hósdagur 20. september 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 109
5
torshavn.fo
Hølini í Niels Finsensgøtu 7 við Býarbókasavnið eru tøk og verða við
hesum lýst til leigu skjótast gjørligt. Talan er um hølini, har kaféin er í
løtuni.
Hølini eru í tveimum hæddum, umleið 45 fermetrar í veghædd og umleið
40 fermetrar í kjallarahædd. Harumframt nýtir kaféin høli í felag við
Býarbókasavnið, har viðskiftafólk hjá bæði kaféini og bókasavninum kunnu
halda til.
Ynskiligt er, at nýggi leigarin yvirtekur innbúgv og tól frá verandi leigara.
Lýsing av virksemi
Tórshavnar kommuna ynskir, at virksemið framhaldandi verður kafé/mat-
søla, lagað til hølisumstøðurnar og viðskiftafólkini. Virksemið verður skipað
í samstarvi við Býarbókasavnið, av tí at kaféin er ein partur av Býarbóka-
savninum.
Umsøkjarar verða bidnir um í umsóknini nágreiniliga at lýsa virksemið,
sum ætlandi skal vera í hølunum. Umsóknirnar verða mettar sum ein
heildarmeting við støði í ætlaðum virksemi, vøruútboði og møguleikum
fyri samstarvi.
Meira fæst at vita
um hølini og leigumálið við at venda sær til Bjart Mortensen, málsviðgera á
Stjórnarskrivstovuni, telefon 302010 ella 224230.
Umsókn
Umsóknir við viðkomandi upplýsingum skulu sendast til Tórshavnar
kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, ella til torshavn@torshavn.fo, og
vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 3. oktober 2018
kl. 12.00.
Høli til leigu til kafé
við Býarbókasavnið
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Maibritt
Frederiksberg,
Strendur.
Eg eri ein kvinna ið
brenni fyri tí einstaka
menniskjanum. Til
dagligt starvist eg hjá
Bláa Krossi og royni at
møta menniskjum í
eygnahædd. Við
umsorgan og
stimbran er tað
gevandi at hjálpa
fólki eitt fet á leiðini.
Eitt samfelag hevur
tað ikki betri, enn tey
ið hava tað truplast.
Eg velji at stuðla
Miðflokkinum, tí
Miðflokkurin
umboðar best míni
hjartamál.
EITT SAMFELAG HEVUR
TAÐ IKKI BETRI ENN TEY,
IÐ HAVA TAÐ TRUPLAST
Vælsøgdu orðini hjá Maibritt Frederiksberg lýsa politikk Miðfloksins.
Størsta uppgávan hjá politikkarum er at byggja eitt samfelag, har allir
landsins borgarar hava sømilig livikor og javnbjóðis rættindi, utan
mun til førleikar. Nøkur eru fødd við sterkum og gevandi førleikum,
sum røkka longur enn til egið uppihald. Onnur eru av ymsum
orsøkum skerd og megna ikki at tryggja egið uppihald. Miðflokkurin
vil byggja land á slíkan hátt, at øll, eisini tey, ið ikki megna, skulu
kenna seg væl og hava sømilig livikor og javnbjóðis rættindi á øllum
økjum.
Eftir 3 ár við sitandi samgongu gongur skeiva vegin á
bústaðarøkinum. Í dag eru Føroyar vorðnar eitt samfelag, har bert tey
vælbjargaðu hava ráð at seta føtur undir egið borð. Hetta er nýtt og
óføroyskt. Tað hevur verið góður føroyskur politikkur, mentan og
siðvenja, at allar familjur skulu hava umstøður at fáa egið tak yvir
høvdið. Hetta hevur verið gjørt við skilagóðum fíggingarloysnum, har
almenni myndugleikin saman við privatum peningastovnum hevur
megnað at veitt fígging til so at siga allar umsøkjarar.
Miðflokkurin fer í næstum at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum aftur
fer at gera tað gjørligt hjá øllum føroyskum familjum at fáa laðaliga
fígging til egnan bústað. Í Føroyum er egin og virðiligur bústaður ein
mannarættur. Tí eigur hendan uppgávan ikki at verða latin einvíst til
privatu peningastovnarnar. Neyðugt er aftur at seta á stovn
almennan fíggingarstovn, sum kann tryggja øllum føroyingum
grundleggjandi rættin til egnan bústað.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Vangamynd
FØROYA
MYNDAKALENDARI
FYRI 2019
– fæst kring alt landið