Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 109 9 ikki bangin longur. Hon fer yvir til mammu sína og sigur: - Nú kann eg fara út at spæla aftur, tí nú er flogfarið dottið niður, og tað er brotið. Sama dag datt eitt flogfar niður í Mykinesi og rendi á fjallið Knúk við 34 ferðafólkum, har átta fólk doyðu. Hetta var í 1970. - Hendan dagin bleiv tað sagt í útvarpinum, at rutuflogfarið úr Íslandi varð dottið niður í Mykinesi, fortelur Súsanna Vígdá. - Vit hava einki at óttast Havstein Klein hevur drúgvar royndir sum prestur, og hevur m.a. starvast í Tanzania, norð­ an­fyri og er í dag prestur á Sandi. Hann hevur upplivað, at fólk hava sett seg í samband við hann, tí spøkilsir ella annað órógv hevur verið í húsunum. - Eg havi hjálpt fólki, sum seinni hava sagt mær, at órógv­ in í húsunum hvarv, sigur Hav­ stein Klein. Tað eru ymiskar áskoðanir á júst hetta evni í gudfrøðiliga heiminum. Tað eru ikki allir prestar, sum nærkast hesum økinum. - Summi meina tað, at tá Jesus doyði á krossinum og reis upp aftur, so sigraði hann á deyðanum og djevlinum. Tað trúgvi eg uppá, men samstundis liva vit í einum heimi, sum ikki er fullkomin, og har djevulin roynir at fáa ávirkan. Tí síggja vit tílíkt henda, greiðir hann frá. Men óforkláriligar hendingar við spøking er ikki nakað, sum Hav­stein Klein og prestar í Før­ oy­um eru so upptiknir av. Hann held­ur, at við trúnni á Jesus er ikki neyðugt við stúran um illar and­ar. - Vit hava nokk í krist­in­ dóm­inum og hava ikki tørv á at fara útum tað. Tá vit jarða tey deyðu, mugu vit líta á, at tey hava fingið hvílu og ikki fara at ganga aftur. Við trúnni á Jesus hava vit tann frið, vit hava tørv á til hetta lívið. Men tá hann fær fyri­spurn­ ing­ar um slíkt, so biðir hann fyri tí. - Tá biði eg Jesus um at fáa tað, sum órógvar, út úr húsunum. Eg royni at vegleiða og hjálpa fólki, sum uppliva ymsar stúranir. Tá ein persónur kemur til okkum við sínum trupulleikum, seti eg meg inn í støðuna hjá tí ávísa persóninum, og har er eingin støða líka, fortelur Havstein Klein, prestur. Bíblian talar nokkso nógv um djevulseting, og hetta hevur clair­voyanca eisini ofta verið sett í samband við. Havstein Klein heldur ikki, at vit eiga at hava nakað at stúra fyri. - Eg trúgvi ikki, at vit sum kristin menniskju kunnu blíva djevulsett. Trúgva vit á Jesus, so eru vit vard av honum, og so hava vit einki at óttast. Nakað annað er tað, at fólk kunnu ávirk­ast av ymsum, men halda vit okkum nær Jesusi, hava vit einki at óttast, tí Jesus er hin sterkasti. So leingi sum vit trúgva, so kunnu vit ikki verða her­tikin av tí ónda. Hann skilir væl, at fólk kunnu hava merkverdigar upplivingar, men heldur, at upplivingarnar koma aðrastaðni frá. - Fólk kunnu vera stúrin og óttafull, og tað er ikki altíð, tað hevur sína rót í nøkrum rationel­lum. Men kanska meira í onkrum, sum tey eru upptikin av, heldur hann. Havstein Klein, prestur framhald á síðu 10