Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 109 7 - Hon skapar nógv arbeiðspláss, tæn­astur og upplivingar fyri før­ oy­ingar. Eg haldi Havnin er øgiliga nógv broytt síðstu tíggju árini. Nógvar matstovur, spennandi til­ boð og annað er komið hesi ár­ini. Eg eri vís í, at tað er ein av or­søkun­ um til, at fólkatalið veksur. Hesi nýggju tilboðini eru komin sum eitt úrslit av ferðavinnuni, sigur Bar­bara Samuelsen. Avbjóðingin hjá føroyingum er sostatt ikki at leggja forðingar fyri ferðavinnuna, men at skapa karm­ ar fyri hana, so at føroyingar fáa sum mest burturúr tí góða, ið hon hevur við sær. - Vit muga vera forvirkin og fin­ na út av hvat tað er, ið vit ynskja. Tað hava vit enn møguleikan til, tí tað eru ikki so nógv ferðafólk enn. Vit hava enn tíð til at skapa karmar­nar, so at vit ikki vera full­ komi­liga yvirfloymd av ferðafólki við tí úrsliti, at borgarar verða øst­ir. Ferðavinnan skal geva eitt ja­ligt virði fyri fólk, ið búgva her, náttúru­na og umhvørvið, sigur Bar­bara Samuelsen. Ferðamál um veturin Ein tann fyrsta uppgávan hjá kom­andi stjóranum verður at marknaðarføra Havnina sum eitt ferða­mál um veturin. Tí meðan nógv ferðafólk leggja leiðina til Føroyar um summarið, so eru tølini munandi lægri um veturin. - Tað er nakað, ið býráðið ynskir at Visit Tórshavn skipar meira fyri. Men tað er eitt annað slag av ferða­ fólk enn tey, ið ganga og mala í býn­um. Her verður hugsað um mark­nað­arføra Føroyar sum eitt stað at halda ráðstevnur, fundir og annað, sigur Barbara Samuelsen. Tá man skal byrja í nýggjum arbeiðs­plássi, so situr man vanliga við nógvum hugskotum, um hvat kann gerast øðrvísi og hvat nýtt kann setast í verk. Tað hevur Bar­ bara Samuelsen eisini, men hon gleðir seg eisini nógv til at kunna tosa við tey, ið brúka býin til dag­ ligt og hoyra teirra hugskot. - Eg gleði meg at hoyra frá fyri­tøk­um, borgarum og øðrum. Hvussu uppliva havnarborgarar og vinnu­lívið býin. Eg ivist ikki í, at tey hava nógv hugskot. So er tað bara hjá okkum at sigla millum skerini og finna út av, hvat kann lata seg gera av teimum ynskjunum, sigur Bar­bara Samuelsen. HALLUR@SOSIALURIN.FO - Vit mugu varðveita sálina í Føroyum. Vit skulu varðveita tað føroyska og tað ekta, tí tað er tað, ið ferða­fólk vilja hava. Tí er tað týdn­ingar­ mikið, at vit eru forvirkin og taka hetta í álvara, áðrenn vit missa tamarhald - Eg gleði meg at hoyra frá fyritøkum, borgarum og øðrum. Hvussu uppliva havnarborgarar og vinnulívið býin TRÝ STØÐ AT VITJA Í HAVNINI Barbara Samuelsen mælir til trý støð, ið eru verd at vitja, tá man er í høvuðsstaðnum. ÚTI Á REYNI OG TINGANES Tað osar av eini farnari tíð, tá man gongur úti á Reyni um kvøldarnar. Húsini har úti eru eisini ríkar við søgum um tað lív, ið hevur verið har. Tað er nakað ektað yvir hesum gamla býarpartinum. PLANTASJAN OG LISTASAVNIÐ Plantasjan er fantastiskt at ganga ígjøgnum og er ein lítil grønur blettur í býnum. Tað er bæði lukturin og friðurin at spáka gjøgnum hana, ið gevur einum nakað serligt. Serliga fyri ferðafólk, ið koma aðrastaðni frá, er tað ein serligur friður at uppliva í plantasjuni. Tá man kortini er í plantasjuni, so kann man fara inn á gólvið í Listasavninum. Har fær man innlit í, hvat rør seg millum føroyska listafólk og málningalist. Í føstu framsýningini er eisini nakað av tí besta innan føroyska málningalist. BARBARA FISH HOUSE Eg havi vitjað nógvar matstovur í útlondum, men einki stendur mát við tann føroyska fiskin. Eg kann serliga viðmæla Barbara Fish House, tí matstovan hevur nakað av tí besta innan føroyska mat.