hósdagur 20. september 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 109
11
Bleiv álopin og
lat upp aftur
Tá Súsanna bleiv eldri, hevði hon
ikki savnað seg um evnini hjá sær í
nógv ár. Men eftir sín hjúnaskilnað
í ár 2000, byrjaði hon spakuliga at
lata upp fyri sætta sansinum aftur.
Nøkur ár seinni varð hon álopin,
sum elvdi til eina tíð við m.a.
strongd og tunglyndi. Hon varð
sjúkrameldað í nøkur ár og steðgaði
seinni í sínum lærarastarvi. Hon
byrjaði nú veruliga at umhugsa
tilveruna á nýggjum.
- Eg kom í eina støðu, har eg
ordiliga fór at rannsaka meg sjálva.
Eg traðkaði út í tað, sum eg eri í dag,
sigur Súsanna og steðgar á.
- Eykasensitiv, sigur hon við
álvarsligum eygnabragdi.
Áhugin fyri professionellari
clairvoyancu og healing vaks,
og sjálvt um hon longu dugdi at
brúka sín sætta sans, vildi hon fáa
sær pappírir uppá hetta. Tí tók hon
eitt skeið í hypnoterapi og nemdi
sær útbúgving sum healari.
- Hetta er
eitt nokkso
eymt øki
- Tað er einki vísindaligt prógv
fyri, um hetta riggar, men tað
er eisini ótrúliga ringt at máta,
sigur Anna Debes Hentze, sum
hevur skrivað høvuðsritgerð
um determinismu.
Healing, clairvoyansa og upp
livingar við ósjónligum verum
er ein heimur, sum tað verður
granskað sera nógv í. Anna
Debes Hentze, sálarfrøðingur,
kennir nakað til hendan
heimin og vísir á, at hetta er
eitt gamalt fyribrigdi.
- Vit vita, at tað altíð hava
verið fólk í Føroyum, sum
hava havt serligar sjónir. Tey
kunnu t.d. síggja eina ólukku,
meðan hon fer fram. Soleiðis
er tað allastaðni, fortelur
Anna Debes Hentze.
Hon útihýsur ikki møgu
leikanum um, at summi fólk
kunnu hava serliga sterkar
sansir.
- Summi meina, at vit
orkumessiga øll eru forbund
in, og at universið veit alt.
Spurningurin er so, um mann
kann fáa fatur á hesum upp
lýsingunum, og um summi
fólk eru betur til at sansa hesa
orkuna enn onnur.
Setir spurnartekin
við heimsmyndina
Tað er ein sannroynd, at fólk
kring allan knøttin hava havt
merkverdigar og óskiljandi
upplivingar, sum ikki kunnu
forklárast. Tí eru nógv fólk
eisini áhugað í hesum evnin
um.
- Hetta er jú eitt sindur
gátuført, og tey, sum eru religi
øs, halda tað er Várharra. Tey,
sum ikki eru religiøs, halda
kanska tað er universið. Í øðr
um trúarbólkum eru nógvar
mentanir innan bevístheits
útvikling við nøkrum øðrum
svørum, greiðir Anna Debes
Hentze frá.
Fyri summi kann hetta vera
ein orsøk til at seta spurnar
tekin við tilveruna og sína
egnu fatan av heimsmyndini.
- Tað er kanska eisini eitt
nokkso eymt øki, tí tað kann
seta spurnartekin við ta
uppfatanina, sum fólk framm
anundan hava av sínari egnu
heimsmynd, sigur Anna Deb
es Henze.
Einki vísindaligt
prógv fyri healing
Healing er ein gamal alter
nativur viðgerðarháttur, sum
gevur tí sjúka sálarligan frið,
og sum so kann grøða við
hjálp orku.
- Prinsippið í healingini er,
at kroppurin kemur niður á
eitt so djúpt hvíldarstøði, at
kroppurin byrjar at lekja seg
sjálvan, sigur Anna Debes
Hentze.
Nógvar jarðarmøður hava
t.d. útbúgving sum reiki-heal
arar, so tær kunnu fáa kvinn
urnar at slappa av undir føð
ingini.
- Men tað er einki vísinda
ligt prógv fyri, um hetta rigg
ar, men tað er eisini ótrúliga
ringt at máta, sigur sálarfrøð
ingurin.
Hon vísir á, at tað væl kann
hava eitt samband við place
boeffekt.
- Vit hava óteljandi dømi
um, at placebo er ein effekt
í sær sjálvum. Tá veit mann,
at um fólk trúgva nógv nógv
uppá okkurt, so fer kroppurin
sjálvur í gongd við at lekja
seg sjálvan, vísir Anna Debes
Hentze á.
Súsonnu ikki vil meira, og hon
doyr stutt eftir, beiggin er farin
avstað aftur. Nakað seinni hendir
ein syndarliga tragisk vanlukka
í Afrika, sum eingin ynskir skal
henda fyri nakað menniskja.
- Seks vikur aftaná mamma
doyði, tá bleiv stóribeiggi dripin av
einum svørtum manni, sum stakk
hann í hálsin, sigur Súsanna við
vátum eygum og tað sæst, at hon
leingist eftir beiggja sínum.
Hetta var júst tað, sum mamman
droymdi um í dreyminum, fortelur
Súsanna. Hon droymdi um ein
svartan mann, blóð og beiggjan.
