Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 19. september 2018 · Nr. 108 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR Ronni Møller-Iversen og Predrag Pucuca hava spælt sín seinasta dyst fyri KÍ. Sáttmálin millum partarnar eru ógyldaður. – Hetta kann eisini verða ein tillaging til komandi kappingarár, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ Tróndur Arge Bæði 24 ára gamli Ronni Møller- Iversen og 32 ára gamli Predrag Pucuca, hava spælt sín seinasta dyst fyri KÍ. Danski miðvallarin og kroat­iski miðverjin hava báð­ir fingið sáttmálan upp­sagdan í KÍ. -Tað stutta av tí langa er, at at vit hava í góðum anda endað samstarvið við teir báðar. Tað liggur einki meiri í tí, sigur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig. Tað kemst tó ikki uttan­um, at hvørki Ronni Møller-Iversen ella Predrag Pucuca hava staðið sterkir í mynd­ini seinastu tíðina. Ronni Møller-Iversen spældi leygar­dag­in við 1.deild hjá KÍ, og var als ikki við í hópinum hjá besta liðnum, tá teir spældu á Skála. Danski vongurin spældi annars nakrar góðar dyst­ir í summar, men síðani hava avrikini verið misjøvn. Predrag Pucuca kom til felag­ið í summar, tá Marko Dusak valdi at fara heim. 32-ára gamli miðverjin stóð seg óvanliga illa í dystinum móti Vík­ingi undan lands­liðs­steðgi­ num. Hann spældi so illa, at tað er ikki óhugsandi, at slík avrik hava gjørt, at hann onga framtíð hevur í Klaks­vík. Tí bendir nógv á, at spælar­ arnir ikki liva upp til støð­ið, sum ein útlendskur spælari skal hava í føroysk­um fótbólti. Millum annað hevur KÍ longu tryggja sær Semir Hadzibulic og Dani Pavlovic til komandi kapp­ingar­árini. -Hatta er ein giting hjá tær, men tað er alt í einum góð­um anda. Tað eru nøkur fakta, ið vit ikki kunnu renna frá, sum millum annað er, at vit blíva ikki nummar eitt í ár. Hetta kann eisini vera ein tillaging til hópin fyri kom­andi ár, sigur Tummas Ler­vig. Ronni Møller-Iversen hevði sáttmála hetta árið út, meðan Predrag Pucuca eisini hevði sáttmála fyri komandi kapp­ingarár. Formaðurin í KÍ sigur, at talan er um eina semju. -Báðir partar eru nøgdir við avtaluna, og teir hava fing­ið tað, sum teir eiga at fáa. Nú arbeiða vit móti fram­tíðini, sigur Tummas Ler­vig. KÍ skal sunnudagin spæla móti HB í 23. umfari í Betri deild­ini hjá monnum. KÍ er í løtuni á øðrum plássi, men kann útseta FM- veitsluna við einum sigri á oddaliðnum úr Havn. Skúlafótbóltur: John Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í næstum skal til innleiðandi EM- undankapping í Litava. Í døgunum 30. september til 9. oktober fer føroyska U19-landsliðið við gentum til Vilnius í Litava, har innleiðandi EM- undankapping er á skránni. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Írland og Ukraina eisini við í kappingini. Fyrr í hesum mánaðinum vóru U19- genturnar í Estlandi, har tær spældu tveir venjingardystir móti estlendska U19- landsliðnum. Úrslitini gjørdust 4-1 og 1-0 til Føroyar. John Petersen, høvuðsvenjari, og Bára Skaale Klakstein, hjálparvenjari, hava úttikið 18 spælarar til kappingina í Litava, og av teimum, eru tvær, ið spæla uttanlands. HÓPURIN: Randi Eyðunsdóttir á Bergi, KÍ Rebekka E. Danielsen, Forus & Gausel IL (NOR) Maria á Lakjuni, ÍF/Víkingur Julia Helena Dal Henriksen, HB Poula Andreasen, HB Rúna Olsen, B68 Sara Samson Lamhauge, HB Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍF/Víkingur Marjun Óladóttir Danielsen, B36 Julia Noami Mortensen, HB Sanna J. F. Svarvadal, KÍ Eyðgerð R. Mikkelsen, B68 Rutt Hjelm Gregersen, KÍ Sólvá S. Olsen, Brøndby IF (DEN) Ása Stórá Carlsen, HB Eyðbjørg Ellingsgaard, EBS/Skála Rebekka J. Olsen, B68 Mona Rasmusdóttir, ÍF/Víkingur SKRÁIN: 2. oktober Føroyar – Ukraina 5. oktober Írland – Føroyar 8. oktober Litava – Føroyar Í døgunum 30. september til 9. oktober fer U19-landsliðið við gentum til innleiðandi EM- undankapping í Litava - Mynd: www.fsf.fo -Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll. Umframt at talan er um ein fótbóltskapping, so er tað eisini ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum, stendur í tíðindaskrivinum. Skúla­fótbóltur er fyri árgang­ ir­nar frá 1. til 10. flokk, og mið­ náms­skúlarnir kring landið. Spælt verður bæði í dreingja- og gentu­ lið­um, og í blandaðum liðum við dreingjum og gentum. -Liðini skulu sum útgangspunkt ein dag til Vágs, har lið norðanfjørðs sleppa suður um morgunin og norðuraftur seinnapartin. Ymisku árgang­irnar skulu til Vágs at spæla ymisk tíðspunkt, stendur í tíðinda­ skrivinum. Liðini, sum vinna seg víðari til finalu­umfar, skulu spæla á stórum felags finaludegi í Vági fyrst í mai 2019. Tað er ókeypis at vera við í kapp­ingini. trondur@sosialurin.fo Í heyst verður farið undir nýggja fót­bólts­ kapp­ing í Føroyum, tá tað á fyrsta sinni verður skipað fyri kappingini Skúlafótbóltur. Fyri­skipar­arnir siga, at ætlanin er, at skúla­ fót­bólt­ur skal verða ein afturvendandi fót­bólts­kapp­ing, sum verður skipað í Vági hvørt ár í heyst-, vetrar- og várhálvuni. Kapp­ingin verður í Marghøllini í Vági Nýggj fótbólts­ kapping í Føroyum U19-landsliðið við gentum úttikið KÍ SENT TVEIR SPÆLARAR HEIM Navn: Ronni Møller-Iversen Føddur/Aldur: 17.juli 1994 / 24 ár Tjóðskapur: Danmark Pláss: Vongur Dystir fyri KÍ: 24 Mál: 3 Navn: Predrag Pocuca Føddur/Aldur: 24. januar 1986 Tjóðskapur: Kroatia Pláss: Miðverji Dystir fyri KÍ: 4 Mál: 0 Fakta: