Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 109 16 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen 5. partur T að var skyldmaður Peter Jacob, Ingi Toftatún, sum tilvildarliga hitti hann á kaiini í Welling­ ton í New Zealandi, og teir funnu út­av, at teir vóru skyldmenn. Tá helt ættin í Føroyum, at hann var deyð­ur fyri mongum árum síðani. Hetta førdi eisini til tað sam­ band, sum kom millum ættirnar í lond­unum báðum. Hetta hevur bæði verið við brævaskifti og vitjan­um. So seint sum í ár hava skyld­fólk verið á vitjan hjá ættini í New Zelandi. Ingi greiðir framhaldandi frá, at Peter Jacob hevði verið einkju­ mað­ur í nøkur ár, tá teir hittust, og hann búði tá hjá stjúksoninum. Ingi hevði samband við hann, til hann doyði tann 9. februar 1966 í Welling­ton. Ein abbasonur hansara, Peter, vitjaði í Føroyum í 60-unum, og í 1985 vóru sonurin Bernhard og konan Joan, ið var dóttur ein banka­stjóra, eisini á vitjan í Før­oy­ um. Bernhard var dúgligur maður, bæði handliga og hvat lærdómi við­víkti. Hann fór at læra til lær­ ara, tá hann var umleið 30 ára gam­ al, og var liðugur við lærdan há­ skúla, tá hann var farin um tey 40. Síðani starvaðist hann sum yvir­ lær­ari, til hann fór frá við eftirløn. Tað verður greitt nærri frá honum í ein­um komandi parti. Bernhard møtti fleiri næstr­ ing­um, meðan hann var í Før­oy­ um. Teir hýstu teimum, og læntu teimum bil, so konan og hann kundu ferðast víða. Tey vitj­aðu trímenningar hansara í Hoy­vík, Kollafirði og Glyvrum og eisini næstafólki í Kaldbak, Havn, Kirkjubø og í Heiðunum á Skála­ fjørð­inum. Men Bernhard iðraði seg um, at hann ikki fekk savnað allar næstr­ingar sínar, meðan hann var her. Urnan kemur í føroyska jørð Heima í New Zealandi hevði Bern­ hard urnuna við øskuni hjá faðir­ in­um standandi. Eftir at hava verið í Føroyum og ferðast, stóð tað honum greitt, at hon átti at verða jarðað í Føroyum. Hann tos­aði við trímenningin í Hoyvík, Ebbu Vang, um urnuna, og eina grøv at seta hana í. Í 1995 fekk trímenningurin Niels Pauli Djurholm, sum Bern­ hard hevði samband við, ein tjúkk­ an brævbjálva við postinum. Tá er hetta urnan við øskuni hjá Peter Jacob. Tann 5. september 1995 varð urn­an jarðsett beint við grøvina hjá fastrini, Elsebeth Christine, sum var gift við Jóhan Simonsen í Hoyvík. Í hesum sambandi var eitt minnishald á grøvini við Bjarna Bæk. Fleiri av ættini vóru til steðar. Tað kundi kanska verið eitt hugskot, at ættin í New Zea­landi og Føroyum setti ein stein á grøv­ ina. Hann kundi eisini verið eitt minni um hesa ógvuliga sjáldsomu søgu. Jóhan í Hoyvík var ein merkismaður Hetta er eisini søgan um ættina hjá Glyvrasnikkaranum. Hon er sjálvsagt stór. Tí verður her bara umrødd tann partur av ættini, sum hevði samband við ættina í New Zealandi. Johan var giftur við systir Glyvra­snikkaran, Elsebeth Christ­ ine. Tey bæði áttu fýra børn. Elst var Jóhanna á Høgabóli, gumma Peter Jacob, sum var fødd í 1876. Hon giftist við Símun á Høgabóli. Hans var føddur í 1878. Hann giftist við Súsonnu úr Mikinesi. Ein son­ur var Jóhan, sum var upp­kall­aður eftir