Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 109 17 Komandi partur Í komandi parti verður meira greitt frá um Bernhard, son Peter Jacob. Eisini verður fyrri partur av søgu hjá Knud Lambaa frá teirri tíðini hann sigldi úti í heimi. søgn um, tá ið Elsebeth Christina ar­beiddi hjá Johan Evensen, vanliga kall­aður Spinnarin, sum hevði spinnaríið við Sandá. Tað varð bygt yvir sjálva ánna og kundi nýta orkuna í fossinum. Hetta var eitt sera framkomið hugskot fyri meira enn 100 árum síðani. Johan var sonur Onnu Evensen, hvørs áhugaverda ævisøga kom út í bók í 2013. Ebba og spinnaríið Elsebeth Christina var fødd í1915. Aftaná skúlagongd í fýra år í Hoyvík fór hon í realskúlan í Havn og tók realprógv í 1931. Í september sama ár fór hon at arbeiða hjá Johan Evensen. Hon var tá 16 ára gomul. Johan var føddur í 1881, og Else­ beth Christina sigur, at hann hevði 50 ára føðingardag, beint eftir, at hon var komin hagar. Jacob Lützen, sum var mammubeiggi Johan, inn­rættaði spinnaríð í Rættará í 1903, og Johan skuldi blaðungur standa fyri spinnarínum. Jacob og sonurin, Valdemar Lützen, góv­ust í 1908 og keypti Johan alla útgerðina og bygdi virkið við Sandá, og tað var tá, at hann fór at nýta vatnorkuna. Johan hevði verið trý ár í Týsklandi og hevði útbúgvið seg sum spinnara har. Mannfólkini, sum arbeiddu á spinn­arínum, vóru Johan, Edvard Samuel­sen, ættaður úr Horni í Havn, og Mortan á Argjum. Restin var konufólk. Elsebeth Christina hevði avgreiðsluna um hendur. Men henda gekk fyri seg heima á gamla hospital, sum Johan átti, og har hann búði. Millum annað skuldi Elsebeth Christina skriva øll postuppkrøv. Alt varð sent við postuppkrav, um ikki annað var avtalað. Hon skuldi eisini bera um­sorgan fyri, at posarnir við ull vóru væl og virðiliga merktir, so teir kundu koma aftur til sín rætta eigara. Tað var ikki lukkuligt, um hetta ikki varð gjørt. Men tað kom sera sjáldan fyri, at merkingin hvarv. Ull kom allastaðni frá í land­inum, so tað var eisini nógv at halda skil á. Ullin skuldi eisini skiljast og turk­ast. Hon kundi turkast úti, men vóru ikki líkindi til tess, kundi hon viðhvørt verða turkað uppi á loftinum undir væðingini á gamla hospitali, áðrenn hon við hesta­ vogni ella seinni bili varð koyrd út til spinnaríið at verða spunnin. Eisini veving Umframt at spinna varð eisini vovið. Hetta var gjørt í 3-4 ymisk­ um góðskum, sum vóru frá fínum til minni fínt. Hetta var tweed, ið var tiltikið fyri vakran lit. Toyið varð sent niður til Danmarkar at tøva og farga. Tá tað kom upp aft­ur, var tað klárt at verða selt. Hetta virksemið steðgaði annars, tá sambandið við Danmark varð kvett í 1940. Elsebeth Christina hevði fingið greið boð um, hvussu hon skuldi avgreiða kundarnar, tá teir komu at keypa tilfar til buksur. Var tað til stuttar buksur til stóran mann, skuldi nýtast 1,1 metur av klæði. Til ein miðal mann kravdist 1 metur, og til lítlan mann 0,9 metur. Til einar langar buskur skuldi 0,25 m leggjast afturat. Johan legði saksin á borðið, og nú var tað ábyrgdin hjá Ebbu at klippa. Elsebeth Christina var í fyrstuni bangin fyri at klippa skeivt, men hetta bilaði ongantíð. 