Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 109 24 ÁKI BERTHOLDSEN F áa folk í Føroyum møg­u­ leikan fyri løgfrøðiligum kyns­skifti, sleppa tey at liva og virka í samsvari við tað, tey eru. Tað staðfestur Am­nesty International í Før­ oyum, nú Løgtingið fer at við­gera eitt uppskot frá Sonju Jógvans­ dóttir, tingkvinnu, um at tað skal bera til at fáa løgfrøðiligt kyns­ skifti í Føroyum. Tað merkir, at ein maður, ið følir seg sum kvinna, skal kun­na verða skrásettur sum kvin­na og fáa nýtt p-tal, og tað sama skal vera galdandi fyri eina kvinnu, ið følir seg sum ein mann. Og nú Løgtingið fer at við­gera málið, heitir Amnesty á løg­tings­limir­ nar um at vera positivir og um at við­gera málið við virðing.  Eitt, tey visa til, er ein grein í Sosialinum tann 24. august, har samrøða var við Anniku Samuel­ sen, ið er fødd sum drong­ur, men sum altíð hevur fatað seg sum kvin­nu, og gongur ílatin sum kvin­na. – Tá ið fólk síggja meg, síggja tey eina kvinnu. Men so skjótt tey síggja passið, har hon er skrá­sett sum maður, verði eg ómenniskja­ gjørd, segði hon. Og Amnesty heitir á løg­tings­ limir um at taka undir við upp­ skoti­num, so at Føroyar alment viður­kenna, at ein kvinna sum Ann­ika Samuelsen hevur stórt virði fyri Føroyar, og at Føroyar eru eitt sterkari samfelag, tá ið tvør­kyndir føroyingar kunnu føla seg heima og viðurkendar, sum teir eru.  – Einstaklingar, sum ikki rúm­ ast í kassunum, og sum ditta sær at bróta tey ósjónligu mørk­ini, eru ofta fyri mismuni. Tí­verri eru eisini fleiri dømi um, at hesir ein­stak­ lingar eru fyri grovum harð­skapi, sigur Amnesty Inter­national.  – Í allarflestu londum fáa borg­ ar­ar­nir føðibræv, p-tal, ella annað sam­leikaprógv, sum staðfestir teirra kyn. Tað ásetta kynið fylgir teim­um so alt lívið og hevur stóra ávirk­an á, hvussu teir verða flokk­ að­ir, og hvussu umheimurin møt­ ir teimum.    –  Men júst henda ásetingin er til stóran ampa fyri tvørkynd, sum ikki kenna seg aftur í tí ásetta kyninum. Tey mugu annaðhvørt kúga sín samleika fyri at laga seg eftir samfelagnum, ella halda fast í hann. Men afturfyri mugu tey so lata sær lynda at vera fyri  stórum mismuni og misáliti frá samfelagnum, tey búgva í, verður lagt afturat. Tey leggja afturat, at hesi sein­ nu árini hava fleiri lond í Evropa broytt lógina, so at tvør­kynd fáa møguleikan at skifta kyn løgfrøðiliga, soleiðis at tey kunnu verða skrásett, og fáa sam­leika­ prógv, samsvarandi egnari fatan av egnum kyni. Nøkur av hes­um londum eru Danmark, Niður­ lond, Spania, Norra, Írland, Malta, Portu­gal og Svøríki.  – Fáa føroysk tvørkynd møgu­ leikan fyri løgfrøðiligum kyns­ skifti, sleppa tey, í gerandis­lívi­ num, at liva og virka í samsvari við tað, tey eru, sigu Amnesty Inter­nat­ional í Føroyum. ÁKI BERTHOLDSEN Í sambandi við, at føroyingar ­hava yvirtikið málsøkið, sum eitur tilbúgving, varð ein skip­ an, sum skal ávara okkum ímóti geisla­virkni í Føroyum, sett upp á Sorn­felli. Tað vísti Høgni Hoy­dal, landsstýrismaður á, nú hann hevur lagt eina frágreiðing fyri Løg­ting­ið um tilbúgvingina í Før­oy­um í framtíðini.  Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið føroyingar yvirtóku máls­øk­ ið, tilbúgving, var tað ein part­ur av avtaluni við danskar myndug­ leik­ar, at ein skipan skuldi setast upp, sum ávarar ímóti geislavirkni í Før­oyum.   Hinvegin staðfestur hann sam­ stundis, at útgerðin virkar ikki, men at tey arbeiða saman við Bered­skabs­styrelsen í Danmark fyri at fáa ávaringarskipanina at virka aftur.  Høgni Hoydal upplýsur eisini, at Bered­skabsstyrelsen hevur boðið sær til at hava dagliga eftirlitið av skipan­ini, saman við tí stovninum í Før­oyum, sum hevur ábyrgdina. Bered­skabsstyrelsen hevur eisini boðið sær til at knýta skipanina upp í European Radiological Data Ex­change Platform, EURDEP, sum er ein evropisk skipan, har dáta frá øllum ávaringarskipanum fyri geisla­virk­ni í Evropa, verður savn­ að.  Høgni Hoydal sigur, at vit hava frammanundan eina sam­starvs­ avtalu við Bered­skabs­styrelsen á økinum, og hann metur, at hend­ an loysnin kann koma undir tað av­taluni.  Hann sigur eisini, at sum er, er tað Vørn, sum hevur ábyrgd­ina av útgerðini, men í eini frá­greið­ ing um tilbúgvingina í fram­tíðini verður mælt til at fáa ein annan, egnaðan stovn at hava ábyrgdina av skipanini. Tað kundi verið Umhvørvisstovan ella heilsu­ verkið. EINGIN SKIPAN ÁVARAR UM GEISLAVIRKNI Í FØROYUM Føroyar hava onga ávaringarskipan ímóti geislavirkni, men nú verður roynt at fáa hana at virka Útgerðin at ávara um geislavirkni í Føroyum riggar ikki Amnesty stuðlar um­ stríddum uppskoti Amnesty International heitir á løgtingslimir um at verða positivar móti uppskotinum um løgfrøðiligt kynsskifti