hósdagur 20. september 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 109
13
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
F
yrstu sjey mánaðirnar
í ár er føroyski útflutn
ingurin minkaður við
542 milliónum krónum
samanborið við somu tíð í fjør. Í
fjør var útflutningurin 4,979 mia.
krónur, meðan hann somu tíð í ár
liggur á 4,437 mia. krónum. Hetta er
ein minking á 11 prosent.
Tað vísir seinasta uppgerðin hjá
Hagstovu Føroya.
Størsta minkingin er í upp
sjóvarfiski og laksi, og minkingin
av útflutninginum vísir seg bæði í
nøgd og í virði.
Við uppsjóvarfiskinum sum
makreli, sild og svartkjafti er mink
ingin við útflutningi 40 prosent í
mun til í fjør, og hetta svarar til 312
milliónir krónur.
Útflutningurin í laksavørum er
minkaður við 18 prosentum, sum
svarar til 429 milliónir krónur.
Samstundis sum útflutningurin
er minkaður við 11 prosentum
er innflutningurin vaksin við 5
prosentum. Størsti vøksturin
í innflutninginum hevur verið
við brennievni, maskinum og
amboðum og við tilfari til byggi
vinnuna. Innflutningurin í fjør var
4,213 mia, og í ár er hann á 4,427 mia.
Hetta er ein munur á 214 milliónur
krónur.
Kemur ikki óvart á
Jógvan Jespersen, stjóri í Nótaskip,
sigur, at hendan minkingin var
væntandi.
- Hatta kemur ikki óvart á okk
um. Um vit taka lækkingina í silda
kvotuni og lækkingina í makrel
kvotuni frá 2017 og 2018, og brúka
miðalútflutningsprísirnar í fjør, so
er tað eitt minni útflutningsvirði
uppá meir enn eina hálva milliard,
sigur hann.
Stjórin í Nótaskip væntar eina
enn størri minking av samlaða út
flutninginum av laksi, tá árið er
liðugt, samanborið við í fjør.
- Tá árið endar, er tað sikkurt
upp aftur meir, sigur hann.
Tað væntar Atli Gregersen,
stjóri í Hiddenfjord, eisini.
- Eg vænti, laksaútflutningurin
í ár verður nakað minni í rúgvu
enn í fjør, og tann minkingin hevur
longu verið, sigur Atli Gregersen í
stuttari viðmerking.
Kvoturnar eru minkaðar
Jógvan Jespersen hevði væntað
hesa minkingina, tí kvoturnar eru
minkaðar so nógv.
- Sildakvotan er minkað við
næstan einum triðingi, kvotan av
makreli er minkað við 20 prosent
um. Tað verður so minni at útflyta
í ár í mun til í fjør. Um vit so brúka
miðalútflutningsprísirnar fyri
makrel og sild í 2017 og falda tað
við teimum tonsunum, sum vit
høvdu minni í ár, so umboðar tað
eitt minni útflutningsvirði uppá
eina góða hálva milliard, sigur
Jógvan Jespersen.
PATURE@SOSIALURIN.FO
ÚTFLUTNINGURIN
MINKAÐUR VIÐ
542 MILLIÓNUM
Størsta minkingin er í uppsjóvarfiski og laksi. Hendan minkingin
var væntandi, halda stjórarnir í Nótaskip og Hiddenfjord