Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 109 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Virknis- og tilhaldsstaðið Gloym meg ei letur upp í Klaksvík. Vónbjørt Vang er sett sum nýggjur býarbókavørður í Tórshavnar kommunu. Hon tekur við eftir Arnbjørn Dalsgarð. Spurnarkanning hjá Spyr.fo vísir, at samgongan hevði mist meirilutan, var val nú. Fólkaflokkurin var størsti flokkur í kanningini. Pauli Poulsen gevst sum venjari í fótbóltsfelagnum 07 Vestur, nú seks dystir eru eftir at spæla. Kalikurin er tikin úr kirkjuni í Fuglafirði, meðan fólk hava verið til arbeiðis. Eisini eru tveir aðrir lutir tiknir. Vígslubræv MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur er føroyski útflutningurin minkaður fyrstu sjey mánaðirnar samanborið við somu tíð í fjør 542 Nýggja hjúnabandslógin hevur við sær, at nýggj vígslubrøv eru gjørd. Nú kunnu fólk av sama kyni giftast, og tí rigga vanligu heitini »maður« og »kona« ikki longur til øll, ið skulu giftast. Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, setti í vikuni Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, munnligan fyrispurning um málið. Hann spurdi, um tað er rætt, at tað nú eitur »maki 1« og »maki 2«, og at orðini »maður« og »kvinna« eru strikað á vígslubrøvunum. Sirið Stenberg var burturstødd í vikuni og fekk ikki svarað fyrispurninginum í hesum umfari. Um orðið sigur Sprotin: Vígslubræv Skjal, ið váttar giftu Læknin sigur, at eg skal ikki stressa so nógv um alt. Deiligt! Sum um eg ikki hevði nokk at hugsa um frammanundan. Tey næstu sum bjóða seg fram at skera á háls, kunnu rokna við, at fleiri upptøkur verða gjørdar av teimum. Øll ganga við upptøkutóli í lummanum. Fríggjadagur Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, yvirhøvur turt og sólglottar. Um náttina hækkar hann í ein norðan og útnyrðing og øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og fyrst regn, seinni ælaveður. Hitin millum 6 og 10 stig.   Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 4 og 7 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin makar nakað og um kvøldið er gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður móti kvøldið, annars fyri tað mesta turt. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 3 og 7 stig. 8-13 m/s 5-10 m/s Heystið nærkast og tey sum hava seyð gleða seg tila t fáa feskt undir tonna. Onnur gleða seg til, at tað verður eitt sindur myrkari og at tað verður hugnaligt um kvøldarnar. Fyrr søgdu vit, at tað var hesa tíðina vit lósu bøkur og tosaðu um tað vit lósu. Hetta gav okkum innlit í onnur viðurskifti og settii hugflogið í gongd. Minnist eisini væl, at tað var um heystið at vit fóru undir talvkappingar. Vit gingu hús úr húsi og telvaðu. Ája! Soleiðis var tað tá, men távóru teldur og telduspæl heldur ikki uppfunnin. Nú er tíðin ein onnur. Myrka tíðin gevur teimum ungu uppaftur meira tíð frammanfyri teldlum og teldum. Sjónvarpið verður eisini brúkt – soleiðis alt til sína tíð. Vert er tó at leggja til merkis, at sjálvt skúlarnir eru farnir at gera vart við, at lesiførleikarnir eru ikki teir somu. Lærarar vísa á, at tað gongur illa hjá sjálvt størru næingunum at lesa samanhangandi tekstir. Sum eg síggi hetta, so er talan um ein stóran trupulleika, sum fer at raka okkum seinni. Vit mugu duga at lesa tekstir og skilja hvat stendur. Tað er gjøgnum slíkar tekstir vit fáa innlit í onnur menniskju og ikki bert skoyta omaná, sum vit gera, tá ið bert lesa yvirskirfitir og fýra reglur afturat. Ája! Løgtingið er saman aftur. Mikudagin vóru munnligir spurningar á breddanum og sjáldan eru so nógvir av teimum sendir út alment dagin fyri. Spurt var um líkt og ólíkt. Upprunaliga var hesin spurnartímin ætlaður at varpa ljós á mál, sum onkur kanska royndi at súlta. Tingfólk kundu tí gjøgnum munnligar spurningar, uttan nakað roks, spyrja eftir málum og fáa svar. Nú er tað broytt til at samgongufólk spyrja landsstýrisfólk um mál fyri at reklamera fyri málunum. Tíbetur ásetir tingskipanin mørk fyri hvussu leingi slíkt kann fara fram. Ája! Á flogvøllinum hava tey havt eina stóra venjing í vikuni. Tað er tryggjandi at hetta verður gjørt, tí ongin veit at siga nær vit hava brúk fyri bjargingarfólkunum. Hetta fær meg at hugsa um, um almennu myndugleikarnir í veruleikanum hava brunaumsjón við øllum almennum stovnum, sum hýsa sjúkum, illa gongdum og sálarliga sjúkum borgarum. Slíkt skal gerast. Tað áliggur sjálvandi leiðsluni at syrgja fyri at hetta verður gjørt, men vit hava eisini eftirlitsstovnar av ymsum slag. Tað er ikki nóg mikið at sita á eini heitari skrivstovu og senda meylar út. Eftirlit, sum hava nakran virkna, skulu gerast á staðnum, skal funktiónin hava nakra meining. Soleiðis er tað. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At Føroyar fyrstu sjey mánaðirnar innfluttu brennievni fyri 779 milliónir krónur 10-15 m/s