Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 109 22 TRÓNDUR ARGE S unnudagin verður fult um­far í Betri deildini hjá monn­um. Talan er um 23. umfar, sum eisini kann verða umfarið, har FM-heitið verður endaliga avgjørt. Fær HB stig í Klaksvík, so hevur HB vunn­ ið sítt 23. meistaraheiti, tann 23. septembur í 23. umfari. Á Argjum verður botnbrak, har AB tekur móti 07 Vestur. Argja­ menn vunnu í farnu viku móti Suðr­ingum, meðan 07 Vestur hevur fingið nýggjan venjara. Støðan í 1.deild ger, at tað kann verða nokk at yvirliva á níggjunda pássi. 07 Vestur hevur tvey stig upp til argja­menn, sum liggja á níggjunda plássinum. Meiri press á hesaferð Tað sigur 30 ára gamli Sigtór Peter­ sen, sum á øðrum sinni hevur tikið við sum venjari hjá 07 Vestur. Hann tók við í fjør og vann tríggjar av teimum fýra dystunum, har hann stóð á odda fyri liðnum. Nú Pauli Poul­sen hevur lagt frá sær, eru aftur boð eftir fyrrverandi mið­ verja­num hjá 07 Vestur. Hesa ferð er eitt sindur meiri av pressi á, heldur venjarin. -Tað er meiri press enn í fjør. Tá var eitt sindur øðrvísi, tí tað vóru fýra dystir, og vit skuldu bara halda ÍF aftanfyri okkum. Nú skulu vit innheinta og vit hava eisini fleiri torførar dystir, sigur Sig­tór Petersen, sum tó letur væl at hópinum. - Tað góða er, at tað eru nógvir lokal­ir spælarar, sum eru til reiðar. Nú eri eg ein lokalur venjari, so eg kenni teir og teir kenna meg. Tað ger, at vit fáa eitt gott samanhald, sigur fyribilsvenjarin. Hann er í holt við B-venjara­ prógv­ið hjá Fótbóltssambandinum. Tí hevur hann ikki lov at vera venj­ ari undir vanligum umstøðum, men eitt felag hevur lov at hava ein venjara í ein mánað uttan pappír, tá ein annar venjari gevast. “Gúppa fram og rópa kríggj” Sigtór Petersen arbeiðir til dagligt hjá J%K Petersen, sum er høvðus­ stuðul hjá B36. Í fjør vann hann á júst B36. -Tað hoyri eg fyri enn, sigur ung­ ir venjarin og flennur. Hann er greiðir yvir, at tað verður ein rótutur dystir á Argjum. Liðini hava spælt móti hvørjum øðr­um tvær ferðir í ár. Fyrri dyst­ urin endaði við málleysum javn­ leiki, meðan 07 Vestur vann dystin á Dungasandi eftir summarsteðgin. Hann heldur, at viljin verður tað týdningarmesta sunnudagin. -Vit gera sum Piotr Krakowski plagdi at siga, “gúppa fram og rópa kríggj”. Tað verður einki fót­bólts­ spæl, og tað var tað heldur ikki sein­ast hesi liðini møttu. Vit skulu hava meiri vilja og geist á liðið, og vinnarin verður tann, sum vil hetta meir, sigur Sigtór Petersen. Hann hevur fingið góð ráð, tá tað kemur til at hyggja eftir stiga­ talvuni. Í 2007 bleiv Óli Hansen lands­kendur, tá hann sum lið­ skipari hjá NSÍ áhaldandi segði, at “vit taka ein dyst á gangin”. -Eg eri granni hjá Óla Hansen. Eg sigi sum hann sigur, vit taka ein dyst á gangin, men eg hevði ikki tikið av, um eg ikki trúði upp á tað, sigur Sigtór Petersen. 07 Vestur-AB Sunnudagin klokkan 15 Á Argjum verður botnbrak millum AB og 07 Vestur. Tey hava verið klárt vánaligastu liðini í ár, men støðan í 1. deild ger, at tey hava fingið ein lívslinju. Av tí at B68 er utta­nfyri topp 3 í 1.deild, so er ein møgu­leiki fyri, at bara ein niður­ flytari verður. Nú snýr tað seg um ikki at enda aftast. 07 Vestur liggur aftast við 10 stigum, meðan AB hevur 12 stig á 9. plássi. Tí kundi tú sagt, at 07 Vestur hevur størri tørv at vinna dystin, tí annars kann munurin blíva heili fimm stig. Tað er nógv fyri eitt felag, sum bara hevur 10 stig til samans í alt ár. Tað eru fleiri leikbann og skaðar hjá báðum liðunum. Argjamenn verða uttan miðverjan Árna G. Olsen og miðvallaran Bjarna Skála. Teir hava báðir leikbann, meðan tað er óvist hvønn leiklut Jónas Stenberg spælir, tí hann hevur ikki vant í tvær vikur. Hartil er sterkasta kortið hjá AB, Bjarki Niel­sen, ivasamur. Hann hevur trupul­leikar við fótinum. Eins illa stendur til á Dunga­ sandi, har stóra stjørnan, Ken Fager­berg, er ivasamur. Hann hevur trupulleikar við baklærinum og spældi bara ein hálvan tíma móti B36. Hartil eru trý leikbann. Sølvi Egilsson er fyrsti spælarin, sum røkkur níggju gulum kortum, og má fyri triðju ferð í ár sita uttan­fyri. Eisini hevur bretski miðvallarin, Charlie Machell, fingið leikbann í tríggjar dystir, eftir at hann bleiv útvístur móti endanum av dystinum móti B36. Tá 07 Vest­ur minkaði um munin móti dystar­enda var hann grammur at fáa fatur á bóltinum, og endaði í horna­tøk­um við spælara hjá B36. Tað bleiv til reytt kort og tríggjar dystir. Eisini royndi málverjin, Ivan Stoj­kovic, má sita uttanfyri. Hann fekk beinleiðis reytt kort í 2. deild, meðan Teitur Olsen er skaddur. Ikki við: Árni G. Olsen (4 gul), Bjarni Skála (4 gul) Ivasamur: Bjarki Nielsen (fóturin), Jónas Stenberg Við aftur: Jobin Drangastein (leikbann) Við aftur: Benjamin Heinesen (eftir leikbann) Ikki við: Lukasz Cieslewicz (knæ, langtíðarskaddur), Róaldur Jakobsen (fótlið, langtíðarskaddur), Jónas Tór Næs (ryggskaði, langtiðarskaddur) Ivasamur: Robert Heðin Brockie, Hannes Agnarsson Ikki við: Leif Niclasen (Brotið fótin), Rói Olsen (Brotið fótin), Fríði Kruse Johansen (Brotið fótin), Pætur Petersen (Fótlið), Ragnar B. Danielsen (Leikbann) Ikki við: Sebastian Pingel (knæið, langtíðarskaddur) Ikki við: Hákun Edmundsson (Lærkrikin), Pedrag Pocuca (Givin), Ronni Møller-Iversen (Givin) Ivasamur: Hjalgrím Elttør LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Upptakt 23. umfar: “NÚ ER MEIRI PRESS Á” FÓTBÓLTUR: Upptakt 23. umfar Tað sigur Sigtór Petersen, sum aftur í ár skal taka um endan hjá 07 Vestur, ið stríðist fyri lívinum. HB skal bara hava eitt stig í Klaksvík, so er FM-heitið heima