hósdagur 20. september 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 109
14
DANJAL AV RANA
M
ikudagin varð skipað
fyri tilbúgvingar
venjingini Tjaldur
2018 vesturi í Vág
um. Tilbúgvingarvenjingin skuldi
ímynda, at eitt flogfar hjá Atlants
flog datt niður beint eystan fyri
flogbreytina, móti vatninum. 138
ferðafólk vóru við flogfarinum.
Sløkkiliðini í Vágum, Vestmanna
sløkkilið og Kvívikar sløkkilið,
Vága Bjargingarfelag, tilbúgvingar
toymið á Vága Floghavn, løgreglan,
sjúkraflutningstænastan, MRCC
og Arktisk Kommandi tóku lut í
venjingini.
Tilsamans vóru eini 400 fólk
við í venjingini. Av teimum vóru
119 ung, sum spældu leiklutin sum
særd.
Endamálið við tílíkum
venjingum er fyrst og
fremst at avdúka veik
leikar í tilbúgvingini.
- Eg haldi, at venjingin
gekk væl. Hetta var ein
sera realistisk venjing,
haldi eg. Her vóru sera nógv
læringspunkt. Eini 400 fólk
eru við í venjingini, so tað er
nógv at halda skil á og nógv
samskifti, sum skal ganga væl.
Men sum heild eri eg væl nøgdur,
sigur hann.
Bilvrak vóru sett ymsa staðni á
økinum, sum skuldu ímynda bren
nandi vraklutir. Klæðir, kuffert
og annað, sum vanliga sæst í
flogførum, vóru spjadd um økið,
og tey 119 ungu og nøkur ikki so
ung, vóru ymsa staðni á økinum.
Venjingin fekk eina trilvandi
byrjan, tí annar av stóru sløkki
liðsbilunum hjá Vága Floghavn
koyrdi út
av vegnum
og stóð fastur í
móruni. Hetta darvaði sum
vera man sløkkiarbeiðinum. Ein
traktorur frá Vága Floghavn royndi
síðani at hála sløkkiliðsbilin, men
tey 40 tonsini, sum hann vigar,
við teimum 9.000 litrunum
av vatni og góða einum tonsi av
skúmi í, vóru ov tung. Tað hjálpti
heldur ikki at tøma bilin.
- Hatta er sjálvandi sera
VENJINGIN
SKAL
AVDÚKA
VEIKLEIKAR
Soleiðis sæð bilar tað minni,
at ein av brandbilunum
koyrdi út av vegnum, tá
tilbúgvingarvenjingin Tjaldur
2018, var í Vágum mikudagin
TILBÚGVING: Venjing