hósdagur 20. september 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 109
23
Hetta verður
ikki nakar væl
spældur dystur,
men ein javn
leikur er upp
lagdur.
SOSIALURIN
TIPPAR: 1-1
KÍ-HB
Sunnudagin
klokkan 15
HB verður FM vinnari,
men tað verður ikki við
góðum vilja úr Klaksvík. Tað er
nokk ongin ivi um, at KÍ fer at leggja
nógv fyri sunnudagin. Tað kann ikki
smakka væl í Klaksvík, at HB longu
er aftur í Klaksvík, eftir stórdystin á
Summar Festivalinum, og nú kann
vinna FM.
HB hevur allar spælarar tøkar,
uttan Sebastian Pingel, sum
hevur sitið uttanfyri meginpartin
av árinum. Til seinasta dyst sat
Grétar Snær Gunnarsson á bonk
inum, meðan Dan í Soylu byrjaði
inni. Annars líkist HB-liðið sær
sjálvum. Soleiðis verður helst eisini
sunnudagin.
KÍ er í eitt sindur broyttari
útgávu, nú bæði Ronni Møller-
Iversen og Predrag Pocuca eru
givnir í felagnum. Teir hava ikki
spælt so stóran leiklut seinnu
dystirnir, so tað kemur ikki sum
nakar skelkur fyri liðið. Hetta
mekrir tó, at KÍ hevur nærri kort
at spæla sunnudagin.
HB hevur bara tapt tvær ferðir í
ár. Tað var í fyrsta umfari móti júst
KÍ, og í fyrsta umfari eftir summar
stegðin fyri NSÍ. Tí bendir nógv á,
at HB hevur tað, sum skal til at
standa í móti í Klaksvík. Eitt stig
er nokk til at vinna FM.
SOSIALURIN TIPPAR 1-1
Suðringar-NSÍ
Sunnudagin klokkan 15
Suðringar taptu óvæntað fyri
argjamonnum í farna umfari,
meðan NSÍ roynir at tryggja sær
Europa League luttøkuna fyri kom
andi kappingarár. Tað eru fimm
stig aftur til Víking, sum eltir fjórða
og seinasta Evropa-plássið.
Suðringar hava so gott sum
tryggjað sær plássið í deildini, men
tað er ikki óhugsandi at ósigurin
fyri AB smakkaði so illa, at motiva
tiónin liggur í at vaska tað av sær.
NSÍ hevur tapt tveir teir
seinastu dystirnar. Fyrst fyri B36
og síðani fyri HB. NSÍ hevur enn
møguleikan at blíva nummar tvey,
sum eisini er málið hjá teimum,
søgdu bæði Árni Frederiksberg
og Sámal Erik Hentze eftir tapið
í Gundadali. Vinnur NSÍ ikki í
Trongisvági, so kann tað blíva eitt
stríð um seinasta plássið í Evropa
millum Viking og NSÍ.
NSÍ hevur nógvar góðar spælar
ar, og kundi eins væl havt javnað
í Gundadali móti HB. NSÍ er fram
vegis favorittur.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-2
Víkingur-Skála
Sunnudagin klokkan 15
Hetta er næstan seinasti møguleik
in hjá Víkingi, at gera sær nakrar
vónir um Evropa-luttøku. Víkingur
Ikki við: Fróði Benjaminsen
(Leikbann), Øssur M. Dalbúð
(Skurðviðgjørdur)
Ivasamur: Einar Tróndargjógv
Ivasamir: Jákup Johansen
(lærkrikin) og Edvin Jakobsen
(knæið).
Ikki við: Teitur K. Mortensen
(lærkrikin, restina av árinum)
Ivasamur: Heri E. Kjærbo
(vøddaskaði)
Við aftur: Jón Krosslá Poulsen
(eftir leikbann)
Ikki við: Adrian Cascaval
(leikbann, 4 gul), Heðin Hansen
VÍKINGUR
SKÁLA
NSÍ
07 VESTUR
Ikki við: Sølvi Egilsson (leikbann,
9 gul), Charlie Machell (leikbann,
reyt kortt 3 dystir), Ivan Stojkovic
(leikbann, reytt kort í 2.deild),
Teitur Olsen (baklærið, 2 vikur)
Ivasamur: Ken Fagerberg
(baklærið)
Toppskjúttar:
1. Adrian Justinussen, HB 19 mál
2. Kaimar Saag, B36 10 mál
3. Klæmint A. Olsen, NSÍ 10 mál
4. Brian Jakobsen, Skála 9 mál
5. Meinhard E. Olsen, B36 9 mál
23. umfar í Betri deildini menn:
Sunnudagin
KÍ-HB (15.00) Beinleiðis á FM1
07 Vestur-AB (15.00) Beinleiðis
á FM1
Suðringar-NSÍ (15.00)
Víkingur-Skála (15.00)
B36-EB/Streymur (17.15)
17. umfar Betri deildin kvinnur:
Sunnudagin
ÍF/Víkingur – EB/Streymur/Skála
B36 – HB (12.30)
B68 – KÍ (13.30)
TB/FCS/ROYN
Betri deildin støðan menn
NR. LIÐ
D V J
T
MÁL
S
1.
HB
22
19
1
2
47-15 (+32) 58
2.
KÍ
22
14
3
5
38-16 (+22) 45
3.
NSÍ
22
13
3
6
46-19 (+27) 42
4.
B36
21
12
4
5
43-27 (+16) 40
5.
Víkingur
22
11
4
7
35-28 (+7) 37
6.
SKÁLA
22
7
4
11
23-30 (-7)
25
7.
TB/FCS/Royn
22
6
3
13
21-35 (-14) 21
8.
EB/Streymur
22
4
8
10
24-36 (-12) 20
9.
AB
22
3
3
16
10-46 (-36) 12
10. 07 Vestur
21
3
1
17
20-55 (-35) 10
Betri deildin støðan kvinnur
NR. LIÐ
D V J
T
MÁL
S
1.
EBS/Skála
16
13
1
2
66-12 (+54) 40
2.
KÍ
16
12
2
2
48-15 (+33) 38
3.
HB
15
11
1
3
56-16 (+40) 34
4.
ÍF/Víkingur
15
6
0
9
24-37 (-13) 18
5.
B36
16
1
2
13
10-62 (-52)
5
6.
B68
16
0
2
14
12-74 (-62)
2
hevur framvegis ein innanhýsis
dyst móti NSÍ, men økist frástøðan
eftir hetta umfarið, so eru ikki
nógvi rmøguleikar eftir.
Víkingur verður uttan næst
toppskjúttan í felagnum í ár,
Adrian Cascaval. Við sínum seks
málum hevur hann verið ein
støðug hóttan frammanfyri máli
num, men avrikini hava ikki verið
sannførandi í verjustøðu. 31 ára
gamli miðverjin úr Moldova heldur
sum skilst ikki fram í felagnum.
Skála er ov langt frá fimta plássi
num, til at tað blívur spennandi,
men hetta møguleikin hjá Skála
at hála inn á fimta plássið. Við
sigrinum á KÍ í farna umfari, so er
sjálvsálitið í ordan.
Nógv bendir á, at tað kann blíva
ein javnur og spennandi dystur.
SOSIALURIN TIPPAR 1-1
B36-EB/Streymur
Sunnudagin klokkan 17.15
Fimti og seinasti dysturin verður
í Gundadali millum B36 og EB/
Streym. Ein dystur, sum byrjar
klokkan 17.15. Tíverri stendur
næstan einki upp á spæl. B36 hevur
tryggjað sær plássið í Evropa til
komandi kappingarár, meðan EB/
Streymur skal lorka í tí, um teir
skulu enda í veruligum niður
flytingarvand, hóast teir liggja á
áttanda plássi.
B36 er farið í holt við at spæla
fleiri ungar spælarar inn, meðan
EB/Streymur tykist hava góðan
hugburð, sum vit sóu seinastu løtu
na móti Víkingi, har liðið megnaði
at fáa ein javnleik.
Higartil spælir B36 væl í seinnu
hálvu, og eru favorittar.
SOSIALURIN TIPPAR: 3-1