So hon spáddi um deyðan hjá
soni sínum uttan at vita tað, men
fekk heldur fortalt, at dreymurin
var um grindadráp, sjálvt um hon
segði við øll, at tey skuldu ansa
eftir honum. Eisini hevði systurin
rætt í, at hon ongantíð fór at síggja
hann aftur.
Hjartað fór í túsund stykkir
- Tá mann fær sovorðni boð, so
eksploderar alt inni í tær, sigur
Súsanna Vígdá og siterar kenda
lagið hjá Anne Linnet, Tusind
Stykker.
- Alting kan gå itu, mit hjerte
kan gå i tusind stykker... hatta var
kenslan, eg gekk við í langa tíð tá.
Tað tók nógv ár at samla seg
aftur og koma víðari. Ikki bara hjá
Súsonnu, men hetta var ein hørð tíð
hjá allari Vígdá familjuni. Tað vísti
seg so eisini, at hetta ikki var endin
uppá sorgarleikin, men byrjanin til
eitt annað tap hjá Súsonnu.
Doyði av sorg
Pápi Súsannu hevði nú mist bæði
konu sína og son sín uppá seks
vikur. Tíðin aftaná hetta bar brá
av tungari sorg og einari vantandi
motivatión uppá lívið. Hetta
merktu Súsanna og systkini væl á
pápa teirra.
- Vit høvdu akkurát mist
mammu og beiggja, og so skuldu vit
hátíðarhalda 80 ára føðingardagin
hjá babba. Vit hava eina mynd frá
føðingardegnum, og har er ikki
nakað, sum líktist einum smíli á
myndini av honum, fortelur Sús
anna.
Lagnan vildi so tað, at Súsanna
eisini skuldi missa pápa sín. Sorgin
vann á honum, so hann gav upp og
legði seg at doyggja. Súsanna er
ikki í iva um, at deyðsorsøkin hjá
pápanum var sorg.
- Hann doyði av sorg, hálvtannað
ár aftaná mamma og beiggi doyðu,
sigur Súsanna, og tað er týðiligt,
at hon gerst sorgarbundin av at
hugsa aftur á hetta. Hon skal líka
hava eina løtu.
- 90’ini vóru ræðulig, suffar hon
og skeinkir sær meira te í koppin.
Ein serlig uppringing
frá beiggjanum
Nøkur ár seinni í 2001 ringir ein
annar beiggi hjá Súsonnu til hana
og fortelur henni um ein dreym,
hann hevur havt.
- Eg havi havt ein so ótrúliga
løgnan dreym. Har vóru høgir
bygningar og flogfør, og alt
skramblaði saman, segði hann,
sambært Súsonnu.
- Nakrar fáar dagar seinni, so
var 9/11 í USA, sigur Súsanna, sum
er sannførd um, at dreymurin ikki
var tilvild, beint áðrenn tey tvey
flogførini rendu á tvillingatornini
í New York.
Sami beiggi hevur enntá ringt
til Súsonnu, tí hon hevði vitjað
hann í einum dreymi hjá sær.
- Hann segði “tú komst til mín í
nátt, og segði við meg, at eg hevði
krabbamein”. Hann lat seg síðani
kanna fyri tað, og tað vísti seg
so, at hann hevði krabbamein,
greiðir Súsanna frá. Hann fekk tað
lukkutíð staðfest nóg tíðliga til at
fáa svullin tiknan burtur.
Súsanna Vígdá sigur at enda, at
hennara gávur, sum hava verið í
familju hennara so leingi, eisini eru
førdar víðari til næsta ættarliðið.
Janus ruddar
spøkilsi úr
húsum
Janus í Dali hevur seinastu
árini fingist nógv við clairvoyansu
og serliga healing, og hann
fær javnan fyrispurningar frá
føroyingum um at rudda spøkilsi
úr húsum.
Um mann merkir nøkur
óskiljandi ting heima við hús,
sum mann er ótryggur við, ber
til at ringja til Janus, og so kann
hann rudda húsini, soleiðis at
spøkilsini rýma. Hetta ger hann
við at brúka allar sínar sansir,
sum hann gjøgnum fleiri ár
hevur vant og ment.
- Eg komi inn í húsið og gangi
runt í húsinum og brúki allar
mínar sansir til at merkja eftir.
Eg føli, um tað er tung ella løtt
orka, og so royni eg at finna fram
til aktivitetin hjá spøkilsunum.
Sum oftast eru tað eitt ella tvey
støð, har tað er mest aktivitetur,
greiðir hann frá.
So setur hann seg inn í tað
rúmið, har hann merkir aktivitet,
og spyr so, hvør er inni har.
- Summar tíðir hoyri eg onkran,
aðrar tíðir lukti eg onkran, og
onkuntíð føli eg temperaturin í
rúminum.
Hann kannar fyrst tær natúr
ligu orsøkirnar, sum kunnu vera
trekkur ella eitt gamalt gólv, ið
knirkar, soleiðis at hann kann
útiloka hesar orsøkirnar.
- Tá eg traðki inn, føli eg í
orkuni í rúminum, at tað verður
tungt, um onkur er har. Onkuntíð
merki eg einki, meðan eg eri har,
sigur Janus í Dali.
Hann samskiftir so við spøkils
ini og biður tey um at sleppa sær
avstað, tí tey búgva har ikki.
Janus í Dali fortelur, at hann sum
oftast fær góðar afturmeldingar,
og at tað plagar at vera friður,
eftir hann hevur ruddað hús.
Anna Debes Hentze,
sálarfrøðingur: