Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-20, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2018síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 18 September 2018 21 Á rætta staði og eitt sindur øðrvísi STJÓRIN Á LOOK NORTH Í KLAKSVÍK VERÐUR EIN AV TEIMUM, SUM FER AT HALDA FYRILESTUR Á VINNUDEGNUM Í NÆSTU VIKU Árni Gregersen Í næstu viku skipar Vinnuhúsið aftur fyri Vinnudegi. Umframt at vera ein dagur, har fólk úr vinnuni hittast, so verða eisini fleiri fyrilestrar hildnir. Ein av teimum, sum fer at greiða eitt sindur frá er Árni Skaale, Look North: -Ja, eg havi ikki fingið so nógva tíð, so eg havi valt tvey av produktunum, sum vit fram­ leiða, sum eg fari at tosa um, sigur Árni Skaale, stjóri. Look North ger lutir , fyrst og fremst úr plastikk. Rugvan av framleiðsluni eru fiska­ kass­ar, sum í stóran mun verða brúktir til útflutning av laksi. Men fyritøkan ger eisini onnur ting. Til dømis gera tey inngongdir til krabba­rús­ur. - Okkara inngongdir líkjast teimum sum aðrir gera, men tað stuttliga við hesum er, at vit vóru á røttum stað og fingu tí høvi at selja okkara framleiðslu til útlandið, sigur Árni Skaale. Eitt annað produkt er at gera stólpar í kassum. Hetta selir fyritøkan eisini av land­ inum. Onnur gera eisini tað sama, men horna­ stólparnir hjá fyritøkuni í Klaksvík hava bara eitt sindur øðrvís skap. -Tað gjørdi stutt sagt tað, at vit fingu ordr­an, sigur Árni Skaale. Innovatión Look North er ikki nakað stórt virki á heims­ plani, men tankarnir handan virkið eru inn­ov­ ativir. -Vit hava sett okkum fyri, at vit hvørt ár skulu framleiða fýra nýggjar vørur afturat og tað hava vit megnað higartil, sigur Árni Skaale. Virkið hevur lagt seg eftir at gera vørur til aðrar fyritøkur í samstarvi við kundan. -Tað vísir seg at vera ein góð leið at ganga, tí tað vísir seg, at vit kunnu loysa flestu uppgávurnar, tá ið vit arbeiða saman, sigur stjórin. Millum annað er tað Look North, sum hevur gjørt minimodellið av Kópakonununi. -Ja, vit hildu hetta var stuttligt at royna og staðfesta, at hetta ber til. Hetta er ikki gjørt við vinningi fyri eyga, men fyri at vísa hvat vit kunnu og at vísa at vit luttaka í lokala sam­ felagnum, sigur Árni Skaale. Í einari fyritøku av hesum slag er sjálvandi brúk fyri fólki, sum dugir at umskapa hug­ skotini til tekningar og framleiðsluætlanir. Í løtuni er tað Baraldur Mikladal, sum er vøru­mennari, men hann fer aftur til Danmarkar. -So vit hava brúk fyri einum, sum kann lyfta uppgávuna eftir vørumennarin, sum fer frá okkum, sigur 51 ára gamli stjórin á Look North. Fdjølbroytt framleiðsla Tað er greitt, at framleiðslan av kassum fyllir nógv, men virkið ger nógv annað. Sum nevnt verður ymiskt gjørt til aliringar. Virkið hevur síðani 2004 kunna framleitt vørur úr harðplasti. Taðå er brúkt til flot, men í dag hava tey tvær maskinur, sum framleiða 20 ymiskar vørur úr harðplasti. Eitt annað, sum verður nógv brúlkt, er plast til bjálving. Virkið í Klaksvík ger plátur at bjálva við, sum eisini tola trýst, ja, so mikið nógv trýst, at tær kunnu leggjast undir fundament. -Jú, við hvør hevur tað verið hart, men hetta hevur verið ógvuliga spennandi ár og tað sær eisini spennandi út frameftir, sigur Árni Skaale. Virkið fer at byggja ein nýggjan og størri virkisbygning á Borðoyavík. Tey 25 maktmiklastu Árni Skaale skal halda ein av fyrilestrunum á vinnudegnum. Look North framleiðir nógv og tey hava sett sær fyri at framleiða fýra nýggj produkt hvørt ár.