hósdagur 20. september 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 109
12
Shoplifters - gullvinnari
úr Japan
Japanski leikstjórin, Kore-Eda Hirokazu (f.1962), vann
Gullpálman á filmstevnuni í Cannes í ár fyri filmin
”Shoplifters”. Í fjør sýndi Filmsfelagið hin stillføra ”Eftir
illveðri”, ið sami leikstjóri gjørdi í fyrrárið.
Í nýggja filminum ”Shoplifters” eru Osamu og húski hansara
fíggjarliga illa fyri. Tí stjala tey í handlum at fáa til dagin og
vegin. Dagin eftir at Osamu og sonurin hava stolið, møta teir
eini lítlari gentu. Kalt er, men kona Osamu drálar, tá talan
verður um at hjálpa henni. Men tá konan hoyrir um vesaligu
støðuna, játtar eisini hon at taka gentuna til teirra at vera.
Nú hevur samansetta húskið tað gott, og øll eru glað, til ein
óvæntað hending stingur seg upp og avdúkar loynidómar,
sum ikki kunnu skúgvast til viks.
Fleirfalt virðislønti filmurin "Shoplifters" verður sýndur í
originalari japanskari versión, men við donskum undirteksti,
mikudagin 24. oktober kl 20.
LÍVSSTÍLUR
Mentan og list
TRÍGGIR FILMAR
ÚR CANNES TIL
HAVNAR
Filmsfelagið fer longu í vetrarskránni at vísa tríggjar
av filmunum, sum vunnu fremstu virðislønirnar í
Cannes í summar. Mikudagin 10. oktober verður svenski
filmurin "Gräns" sýndur, mikudagin 24. oktober verður
japanski filmurin "Shoplifters" sýndur og mikudagin
2. januar í 2019 verður pólski filmurin ”Cold War” sýndur
Annan dagin í nýggja árinum vísir Filmsfelagið ”Cold War”, sum er nýggjasti filmur
hjá pólska meistaranum Pawel Pawlikowski (f.1957). Tað var við støði í hesum filmi,
at hann varð kosin besti leikstjóri í Cannes í ár.
”Cold War” er sostatt triði Cannes-vinnari, sum Filmsfelagið vísir í vetur.
Pawlikowski gjørdi hugtakandi nunnufilmin ”IDA”, sum Filmsfelagið vístu um somu
tíð fyri fýra árum síðan. Tá var fult hús. Vónandi fær hesin nýggi pólski filmur, sum
eisini er svartur og hvítur, eins góða undirtøku.
”Cod War” er sterka kærleikssøgan millum tvey fólk, sum møtast í Póllandi, Berlin,
Jugoslavia og París, eftir at kríggið er av. Bæði eru kreativ, men eru tó ymisk av lyndi,
ikki minst í førleikanum at handfara traumatisku friðarstøðuna og nývunna frælsið
í kalda krígnum.
”Cold War” er tann filmur, sum beint nú fær besta ummæli í mest kritisku
filmspressunu, tað er hjá Peter Bradshaw í The Guardian. Avísin gevur honum fult
stigatal við hesum orðum: ”The crystalline black-and-white cinematography exalts
its moments of intimate grimness and its dreamlike showpieces of theatrical display.
It is an elliptical, episodic story of imprisonment and escape, epic in scope.”
Tíðarritini Time og CineVue geva ”Cold War” eins høgt stigatal og ummæli. John
Bleasdale í CineVue skrivar “This is the refined work of an artist at the peak of his
powers, and, dare we say it, a masterpiece.”
Pólski filmurin “Cold War” verður sýndur í Filmsfelagnum mikukvøldið 2. januar kl
20 í 2019.
Sýningar í Filmsfelagnum eru almennar og krevja ikki limaskap.
John Ajvide Lindqvist, sum í 2004 skrivaði listaligu vampýrræðusøguna ”Låt den rätte
komma in”, hevur skrivað forleggið til fantastisku søguna, "Gräns". Hon er karmur um
nýggja filmin hjá svenska Ali Abbasis, sum er føddur í Teheran í 1981.
"Gräns" er um kvinnuliga tollaran, Tinu, sum við markið hevur serligt tev at finna og avdúka
smuglarar. Men tá hon fyrstu ferð rennir seg í hin gátuføra Vore, fer Tina at ivast í serligu
sansunum.
Filmurin "Gräns" vann høvuðsvirðislønina í Un Certain Regard í Cannes í ár. Fimurin fekk
sjáldsama góð ummæli frá áskoðarum og ummælarum, sum millum annað søgdu, at "Gräns"
var ”en forfriskende original blanding af skævt eventyr, folklore, politiefterforskning,
tragisk romance og eksistentielt drama,” sum okkara mest trúfasti filmsveitari, Camera Film
í Keypmannahavn, sigur. Við heitinum ”Grænse” verður filmurin sýndur í Filmsfelagnum
við donskum undirteksti 24. oktober kl 20 í Havnar Bio.
Cold War - besti leikstjóri byrjar nýggja árið
Gräns - kvinnuligur tollari við marknaðartevi