30 krónur um mánaðin og weekend Elsebeth Christina búði heima hjá Johan og Berghild, sum var syst­ir Petur Mohr Dam, kendur politikk­ ari og løgmaður. Hoyvík var jú langt burturi. Hon fekk fullan kost og 30 kr. í løn um mánaðan. Tað var als ikki so galið tá. Johan og Berg­hild áttu Onnu tá, og seinni varð Johan føddur í 1935. Tað kann vera ein partur av hesi søgu, at Johan doyði eisini í 1935. Hann var tann fyrsti, sum varð jarð­aður í ”nýggja” kirkjugarðinum við Velbastaðvegnum. Tá var son­ ur­in, Johan, nýføddur, og hann varð doyptur samstundis, sum páp­in fór til gravar. Elsebeth Christina var fyri ein part eisini arbeiðskona heima hjá teim­um. Eingin kom jú við ull um summ­arið, men um heystið var nokk at gera. Jóan Karl var góður nokk Ein maður kom ein dagin at keypa klæði til buksur. Hann spurdi eftir Evensen. Elsebeth Christina pakk­ aði inn, og segði hvat tað kostaði. Maðurin hevði verið á útróðri og hevði ikki pening uppi á sær. Men Elsebeth Christina hevði fingið boð um bert at lata út, um hon fekk peningin í hondina. Men maðurin segði, at beint nú lá tað altso fyri hjá konuni at seyma buksurnar, og tað kundi ikki klárast, um hann skuldi heim eftir peningi fyrst. Elsebeth Christina var rættiliga í døpurhuga. Hon hugdi uppá mann­in. Hann sá ikki óskikkiligur út, so hon letur hann fáa klæðið. Og hon fær at vita, at navnið var Jóan Karl av Skála, sum annars var ein kendur útróðrarmaður. Evensen kom seinni at fáa rapport og fekk søguna. Elsebeth Christina segði sum var. Maðurin sá út til at vera erligur! Tá flenti Evensen og segði, at Jóan Karl á Skála var góður nokk. Eina tíð hevði Evensen danskan skræddara, sum m.a. seymaði klædn­ingar. Johan Evensen spurdi Else­beth Christinu, um hon kundi koma og seyma fóður, og tað gjørdi hon. Elsebeth Christina letur væl at Johan Evensen og eisini konuni Berg­hild. Tey vóru stás fólk. Her fekk hon nakað so forkunnugt sum weekend, og tá slapp hon heim til Hoyvíkar. Víst var tað ikki fyrr enn leygarkvøld, men kort­ini... Dámdi væl at skjóta Johan Evensen dámdi væl at skjóta. Hann hevði góðan hug at fara í fjørðin at skjóta fugl, og eisini var hann við til stuttleikaskjóting við Svartafoss, sum var eitt ítriv hjá havnarmonnum. Inni í avgreiðsluni stóðu fleiri byrsur og eisini riflur. Ein dag um heystið var hann og skeyt harur í Kirkjubøhaganum hjá Müller. Tá skuldi hann hava húðaskógvar, og Elsebeth Christina varð send til Karl hjá Vága Heina at keypa eini skøðir. Teir mátaðu og spurdi hana. Elsebeth Christina visti einki um stødd, men tað passaði kort­ini. Tá Johan kom aftur, hevði hann nakrar harur, men hann fór bein­leiðis í song og orkaði einki at eta. Elsebeth Christina giftist við Poul Wang í Hoyvík. Hon doyði í 2008. Sambandið til New Zealand Børnini hjá Elsebeth Christinu eru millum tey, sum høvdu bræva­samband við ættina í New Zealandi. Sum fyrr nevnt høvdu og hava tey hjá Jóhonnu á Høga­ bóli nógv samband við ættina. Tað sama hevði Niels Pauli Djur­holm, ein annar skyldmaður. Komið verð­ur til hansara í einum kom­ andi parti. Ættin var væl kunnað um gongd­ina í Føroyum. Elsebeth Christina, uppkallað eftir ommuni, sum var systir Glyvrasnikkaran Johan og Elsebeth Christina saman við elstu børnunum. Umleið 1880. Elsebeth Kristina arbeiddi á ungum árum á Spinnarínum hjá Johan Evensen, sum fyri 100 árum síðani satsaði uppá grøna orku Peter Jacob arbeiddi nógv sum spælmaður í New Zealandi