hósdagur 20. september 2018síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
16
September 2018
21
Bogi Jacobsen
Hann bleiv settur stjóri á uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, skiparin
úr Gøtu. Bogi Jacobsen hevur í fleiri ár staðið á brúnni á bestu
uppsjóvarskipunum, men tað er hann, sum nú situr á ovastu
rók á Varðanum Pelagic.
Ungi gøtumaðurin hevur megnað at fáa stóra virkið at virka
og hann hevur eisini staðið á odda í endurbyggingini eftir
brandin á Tvøroyri, sum legði virkið í øsku.
At hann hevur vunnið sær virðing sæst av, at hinir
arbeiðsgevararnir hava valt hann til formann í Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Í løtuni er nýggja virkið, sum er nógv meira nýmótans enn
tað sum brendi, við at koma upp í fulla ferð við framleiðsluni.
Bogi Jacobsen er nýggjur á listanum.
Poul Michelsen
Sum vit hava gjørt vart við í innganginum, so er politikarar, sum
heild valdir frá, tá ið hesin listin varð gjørdur.
Kortini er Poul Michelsen at finna á listanum og tað er fyrst
og fremst tí hann sum landsstýrismaður við vinnumálum, eigur
partabrøvini í almennu partafeløgunum.
Hóast ofta verður tosað um armslongdarprinsippið, so hevur
hann sum partaeigari meira vald inni í vinnulívinum enn onnur
landsstýrisfólk.
Høgni Hoydal
Hin politikkarin, sum er við á listanum er Høgni Hoydal, lands
stýrismaður við fiskivinnumálum.
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur altíð ávirkan
á fiskivinnuna, men serliga Høgni Hoydal hevur brúkt sína
ávirkan.
Við treiskni og áhaldni hevur hann fingið samtykt eina
nýggja fiskivinnuskipan. Ongantíð hevur tað verið undanbrekka,
men kortini er hon samtykt og partvís sett í verk.
Tað er vald.
Eirikur Lindenskov
Blaðstjórin í Miðlahúsinum er miklum teirra, sum ávirkar al
mennu meiningina. Hann hevur ovastu redaktionellu ábyrgdina
í Miðlahúsinum, sum umfata bæði Sosialin og størsta netport
alin in.fo.
Sjálvandi hevur Kringvarpið eisini stóra ávirkan, men
stovnurin liggur í koma við fyribils leiðslu, so tað tekur sjálvandi
tíð til leiðslan aftur fær stungið út í kortið.
Eirikur Lindenskov hevur saman við leiðslu og starvsfólkum
gjørt Miðlahúsið til størsta privata miðil í Føroyum.
Jóhanna á Bergi
Stjórin á tjóðarflogfelagnum hevur sjálvandi stórt vald. Jóhanna
á Bergi er onnur av tveimum kvinnum á listanum.
Hon hevur víst hegni í øðrum størvum og nú stýrir hon í
stóran mun ferðingini millum Føroyar og útheimin.
Atlantsflog hevur í hennara tíð fingið kapping frá SAS, men
føroyska felagið hevur tikið kappingina upp – og higartil við
góðum úrsliti.
Rúni M. Hansen
Rúni M. Hansen var í nógv ár ovarlaga í norska oljufelagnum
Statoil, men nú er hann aftur fast í Føroyum.
Hann er formaður í nevndini fyri Bakkafrost, umframt at
hann eisini er í toppinum í íløgufelagnum Tjaldur. Rúni Hansen
hevur eisini sítt egna felag, saman við einhum fyrrverandi stjóra
í oljuvinnuni.
Ávirkanin er stór og hann ferðast í fundarhølum hjá størstu
fyritøkunum í landinum.
Hann hevur skapt sær ein leiklut, har hann er millum teirra,
sum hálar í træðrirnar runt umkring.
Tey 25 maktmiklastu
17
18
19
20
21
22