Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 13 September 2018 21 Niels Mortensen Upprunaliga er Niels Mortensen keypmaður. Hann tók við eftir pápan, Hans Mortensen, sum stjóri í SMS, men síðani hevur hann flutt seg nógv. Umframt at hann sum stjóri og partaeigari í SMS, stýrir stórum parti av handilslívinum í Havn, so hevur hann fingið ein tungan al­ mennan post, sum hann hevur kastað seg yvir. Jóhan Dahl, táverandi landsstýrismaður við vinnu­málum, útnevndi Niels Mortensen til nevnd­arformann í almenna føroyska flog­ felagn­um, Atlantsflog. Hetta er sjálvandi ein stór avbjóðing, men hesum hevur keypmaðurin í Havn tikið av. Í hansara tíð hevur hann sagt ein stjóra úr starvi, havt ein fyribils stjóra og endaliga sett núvernadi kvinnuliga stjóran í felagnum. Hetta hendir meðan menningin í ferða­vinn­ uni er ómetaliga stór og Atlantsflog skal laga seg til nýggju tíðirnar. Í sínum dagliga starvi roynir Niels Mort­en­ sen eisini at skava størri marknaðarpart av dag­ligvørusøluni undir SMS og Bónus. Ongin ivast í dag í, at Niels Mortensen situr við stórum valdi og at hann eisini brúkast tað vald, sum honum er givið Malan Johansen Malan Johansen er settur stjóri í endurstovnaða Landsbankanum. Hon hevur royndir úr almennu fíggjar­fyri­ sitingini og er útbúgvin til tað sama. Hon er nýggj á listanum, men er komin langt fram. Hetta tí politiska skipanin vísir henni ómetaliga stórt álit. Hon skal stjórna Lands­bankanum, men ein partur av hennara upp­gávu er eisini at fáa til vega upplýsingar um føroyska búskapin. Upplýsingar, sum annars bert danskir myndug­leikar hava. Malan Johansen, sum er 51 ára gomul, hevur í mong ár eftirhondini verið partur av føroysku fíggjarstýringini, sum heldur til í Albert Hall á Argjum. Tað er núsitandi samgonga, sum endur­ stovn­aði Landsbankan og setti hana í stjóra­ sess­in við stórum uppgávum. Tað verður rættuliga spennandi at síggja, hvat ein møgulig nýggj samgonga fer at gera við Landsbankan og hvat vald bankin fær. Atli Gregersen Nevnir tú aling, so noyðist tú eisini at siga Atli Gregersen. Fiskifrøðingurin úr Syðrugøtu hevur verið við í alingini frá áttati-árunum og eigur í dag sam­an við beiggjanum Regin risastóru alifyri­ tøk­una, Luna. Saman við Bakkafrost er Luna einasta før­ oyska alifyritøkan, sum er til síðani alingin byrj­ aði í Føroyum. Fyritøkan hevur verið gjøgnum stormar, men stendur í dag sterk á marknaðinum. Atli Greg­er­sen hevur við sínum framskygni og sín­ari teoretisku útbúgving verið ein stórur við­spælari hjá almennu myndugleikunum og politik­arum, tá ið alivinnan var endnurreist. Hann hevur í fleiri umførum verið formaður í Havbúnaðarfelagnum, eins og hann hevur sitið og situr í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Við nærlagni og fokus á góðsku hevur hann tryggjað sínari fyritøku eitt gott brand í útheim­inum, samstundis sum hann gongur á odda at menna sína egnu fyritøku, Luna. Kristian Martin Rasmussen Hann er skipari og hevur siglt stóran part av lívin­um. Í dag er hann saman við synunum eigari av fleiri stórum uppsjóvarskipum og einasta veruliga ný­mótans verksmiðjuskipinum til uppsjóvarfisk. Maðurin er royndur og hevur í ringastu tíðum í Føroyum roynt seg aðrarstaðir sum fiskimaður, men í veurleikanum er tað uppsjóvarævintýrið sein­astu árini, sum hevur gjørt fyritøkuna sterka. Umframt at eiga skip, so hevur Christian í Grót­in­um-samtakið eisini breitt seg til aðra vinnu. Mill­um annað eigur fyritøkan eina stóra verksmiðju í Týsk­landi. Í Klaksvík eiga tey eisini bakarí umframt at fyri­tøk­an tekur lut í øllum vinnulívi í Klaksvík. Sjálvur er skiparin sera fryntligur og góðsintur. Hann sigst at hava goldið ein stóran part av tí, tað kost­aði at byggja nýggja Betesda í Klaksvík og lut­tek­ur nógv í samkomulívinum. Í vinnulívinum er hann kendur sum ein sera dugnaligur vinnulívsmaður, sum oftast røkkur tey mál, hann setir sær. Christian Andreasen Í dag hoyrir Christian Andreasen til teir tungu advokatarnar, sum hava træðrir langt inn í vinnulívið. Hann er kendur fyri at taka nógv av teimum tungu sakarmálunum, sum vinnan hevur – bæði sínamillum og mótvegis almennum myndug­leikum. Toftamaðurin hevur við evnum sitið í hópin av nevndum og í dag er hann nevndarformaður hjá J&K Petersen og í SMS. Seinasta stóra málið hann hevur havt við almennum áhuga er sakarmálið millum Taks og Vinnuna í Gøtu. Christian Andreasen er eisini aktivur á øðrum økjum. Hann er forseti í Fótbólts­sam­ bandi Føroya og hevur sæti í nevndum hjá UEFA. Í hansara tíð eru nógvir útlendskir pengar komn­ar inn í føroyskan fótbólt. Sakførarin er ein av tungu dreingjum, sum altso eisini luttekur í gerandis samfelagslívinum uttanfyri nevndar- og rættarhølir. 6 7 8 9 10 Tey 25 maktmiklastu