Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 17 September 2018 21 Tey 25 maktmiklastu 23 24 25 Annfinn Vitalis Hansen Hann telist eisini millum tungu dreingirnar í advokatverðini. Hansara løgfrøðiliga vitan er stór og hann situr eisini í nevndini hjá nógvum feløgum. Annfinn V. Hansen er eisini útgerðarmaður hjá nógvum av útlendsku skipunum, sum sigla undir FAS-skipanini. Annfinnur V. Hansen verður ofta roknaður sum ein av teimum kvikkastu heilunum, sum dugir væl at síggja sakir frá fleiri vinklum og dugir at venda málum og vinna tey. Jean Djurhuus Jean Djurhuus er nýggjur á listanum. Hann hevur í mong ár arbeitt í fíggjarvinnuni og fyri stuttum kom hann inn á stjóraskrivstovuna í Eik Banka, har hann situr í dag. Jean Djurhuus er sum onkur annar eisini komin á hendan listan gjøgnum sítt starv. Framtíðin fer at vísa um hann eisini fer at hoyra til á listanum. Odd Eliasen Odd Eliasen er stjóri á Havsbrún, sum er ein partur av Bakkafrost-samtakinum. Hann hevur tí verið á Havsbrún leingi og er í stóran mun maðurin aftanfyri menningina av føroyskum alifóðri úr tí fiski, sum verður landaður til mjølfabrikkina í Fuglafirði. Í hansara tíð er verksmiðjan broytt frá bert at gera mjøl og lýsi, til at menna framleiðsluna til eisini at gera fóður til matfiskin, sum verður aldur í Føroyum. Vit hava í hesum blaðnum gjørt ein lista yvir tey, sum vit haldaeru tey maktmiklastu í Føroyum. Sjálvandi eru onnur fólk við stórum valdi, men sum ikki røkka millum 25 tey ovastu. Talan kann bæði vera um fólk við formligari makt, men eisini um fólk, sum bara hava stóra ávirkan. Vit kunnu nevna nøkur teirra. Ein er nýggi stjórin á Føroya Tele, Jan Ziskasen. Ein annar er Hendrik Egholm, sum nú er stjóri í íslendska felagnum, sum eigur Magn. Tað vil siga, at hann brúkar ein part av síni tíð í Ísland, men hann er framvegis nevnddarlimur í fleiri føroyskum fyritøkum. Betri-samtakið hevur fingið eina nýggja forkvinnu, Aslaug Gisladóttir, men hon hevur ikki enn meldað alment út, hvørjum hon stendur fyri og hvørja kós hon fer at velja fyri samtakið – ella um hon bert situr fyribils. Í mentannar- og trúðarlívinum eru eisini nógv fólk við stórari ávirkan, men í hesum sambandi kunnu tey neyvan metast at hava beinleiðis vald. Av politikarum, sum sita í tinginum, er Sonja Jógvansdóttir avgerandi, bæði sum politikari og sum forsprákari fyri rættindum hjá samkyndum, umframt at hon hevur arbeitt nógv fyri fakfeløgini. Hin er Kristin Michelsen á Tvøroyri. Hann hevur víst ferð eftir merð, at hann duir maktspælið og at hann veit nær hann skal brúka sína makt og nær hann ikki eigur at gera tað. Fleir onnur kundu verði nevnd – kanska serliga ung, sum eru á veg, men hesin er so listin,s um vit hava valt at gera hann. Beint undir nummar 25