hósdagur 20. september 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 109
10
TAÐ YVIRNÁTÚRLIGA
Føldi altíð ólukkur
Mykinesvanlukkan var bara ein av
fleiri vanlukkum, Súsanna Vígdá
spáddi um. Sum barn og tann
áringur føldi hon ofta á sær, tá t.d.
ferðsluvanlukkur fóru at koma.
- Eg føldi altíð, um okkurt ræðu
ligt fór at henda, minnist Súsanna,
sum er uppvaksin í Fuglafirði.
Men sum tannáringur var hon
ikki eins tilvitað um síni evni, sum
hon er í dag.
- Eg visti enn ikki, hvat fór at
henda, men eg visti bara, at okkurt
fór at henda, fortelur hon.
Hesar sjónirnar og kenslurnar
vórðu í so nógv fyri Súsonnu, so
hon royndi at steðga sær sjálvari
við at brúka sínar serligu gávur.
- Tað varð ov hart í longdini.
Eg lat aftur fyri tí. Men tað var
ógjørligt at lata heilt aftur, tí eg
føldi altíð okkurt.
Misti nógv av
sínum kæru upp á
hálvtannað ár
- Tá mann fær sovorðni boð, so eksploderar
alt inni í tær, sigur Súsanna, sum misti
tríggir av sínum nærmastu familjulimum,
harímillum beiggi sín, sum varð myrður.
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
G
ávan at kunna spáa,
síggja, føla og brúka sín
sætta sans hevur eftir
øllum at døma gingið
í arv í familjuni Vígdá. Súsanna
fortelur, at fleiri í familju hennara
hava havt sjónir og somu eginleikar
sum hon. Serliga frá síðuni hjá páp
anum, hava sjónir verið partur av
tilveruni.
Evnini koma heldur ikki av ong
um. Súsanna veit at siga, at hon er
í familju við tiltikna gandakallin,
Guttorm í Múla, frá báðum síðum
frá tíggjunda ættarliði.
Í familjulívinum hjá Súsonnu
er nógv dramatiskt hent, og spá
evnini hjá familjulimunum hava
eisini óbevíst gjørt um seg upp til
skakandi hendingar og deyða, sum
hava broytt familjuna fyri altíð.
1992 var byrjanin til eitt sál
arliga strævið og sorgarbundið
tíðarskeið, sum hevur fest seg hart
í Súsonnu Vígdá.
Mamman droymdi um blóð
Mamma hennara liggur til at
doyggja, og ta einu náttina vaknar
hon upp við kaldan dreym. Hon
hevur havt ein ræðuligan dreym
um sonin, beiggja Súsonnu, sum
býr í Windhoek í afrikanska land
inum Namibia.
- Í dreyminum fær hon at vita,
at vit skulu ansa eftir beiggja. Hon
hevði droymt um beiggja mín og
ein svartan mann við einum knívi
í nógvum blóði, fortelur Súsanna
avgjørd á málinum.
Dagin fyri hendan dreymin
hevði tað verið grindadráp í
Fuglafirði. Mann gongur tí út frá,
at dreymurin kom frá hesum, og
at mamma Súsonnu blandar alt
saman so illa fyri, sum hon er.
Dreymurin snúði
seg um dráp
Beiggi Súsonnu ferðast so heim
til Føroya at vitja mammuna, sum
liggur til sítt síðsta. Tá hann fer
aftur til Afrika, møtist hann við
einari aðrari systur í Danmark, sum
síðani kemur at siga honum farvæl
á flogvøllinum. Tá hálsfevnir hon
hann og hyggur uppá hann við
álvarsligum eygum.
- Nú síggi eg teg ongantíð aftur,
sigur hon.
- So leingi pápi livur, so komi eg
heim, uggar beiggin hana.
So kemur dagurin, tá mamma
90’ini vóru ræðulig