Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 109 6 HALLUR AV RANA F erðavinnan í høvuðs­ stað­num fær ein nýggjan leiðara 1. november, tá Bar­bara Samuelsen tekur við sum stjóri í Visit Tórshavn. Hon avloysir Theresa Turidardóttir Kreutz­mann, ið aftaná sjey ár í starvinum takkaði fyri seg 1. august í ár. Tað verður ein nýggj avbjóðing fyri Barbaru Samuelsen, ið seinastu níggju árini hevur starvast sum deildar­stjóri í Kringvarpinum. Fyrst eitt skifti sum deildarstjóri í Dokumentardeildini, men sein­nu árini sum deildarstjóri í Mentanar­ deild­ini hjá Kringvarpinum. Hóast nýggja og gamla starvið eru í hvør sínari vinnu, so metir komandi stjór­in í Visit Tórshavn, at størvini ikki eru so ólík. - Tað snýr seg um miðling. At miðla góðar søgur. Tað kann man so sanniliga gera í Havn. Vit muga spyrja, hvat vit hava at bjóða fólki? Hvørjar eru tær perlurnar, ið høvuðsstaðurin hevur at bjóða ferða­fólkum og øðrum føroyingum. Sjálvt um hetta er ein nýggj leið, ið eg nú fari við hesum starvinum, so er júst miðlan av teimum góðu søgu­num mín bakgrund, sigur Bar­ bara Samuelsen. Umframt at hava fingið royndir innan miðlan frá sínum starvi í Kring­varpinum, so hevur komandi stjórin í Visit Tórshavn eisini starv­ ast sum blaðstjóri á Kvinnu og er Cand.comm. í samskifti og søgu úr Roskilde Universitet og Bachelor of Arts í Communication Studies og Sociology úr University of Lon­don. Ein spennandi vinna Seinastu árini hevur føroyska ferðavinnan ment seg við eini rúkandi ferð, aftaná at al­samt fleiri ferðafólk hava fing­ið eyguni latin upp fyri teim­um átjan lítlu oyggjunum í Norður­atlants­havi­ num. Ávirkanin á føroyska sam­ felag­ið sæst millum annað aftur í, at fleiri nýggjar matstovur og kaffi­ stovur eru latnar upp kring landið sein­nu árini, tvey flogfeløg flúgva nú til Føroyar, nýggi terminalurin hjá Vága Floghavn er um at gerast ov lítil og tvey nýggj gistingarhús verða bygd í hesum døgum. Tað er spennandi tíð at vera í ferðavinnuni, og var tað eisini ein av orsøkunum til, at Barbara Samuel­sen valdi at søkja starvið, tá tað bleiv lýst leyst fyrr í ár. - Ferðavinnan er eitt økið í stórari menn­ing og tað er spennandi og stutt­ligt at vera við í. Tað hendir nógv innan ferðavinnuna og tað eru góðir møguleikar til at finna upp á og menna nýggj ting, sigur Bar­bara Samuelsen. Selja Havnina Hóast tað enn eru nakrar vikur áðr­enn Barbara Samuelsen byrjar í nýggja starvinum, so hevur hon gjørt sær nakrar tankar um nøkur til­boð, ið hon kundi hugsa sær, at Visit Tórshavn bjóðaði gestum. - Mangan er tað soleiðis, at býir hava ein topp tíggju lista yvir støð, ið eru verd at vitja. Hvussu brúk­ ar man ein dag í Prag ella hetta skal man gera eitt vikuskifti í London. Tað hevur man ikki ordi­ liga marknaðarført í Havnini. Við einum slíkum lista kunna vit for­ telja ferðafólkum, at hesi og hesi støð­ini eru verd at vitja ella soleiðis brúk­ar tú ein dag í Havnini, sigur Bar­bara Samuelsen. Ein slíkur listi hevði ikki bara verið góður fyri útlendingar, ið koma hendan vegin, men hevði eisini kunna veitt íblástur til før­ oy­ingar, ið vitja høvuðsstaðin ein dag ella vikuskifti, vísir Barbara Samuel­sen á. Varðveita tað ekta Áhugin hjá Barbaru Samuelsen fyri ferðavinnuni stavar millum annað frá, at hon sjálv altíð hevur ferðast nógv. Harímillum teljast fjakkara­ ferðir í Afrika og Asia, safari í Kenja og ymiskir túrar í Evropa. - At ferðast er nakað, ið eg brenni fyri og hyggi eg nógv eftir hvussu tey skipa ferðavinnuna aðra­staðni. Eg havi eisini verið á støð­um, har man veruliga hevur brent seg av ferðavinnuni, tí man ikki hevur megnað at skipað seg betri, sigur Barbara Samuelsen. Júst tað at brenna seg av ferða­ vinnu­ni er nakað, ið fyllir nógv í al­ menna kjakinum í hesum døgum, har føroyingar royna at finna út av, hvar markið skal setast fyri ferðavinnuna. Hvussu nógv ferða­ fólk rúmast í hesum lítla landinum, áðrenn tað verður ov nógv. Eingin ivi er um, at hetta verður eitt kjak, ið fer at fylla nakað hjá nýggja stjóranum í Visit Tórshavn, og hevur hon eisini gjørt sær fleiri tankar um evnið, áðrenn hon tekur við sessinum í november. - Vit mugu varðveita sálina í Føroyum. Vit skulu varðveita tað føroyska og tað ekta, tí tað er tað, ið ferðafólk vilja hava. Tí er tað týdn­ ingarmikið, at vit eru for­virk­in og taka hetta í álvara, áðrenn vit missa tamarhald, sigur Barbara Samuel­ sen. Skapa karmar Nýggi stjórin í Visit Tórshavn er tó skjót at vísa á, at ferðavinnan hevur eisini verið góð fyri býin og hevur ymiskar ágóðar við sær, ið havnar­fólk njóta í dag. Tað snýr seg um miðling. At miðla góðar søgur. Tað kann man so sanniliga gera í Havn. Vit muga spyrja, hvat vit hava at bjóða fólki? Hvørjar eru tær perlurnar, ið høvuðsstaðurin hevur at bjóða ferðafólkum og øðrum føroyingum. Sjálvt um hetta er ein nýggj leið, ið eg nú fari við hesum starvinum, so er júst miðlan av teimum góðu søgunum mín bakgrund, sigur Barbara Samuelsen, sum 1. november tekur við sum stjóri í Visit Tórshavn BARBARA SKAL SELJA PERLURNAR Í HAVNINI SAMRØDA: Barbara Samuelsen