hósdagur 20. september 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
September 2018
21
Árni Ellefsen
Tað stóð ikki skrivað í stjørnunum, at Árni
Ellefsen skuldi gerast stjóri í øðrum av stóru
bankunum í Føroyum.
Men í dag situr hoyvíkingur einsamallur
sum stjóri í høvuðssætinum hjá Bank Nordik
á Oknarvegi mitt í Havn. Árni Ellefsen hevur
sitið har síðani hinir báðir stjórarnir fóru úr
bankanum og hann tók við.
Bank Nordik hevur havt ávísar trupulleikar
gjøgnum seinnu árini. Eins og hin bankin fór
hann í bankavinnuna bæði í Grønlandi og í
Danmark, uttan at tað gav tað stóra avkastið.
Sum stjóri hevur Árni Ellefsen saman við
nevndini fingið vent gongdini, so bankin í
dag hevur tað gott. Framvegis er umdømi
hjá bankanum millum kundar í Danmark ikki
so gott, men í Føroyum er bankin framvegis
vælumtóktur millum brúkararnar.
Árni Ellefsen er sjálvur grannskoðari og
arbeiddi í mong ár í fyritøkuni Spekt, sum pápi
hansara, Pauli Ellefsen, grundlegði.
Seinni fór hann í aðra vinnu sum
fíggjarleiðari og var ein partur av fyritøkunum,
sum íløgufelagið Tjaldur átti.
Stjórin í Bank Nordik er rættuliga kontantur
í sínari dagligu framferð. Netverkið hevur hann
í familjuni, men eisini millum advokatar og
grannskoðarar í Hoyvík.
Í dag er Árni Ellefsen ein av teimum fáu í
Føroyum, sum endaliga kann siga ja ella nei,
tá ið fyritøkur, stovnar ella privatpersónar
royna at fáa fígging til verkætlanir ella til keyp
av húsum.
Ben Arabo
Nýggjur á øðrum plássi er forstjórin í Betri-
samtakinum, Ben Arabo. Hann er nýggjur í
fíggjarheiminum og hevur ikki enn sitið eitt ár
í stjórastarvinum í Betri.
Ben Arabo er kollfirðingur. Mesta partin
av sínum vaksna lívið hevur hann arbeitt í
oljuvinnuni – fyrst og fremst hjá Hess, men
árini undan hann kom til Betri var hann stjóri í
Atlantic Peroleum.
Høvuðsgrundin til at Ben Arabo er so høgt
á hesum lista er, at hann sum forstjóri situr á
størsta føroyska pengakassanum.
Hetta gevur honum eitt stórt vald, hóast tað
kanska ikki altíð kennist soleiðis, tí hann er ikki
við í beinleiðis sambandinum við kundarnar
hjá Tryggingingarfelagnum, Betri Banka ella
hjá Betri Heim.
Stjórin í Betri-samtakinum hevur aðrar
stjórar undir sær, men tað er hann sum hevur
ábyrgdina av, at samtakið verður rikið væl
og at allar deildir yvirhalda tær reglur, sum
fíggjarfyritøkur eiga at halda.
Ben Arabo er 45-ára gamal. Í síni starvstíð
í oljuvinnuni hevur hann so at siga alla tíðina
havt starvsstað uttanfyri Føroyar, men hevur
kortini valt so at siga alla tíðina at veri búgvandi
á Oyrareingjum, har hann eisini vaks upp.
Betri-samtakið er í dag klárt størsti spælarin
á fíggjarmarknaðinum í Føroyum.
Í einari samrøðu við Vinnublaðið hjá
Sosialinum nakrar mánaðir eftir 1.desember í
2017, tá ið hann tók við starvinum, segði hann
millum annað um tað uppgávu hann hevur
fingið:
-Hetta passar mær væl. Talan er um at
samtakið hevur eitt endmál , har tað ræður um
at gera okkum til besta tilboðið til føroyskar
kundar á øllum teimum økjum, sum Betri virkar
á.
Jákup Jacobsen
Jákup Jacobsen er stjóri í felagnum, sum rekur
reiðaravirkið í Gøtu sum eigur stóru uppsjóv
arskipini. Virkið eigur eisini saman við øðrum
flakavirkið í Runavík umframt bortnfiskatrolar
arnar har.
Fyritøkan, sum Jákup Jacobsen er stjóri í,
eigur eisini risastóra uppsjóvarvirkið á Tvøroyri,
Varðin Pelagic.
Samtakið í Gøtu er stórt. Við fleiri skipum
í uppsjóvarvinnuni, botnfiskatrolarum og parti
av línuflotanum umframt Varðan Pelagic, eru
fleiri hundrað fólk knýtt at fyritøkuni.
Jákup Jacobsen er útbúgvin byggifrøðingur,
men hevur síðani fyrri Tróndur í Gøtu kom til
landið, verið stjóri í fyritøkuni. Tað var ikki altíð
lætt tey fyrstu mongu árini, men við treiskni og
skilagóðum avgerðum, tiknum í røttum tíma, er
fyritøkan blivin til tað, sum hon er í dag.
Ein av røttu avgerðunum var, tá ið Varðin
seldi síni partabrøv í Havsbrún og legði kapital
grundarlagið undir felagnum.
Ein onnur var, tá ið avgørt var at byggja
nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, heldur enn
nakra aðrastaðni. Tað gav fyritøkuni og stjór
anum stóra vælvild í politisku skipanini, at
fyritøkan á tann hátt hevur spjatt sítt virksemi
kring um í landinum.
Jákup Jacobsen sjálvur er stillførur maður.
Orðini rapa ikki úr honum, men tá ið hann
tekur orðið, so hevur tað hann sigur vekt.
Harumframt kann sigast um mannin, at
hann altíð hevur verið skemtingarsamur og
sær tað skemtiliga í gerandisgegnum, uttan
mun til hvussu tað annars gongur.
Hanus Hansen
Skiparin og reiðarin í Klaksvík, Hanus Hansen,
er sjálvandi eisini millum maktmiklastu fólkini
í Føroyum.
Stóra fyritøkan, sum umfatar Kósina og
reiðaravirkið JFK, er so stórur partur av vinnu
lívinum í Norðoyggjum, at tað gevur Hanusi
Hansen almikið vald.
Fyritøkurnar, sum hann stjórnar, hava ikki
bert egin skip, men eru eisini partur av so at
siga øllum flotanum í Klaksvík.
Hanus Hansen var upprunaliga skipari, men
hevur mongu seinnu árini sitið í stjórastólinum
í størstu fyritøkuni í Klaksvík.
Gjøgnum tíðarskeiðið arbeitt var við ný
skipan av fiskivinnuni, hevur Hanus Hansen
verið ein av teimum, sum oftast er møttur til
almennar fundir um evnið, umframt at hann
gjøgnum reiðarafelagið hevur gjørt sína ávirk
an galdandi.
Fyritøkurnar hjá Hanus Hansen hava
áhugamál í botnfiskiskapinum í Barentshavin
um, í uppsjóvarvinnuni, men so sanniliga eisini
í botnfiskiskapinum undir Føroyum.
Hanus Hansen er millum teirra, sum hevur
dugað at samstarva við útlendingar um verk
ætlanir í Føroyum – bæði við norðmenn og
niðurlendingar.
2
Tey 25 maktmiklastu
3
4
5