Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 109 8 TAÐ YVIRNÁTTÚRLIGA - Eg havi altíð sæð ting, sum nógv onnur ikki hava sæð, sigur føroyska vølvan, sum hevur verið hart rakt av ólukkum gjøgnum sítt lív, men í dag hevur funnið friðin í clairvoyansuni. PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO T að er nógv meira millum himmal og jørð, enn eygað sær. Spøkilsi, and­ ar, huldufólk og trøll eru líka so nógv til staðar her á jørðini, sum vit menniskju eru. Hetta er í øllum førum ein veru­ leiki fyri clairvoyantin, Súsonnu Vígdá. Hon hevur tilsamans brúkt nógvar tímar saman við spøkils­um, og fyri hana er tað heilt natúrligt at tosa um hesar ver­ur sum ein vanligur partur av ger­andisdegnum. Clairvoyansa og healing vórðu fyrr sæð sum fanansskapur, men eru í dag meira góð­tiknir viðgerðarhættir, sum fleiri fólk brúka. Tað hevur eisini víst seg aftur í arbeiðslívinum hjá Súsonnu Vígdá, sum flutti til Danmarkar at búgva sum 19 ára gomul, eftir hon ikki treivst í Fuglafirði og Føroyum. Hon fær javnan fyrispurningar frá fólki, ið hava trupulleikar við spøkilsum og tørv á hjálp. Sosialurin hevur hitt Súsonnu til eitt prát um clairvoyansu, sætta sansin og lívið. Súsanna brúkar sín sætta sans Í miðbýnum í danska havnar­ býnum Frederikssund er ein klin­ ikk, sum dagliga verður rikin av føroysku Súsonnu Vígdá. Á rút­ unum stendur “Source of Life”, og her hevur Súsanna gjøgnum ár og dag spátt um mangan føroying og dana. Súsanna arbeiðir bæði við clair­voyansu, medium, healing og hypno­terapi. Annars er hon útbúgvin lærari, umframt at hon er útbúgvin innan handil. Inni í klinikkini er rúmligt, fjálgt og hugnaligt. Súsanna hev­ur sett kaffi og góðgæti á borðið, sum annars er pyntað við gimsteinum, stearinljósi, spá­ kort­um og einum gandastavi. Á vegg­unum hanga tekningar av trøl­líknandi persónum, sum hon sjálv hevur teknað. Tað er kvøld, so stearinljósið á borðinum kemur ordiliga til sín rætt og skapar eitt hugnaligt, men enn eitt sindur ófrætta­kent og trølsligt huglag. Súsanna Vígdá fyllir sær te í kopp­in og er nú klár at fortelja um sítt lív og sítt virksemi sum clair­ voyantur. Ein vanligur tími hjá Súsonnu Nógv áhugað og forvitin fólk, ið dragast við trupulleikar ella bara vilja hava svar uppá okkurt, vitja javnan klinikkina hjá Súsonnu Vígdá í Frederikssund. Ein vanlig vitjan hjá føroysku spákonuni byrjar við, at gesturin kemur inn í klinikkina og fær sess við gráa borðið yvirav Súsonnu. - Eg biði tey so um at geva mær ein lut hjá sær í hondina. Tað kann vera ein ringur, lykil ella ein telefon fyri at eg kann halda fokus á teirra orku. So sigi eg tað, sum eg føli, og fortelji teimum, hvat gongur fyri seg beint nú, forklárar Súsanna, sum hevur eina hálsketu við einum dreka í hangandi um hálsin. - Eg fokuseri uppá mín kropp og avlesi tey súmbolini, sum mín kroppur gevur út, og avlesi ork­ urnar, sum koma til mín. Gesturin skal ikki fortelja mær nakað, men bara siga ja ella nei. Eg fortelji søg­ una hjá gestinum út frá orkuni hjá við­komandi. Tá hon so er liðug, hevur gest­ur­ in møguleika at spyrja hana spurn­ ingar, sum kunnu vera um alt. Um fortíð, nútíð og framtíð. Her svarar Súsanna eftir besta førimuni av tí, hon hevur fingið burturúr orkuni frá viðkomandi. Kroppurin er vegleiðarin Tá tað kemur til clairvoyansu, ræð­ur tað í høvuðsheitum um at lata upp fyri sansunum hjá sær og brúka sín sætta sans. Súsanna hev­ ur eftir hondini lært at brúka sín kropp sum part av hesum. - Um eg fái ilt í hálsin og blívi hás, so veit eg, at persónurin, sum situr yvir av mær hevur ein trupulleika við samskifti. Viðkomandi fær nokk ikki altíð sagt alt tað, hann hevur uppá hjarta, sigur hon. Eitt annað tekin er, um hon fær ilt í tenninar. Tá veit hon, at har er ein trupulleiki við búskapinum. Hon følir hetta í kroppinum, tí hon setir hesar kenslurnar í samband við tær ymsu støðurnar. Tá hon merkir orkuna hjá einum øðrum persóni, so merkir hon eisini hesar kenslurnar av sær sjálvum, tí orkan hjá viðkomandi, sum situr yvirav henni, smittar yvir á hana. Hevur spátt frá barnsbeini av - Eg havi altíð sæð ting, sum nógv onnur ikki hava sæð, sigur føroyska vølvan við einum álvarsligum smíli. Súsanna Vígdá fortelur, at hon altíð hevur havt serligar sjónir, og hesi evnini hava verið ein partur av henni so leingi, hon kann minnast, og enntá áðrenn hon yvirhøvur hevur verið tilvitað um tað. Longu tá hon var smágenta, sá hon ting, sum onnur fólk ikki sóu. Hon var ikki meira enn 4 ára gomul, tá hon gekk runt sum smágenta og ræddist, at eitt flogfar skuldi detta niður. Hon vildi ikki út um dyrnar í fleiri dagar, tí hon stúrdi fyri, at eitt flogfar fór at detta niður á hana. - Eg var altíð so positiv, glað og smílandi sum barn. Men hetta tíðarskeiðið vildi eg bara ikki út, tí flogfarið fór at detta niður á høvdið á mær, sigur Súsanna Vígdá, sum ikki sjálv minnist hetta, men hevur fingið tað fortalt frá eldru systkjunum. Mamma hennara var vís í, at systrarnar høvdu rætt hana við onkrum flogfari. - Men eingin hevði tosað um nakað flogfar, vísti tað seg. Tað var jú ikki hvønn dag, mann sá eitt flogfar tá í tíðini, sigur Súsanna og fær sær ein slurk av tenum. Tað snúði seg um flogvanlukkuna í Mykinesi Knappliga ein dagin er Súsanna SÚSANNA VÍGDÁ HEVUR UPPLIVAÐ MEIRA ENN TEY FLESTU Eitt prát um deyða og spádómar