abbanum. Hann bleiv ein av okkara kendustu skip­arum, kendur sum Johan í Hoyvík. Hann var ein sannur slóð­brótari á fiskivinnuøkinum. Sig­urd, beiggi hansara var kendur frá ferðavinnuni, eisini sum slóð­ brót­ari. Símun f. 1884 giftist við Elsu Mariu úr Sandvík. Ein son­ur var Esbern Simonsen, kendur sum oddamaður í Føroya Banka í mong ár. Kristianna f. 1881 giftist við Sámal Samuelsen úr Havn. Tey end­aðu í USA. Mong teirra vóru í Før­oyum fyri nøkrum árum síðani til eina ættarstevnu. Jóhan var ein pressari Tað varð sagt í minningarorðum um Jóhan, at hann var ein av teim­ um stillu í landinum. Men ídnari mann til sítt virki, bæði á sjógvi og landi mundi neyvan finnast. At hann hevur verið dugnamaður á landi prógva best tær vøkru trað­ irnar, hann hevur lagt inn har uppi. Ikki minni íðin var hann sum útróðrarmaður. Tað var ikki altíð so tídligt at vera útróðrarmaður og at búgva í Hoyvík. Fyri at sleppa av við fiskin noyddust teir oman til Havnar at avreiða og manga ónoss­liga løtu høvdu teir niðan aft­ur um kvøldi í myrkrinum. Kirkjutrúgvur var hann eisini. Tað fór neyvan sunnudagur burt­ ur­úr, at hann ikki vitjaði oman í Havnar Kirkju. Bjargaði grindamonnum Eina ferð Jóhan hevði verið í grind í Miðvági, bjargaðu teir tveim­um monnum, sum sótu á kjøli við Kirkjubønes. Hetta var ein havn­ arbátur, sum eisini hevði verið í grind. Hinir á bátinum vóru sjólætnir. Á bátinum hjá Jóhan máttu teir blaka grind út, skuldu teir fáa tikið menninar í bátin. Ann­ar av hesum monnum kom ofta niðan til Hoyvíkar at vitja Jóhan í takksemi fyri hesa bjarg­ ing. Jørðin goldin í gulli Jóhan arvaði jørð í Svínáum. Men hetta var so óhøgligt, at hann seldi hana. Dóttirin, Jóhanna, mint­ist væl, tá ið jørðin varð seld til ein mann har norðuri. Hann kom heim til teirra og rindaði við gull­peningi úr einum roðpungi. Keyp­arin gav Jóhan peningin og teir taka í hondina á hvørjum øðr­um. Peningin býtti Jóhan javnt millum børnini. Fyri sín part keypti Jóhanna innbúgv til heimið, tá ið hon giftist. Tað sigst at vera til enn. Elsebeth Christina doyði ung Í 1890 gekk spanska sjúkan í Før­oy­um, og nógv fólk doyðu. Bæði hjún­uni gjørdust sjúk, og Elsebeth Christina doyði. Johan kom undan, men hann var tá so ússaligur, at hann orkaði ikki at fylgja konuni allan vegin, tá ið hon fór til gravar. SPINNARIN OG EBBA Ein dóttir Hans, son Jóhan, var Elsebeth Christina, vanliga nevnd Ebba, sum var uppkallað eftir omm­uni. Hans var systk­ina­barn Pet­er Jacob hjá Glyvra­snikk­ar­an­ um, sum henda søgan snýr seg um. Í FF-blaðnum var í 2003 ein frá­ Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaranum kom víða um. Hann endaði hinumegin knøttin. Men 85 ár eftir, at hann fór úr Føroyum, kom hann aftur at verða jarðaður. SONURIN KOM AFTUR TIL FØROYA 29 ÁR AFTANÁ, AT HANN DOYÐI Søgan um Glyvrasnikkaran: Gravsetingin hjá Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaranum 5. september 1995. Á myndina eru v.f. Bjarni Bæk, próstur og so skyldfólkini Bjarni Djurholm, Ebba Wang, Arnóra Djurholm Jacoben, Gunda Djurholm, Eydna Djurholm og Niels Pauli Djurholm.