Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 14 September 2018 21 Tey 25 maktmiklastu Anfinn Olsen Anfinn Olsen hoyrir til teir reiðararnar, sum hava uppsjóvarskip og hava havt tað í nógv ár. Hann luttekur tó í stóran mun á annan hátt í fiskivinnuni. Hann er partur av virkseminum hjá Faroe Origin í Runavík og av Pelagic í Fuglafirði. Umframt tað, so er hann eisini partur í botnfiskaflotanum undir Føroyum. Anfinn Olsen er útbúgvin fiskifrøðingur, men hevur arbeitt sum reiðari í mong ár. At talan er ein mann við virðing millum sínar líkar sæst á, at hann er valdur formaður í Føroya Reiðarafelag, sum í veruleikanum skal umboða øll tey ymisku áhugamálini hjá skipaeigarum í Føroyum. Niels Winther Poulsen Niels Winther Poulsen hoyrir eisini til teir tungu dreingirnar í advokatverðini. Kanska sæst hann ikki so ofta í rættarsalunum, men hansara virksemi sum advokatur røkkur víða. Umframt at hann er løgfrøðiligur ráðgevi hjá hópin av feløgum, so er hann eisini nevndarformaður og nevndarlimur í nógvum feløgum. Til dømis hevur hann síðani 2010 verið nevndarformaður í reiðaravirkinum JFK Trol. Hann hevur eisini í mong ár arbeitt saman við Hanus Hansen, reiðara. Í løtuni er Niels Winther Poulsen eisini nevdarformaður í byggifelagnum Búsetur, Skálki Holding, Nomatek og Faroe Sport hjá Lars Mu:ller. Hann er eisini nevndarformaður í onkrum útlendskum felag, sum er skrásett í Føroyum. Tummas Justinussen Hann er nýggjur á listanum, men hann hevur kortini leingi verið virkin í føroyskum vinnulívi. Tummas Justinussen hoyrir til teirra, sum ikki altíð fer eftir formella valdinum, men hann er íverksetari og er vanur at taka avgerðir. Hann er maðurin handan Skansan, sum er partur av off shore vinnuni, umframt at hansara virksemi er stórur leikari í ferðavinnuni. Teir eiga Smyril Line og teir eiga Hotel Hafnia. Í løtuni hava tey grivið út fyri nýggjum gistingarhúsi í Havn, so metingarnar eru helst, at ferðavinnan fer at kasta nakað av sær í framtíðini. Tummas Justinussen er rættuligas rokasligur og sæst líka ofta við hamara í hond sum í fínum kædningi. Hann hevur stóran áhuga fyri country-tónleiki og hevur seinastu árini havt eitt tætt samband við amerikanska sangskrivaran Kris Kristofferson. Johannes Jensen Við skjótt vaksandi ferðavinnuni veksur eisini týdningurin hjá Johannes Jensen og hansara fyritøkum. Við Gist & Vist fyritøkuni, sum eigur tvey stór gistingarhús í Havn og fleiri matstovur er Johannes Jensen mitt í skjótt vaksandi vinnuni. Hann hevur í mongum førum gingið á odda, kanska serliga í matvinnuni har hann við Koks, saman við dugnaligum starsfólki hevur sett Føroyar á landkortið hjá matelskarum. Johannes Jensen er framfúsin og er við í so at siga øllum, sum hevur við ferðavinnu og hotelvirksemi at gera. Fyri ikki so langari tíð síðani fór hann í samstarv við Høgna Hansen, stjóri í Poul Hansen P/F. Hann er nevndarformaður í Visit Faroe Islands P/F. Høgni Hansen Heilsølumaðurin og keypmaðurin úr Havn er ein rættuliiga stórur spælari, tá ið tað snýr seg um handilsvinnuna. Hann hevur longu í mong ár sitið sum stjóri í Poul Hansen P/F, men fyri nøkrum árum síðani fór hann eisini inn í smáhandilsvinnuna. Saman við ørðum eigur hann stóru handl­ arnar, sum kappast um gerandisvørumarknaðin við SMS og Bónus. Høgni Hansen er partur av fyritøkuni Gist & Vist, sum arbeiðir innan ferða- og matvinnuna. Har er hann eigari saman við Johannes Jensen, stjóa. Ein annar ssamstarvsfelagið er Bassi Haraldsen, keypmaður í Fuglafirði, sum hann eigur nógvar Á-handlar saman við. 11 12 13 14 15 16 Hákun Djurhuus Hákun Djurhuus er stjóri í interkommunala elveitingarfelagnum SEV. Felagið situr einsamalt á marknaðinum og hann er sostatt við til at avgera, hvussu nógv føroysku húsarhaldini og føroyski ídnaðurin skal gjalda dagliga fyri nýtslu av streymi. SEV er í einari broytingartíð, tí politiski myndugleikin hevur avgjørt, at í 2030 skulu Føroyar á landi ikki brúka olju til streym. Føroyar skulu vera grønar. Hákun Djurhuus er maðurin, sum ávirkar hvussu hetta verður gjørt og hvønn veg Føroyar ganga. Meðani SEV ofta hevur verið lagt undir at vera tungt og koservativt, so er tað sum visjónirnar í dag eru munandi størri.