landsrætt Ætlanin var, at málið skuldi gerast liðugt í dag, men verjin heitti á dómaran um at spyrja serkøn fólk um nakað av tí, sum skiparin hevði ført fram. Hann vildi millum annað hava betri lýst, hvussu skiparar ann­ars føra dagbøkur, um allir gera eft­ir leiðbeiningini ella um fleiri gera sum skiparin. Harnæst vildi hann hava serkøn fólk at meta um, hvørt tað mundi bera til at venda skip­in­um so skjótt, um trolið hekk úti. Ákærin mótmælti hesum, men dómarin tók umbønina hjá verj­ an­um til eftirtektar og útsetti tí málið. Hesa avgerð kærdi ákærin til Eystara Landsrætt, sum tí skal taka støðu til, um verjin sleppur at kalla hesi vitni inn ella ikki. Hvussu vík­ir og vendir, so má skiparin bíða eina løtu afturat, áðrenn hann veit, hvør dómurin verður. FISKIVINNA