Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 109 18 O rð eru fátøk, og tað er við tung­ um hjarta, at eg nú skrivi hesar reglur. Eg minnist, tá vit á fyrsta sinni hittust á dekkinum á gomlu Norrønu í dokkini í Flensburg í 1983. Tá skuldu vit í sig­ling millum Kørsør og Kiel, og vit báðir komu at húsast saman umborð. Lítið visti man tá, at hetta skuldi verða byrjanin upp á eitt lívlangt vinarlag. Seinni fóru vit báðir at søkja kjans í Keyp­mannahavn og komu at starvast hjá KIL í umleið 5 ár. Hóast vit sigldu við hvør sín­um systirskipi í Karribean, so hildu vit sam­bandið og tosaðu nærum hvørja nátt yvir HF. Í 1998 fór tú aftur til Smyril Line, og har starvaðist tú til ta síðsta. Nógvar eru løtur­nar, sum eg her kann nevna. Eitt nú Dan­markar túrar, Íslands túrin, vitjanina í Es­bjerg, tá tú kom úr Odense ein biltúr og tann blíðskap tú altíð vísti mær og mínum, bæði í tí dagliga og sum ferðafólk. Og ikki minst øll nýggjárini, sum vit hildu saman í Ravns­oyargøtu. Ja nógvar vóru løturnar. Tá eg fór avstað í juni í ár snakkaðu vit um at fara nakrar MC-túrar, tá eg bleiv av­ loystur, so tá boðini komu, at lækna­vís­ind­in ikki kundi gera meir, vóru tey ógvuliga tung. Eg eri sera takksamur fyri, at mær var unt at koma heim og hitta teg aftur, áðrenn tú, alt ov tíðliga, varð tikin frá okkum, og má eg siga, at tað vóru góðar løtur. Tann stóra fjøldin, ið fylgdi tær tann seinasta túrin, sigur ikki so lítið um tín karakter. Góða Sólrun, Óli, Sólgerð og Aron, má Harrin styrkja tykkum í hesi sváru tíð. Takk fyri allar løturnar. Tín vinur, Per. Minningarorð um mín góða vin, Henrik Hammer M ikudagin fylti Pizza 67, 20 ár í hesum sambandi vórðu pizzur seldar fyri 20 kr., og nógv nýttu høvið at støkka inn á gólvið. Longu ein tíma áðrenn dyrnar lótu upp, stóðu fólk og bíðaðu og fram til klokkan 20. Tá var deigg­ið var uppi og trappan full av svongum pizza­gestum, ið tilsamans ótu 1.335 pizzur. Hetta merkir at fyri hvørji 22 sekund fór ein ný­bakað pizza um diskin, og hetta man vera nýtt før­ oyskt pizza-met. Í øllum førum er tað greitt Pizza 67 met. Innkomni peningurin, 26.700 krónur, varð brúkt­ur longu dagin eftir, tá Ann-Margit Dan­i­el­sen, tænastuleiðari í Pizza 67, handaði Beranum peningin. Berin er sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, ið hava mist onkran kæran. Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, fegnaðist, sum vera man, um gávuna, og ynskti Pizza 67 til lukku við degnum, við lyftinum um, at hesir pengar skuldu brúkast til eitt gott endamál. PIZZA 67 20 ÁR Oddvør Poulsen tók ímóti kekkinum á 26.700 kr frá Ann-Margit Danielsen, tænastuleiðara á Pizza 67 1.335 PIZZUR Í 8 TÍMAR