týsdagur 18. september 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Pauli Poulsen hevur takkað fyri seg, sum venjari hjá 07 Vestur. Ein avgerð, sum
hann sjálvur hevur tikið. Nú skal Sigtór Petersen enn eina ferð bjarga vágamonnum
Pauli gevst í 07 vestur:
Tróndur Arge
Pauli Poulsen takkaði í fjør fyri
seg, eftir trý og eitt hálvt ár sum
venjari hjá Skála. Hann segði tá,
at hann hevði hug at royna okkurt
nýtt. Tann møguleikan fekk hann í
07 Vestur, sum stríðist við at vinna
sær fast pláss í bestu deildina. Liðið
megnaði í fjør at yvirliva, men tað
er við góðari hjálp frá næstbestu
liðnum hjá KÍ og NSÍ, sum bæði
endaðu frammanfyri B68 í 1.deild.
Tað merkir, at bara AB flytur upp,
tí tað er ikki møguligt at flyta upp,
um tú ikki ert í topp trý í næstbestu
deildini.
Kappingarárið í ár hevur ikki
eydnast so væl, sum tey í felagnum
helst høvdu ynskt. Tað gekk strilti
at fáa fyrsta sigurin. Ikki fyrr enn í
12. umfari bragdaði, tá liðið vann 4-1
á Skála. 07 Vestur hevur nú 10 stig
á 10. plássi, men tað eru bara tvey
stig upp til argjamenn á níggjunda
plássi. Hetta kann verða nokk til at
yvirliva í deildini.
-Tað skuldi verða nú
Hóast avrikini hava verið á eini leið
í seinnu hálvu, so valdi Pauli Poul
sen mánadagin at leggja frá sær
sum venjari hjá 07 Vestur.
-Skuldi tað verða ein broyting, og
skal ein avloysari hava nakran kjans,
so kann tað ikki verða seinni enn
hetta. Tað er við vón um, at nýggjur
persónur og nýggj rødd kann rista
eitt sindur í, sigur Pauli Poulsen við
Sosialin, og leggur afturat:
-Hetta er mín avgerð. Eg føli,
at hetta er tað besta fyri liðið. Nú
hevur ein nýggjur venjari eina
viku til dystin móti AB, men eg
hugsi eisini um nakrar av komandi
dystunum,
sum
eitt
nú
EB/
Streymur og Suðringar á heima
vølli. Skal ein venjari hava møgu
leika at gera mun, so mátti hetta
henda nú, sigur hann.
Misjøvn gongd
Tað gekk strilti at stig í fyrstu um
førunum. Fyrsti sigurin kemur ikki
fyrr enn í 12. umfari, men síðani
hava sigrar á Víkingi og AB gjørt
mun, men seinastu umførini hevur
einki staðið til.
-Tað vóru nógvar broytingar í
fyrru hálvu. Liðið misti fleiri roynd
ar spælarar, meðan spælarar sum
Ndende Adama Guye og Martin
Tausen er skaddir, men teir ungu
spælararnir ikki hava so nógvar
royndir, sigur Pauli Poulsen, sum
tó heldur at seinna hálva hevur
sæð betri út.
-Í seinnu hálvu hevur tað verið
meiri stabilt, sjálvt um okkurt hakk
er komið í lakkið. Vit vunnu á AB
fyri ikki so langari tíð síðan, har
vit spæla væl, men tað hevur eisini
verið stabilt við spælarum, sigur
Pauli Poulsen.
Hann gleðist um, at ungir
spælarar sum Dann Fróðason, Silas
Eyðsteinsson og Asbjørn Heðinsson
hava gjørt framstig sum spælarar.
-Eg havi trivist væl í 07 Vestur
og ongantíð kent annað enn stuðul
frá spælarunum. Hetta er eitt felag,
sum stríðst fyri at klára at stabili
sera seg í bestu deildini. Tað hava
verið nógvar broytingar og nógvir
óroyndir spælarar, men eg haldi
at teir hava ment seg, sigur Pauli
Poulsen.
Lykladystur komandi umfar
07 Vestur hevur 10 stig á 10. plássi.
Argjamenn hava 12 stig á níggjunda
plássi. Sum støðan er í 1.deild, so er
væl hugsandi, at nummar níggju í
Betri deildini hjá monnum yvirlivir.
Komandi sunnudag verður botn
brak á Argjum, tá AB tekur ímóti
07 Vestur. Tí kann tað tykjast eitt
sindur løgið, at leggja frá sær júst
nú.
-Tað er ikki bara dysturin móti
AB, sum er týdningarmikil. Tað
koma eisini nakrar heimadystir
móti EB/Streymi og Suðringum.
Skal ein venjari kunna seta sín
dám á liðið, so kundi hetta ikki
henda nógv seinni enn nú. Eitt stig
á Argjum kann eisini brúkast, sigur
Pauli Poulsen.
Hann leggur afturat, at hann
trýr upp á, at 07 Vestur yvirlivir.
Sigtór tekur við
Tað verður Sigtór Petersen, sum
skal venja 07 Vestur restina av
kappingarárinum. Hann tók eisini
við í fjør, tá Trygvi Mortensen legði
frá sær. Tá vann 07 Vestur tríggjar
av fýra teimum seinastu dystunum
og yvirlivdi, meðan ÍF flutti niður.
Fyrrverandi
verjuspælarin
í
felagnum er bara 30 ára gamal, men
hevur víst seg at rakt rætt oftani, tá
hann hevur staðið við róðrið. Hann
er í løtuni í holt við venjaraprógvini
hjá Fótbóltssambandinum.
trondur@sosialurin.fo
-HETTA ER
MÍN AVGERÐ