hósdagur 20. september 2018síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
20
september 2018
20
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnu
degnum. Vinnudagurin er hátíðardagurin
hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni
savnast til áhugaverdar fyrilestrar og sosiala
samveru. Norðurlandahúsið er aftur í ár karmur
um Vinnudagin, har vinnan kann fáa íblástur
til framtíðar virksemi, umframt at møguleiki er
at hitta kundar, veitarar og samstarvsfelagar í
einum óformligum umhvørvi.
Julio Zaguini hevur drúgvar royndir sum
stjóri m.a. í risafyritøkuni Google, har hann
hevur starvast á høvuðssætinum hjá Google í
Silicon Valley og staðið á odda fyri marknaðar
føringi av Google í Latínamerika. Seinasta árið
hevur Julio Zaguini arbeitt sum íleggjari og
ráðgevi. Á Vinnudegnum fer hann at tosa um
nýggjastu vitanina innan tøkniliga menning av
software og hardware og um, hvussu fyritøkur
kunnu fyrireika seg til nýggjar møguleikar og
avbjóðingar.
Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe gjørdist íverk
seti, meðan hon læs til til sivilverkfrøðing.
Saman við Marie S. Berggren stovnaði hon
tá fyritøkuna DropBucket, sum nú hevur nøkur
ár á baki.
Á Vinnudegnum fer Heiða at greiða frá
royndum teirra í hesum sambandi.
Jonne Hellgren er stjóri og ein av stovnar
unum av RePack. RePack er skjótt vaksandi
fyritøka, sum veitir burðardyggar endur
nýtsluloysnir innan pakka- og flutningstilfar
til e-handil. Fyritøkan fekk norðurlendsku um
hvørvisvirðislønina í 2017, tí fyritøkan klárar
at sameina umhvørvi og handil, og tí hon á
ein nýggjan og lættan hátt varpar ljós á m.a.
endurnýtslu.
Eisini verður spennandi røð við styttri fyri
lestrum undir heitinum »Lopið ut í heim –
royndirnar hjá føroyskum fyritøkum«.
Her fara Árni Skaale, stjóri í LookNorth,
Mariann Klein Ivansdóttir, stjóri í Royal Inter
coiffure, Karin Visth, vínserfrøðingur á KOKS
og Guðrun Rógvadóttir, stjóri í Guðrun &
Guðrun, at greiða frá teirra royndum við at selja
vørur sínar til heimsmarknaðin.
Julio Zaguini
Why tech and innovation matters more than
ever and how individuals and business should
adapt to and benefit from it
Seinastu árini hevur tøknulig menning
staðið á dagsskránni, og vit hava sæð
munandi framstig innan kunningartøkni - bæði
í sambandi við hardware og software.
Tøknilig menning hevur stóra ávirkan á
fólk kring allan heim, og menningin fer tvørtur
um landamørk, soleiðis at fólk í USA, Japan,
Føroyum ella Brasil verða knýtt saman og
kunnu samskifta og samstarva á nýggjan hátt.
Á Vinnudegnum fer Julio Zaguini at tosa um,
hvat framtíðina hevur at bjóða innan tøknina,
og hvussu vit kunnu fyrireika okkum sum
einstaklingar og fyritøka, so vit fáa sum mest
burturúr hesi menning. Artificial Intelligens (AI)
og framkomin marknaðarføringsamboð verða
nøkur av høvuðspunktunum í fyrilestrinum.
Julio Zaguini hevur 35 ára royndir, har hann
sum stjóri, ráðgevi og íleggjari hevur arbeitt við
tøkni, marknaðarføring og menning sum heild.
Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe
“Eitt lúsa Ruskílat" - frá hype til handilsmenning
Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe gjørdist kend
í Føroyum í 2012, tá hon og ein lestrarfelagi
uppfunnu DropBucket. Skjótt varð greitt, at
DropBucket var ein vøra, sum varð eftirspurd,
og tær vunnu fleiri písir innan íverksetan og
sniðgeving.
Á Vinnudegnum fer Heiða at tosa um vøru
menning og innovatión og hvørja ávirkan tað
hevði á teirra fyritøku at vinna RedDot Design
Award, sum er heimsins fínasti heiður fyri snið
geving.
Somuleiðis snýr fyrilesturin seg um týdn
ingin av at verja egið snið og um teirra um
fatandi rættarmál ímóti handilsketuni Bones.
Um handilsmenning, at økja virksemið í ein
ari lítlari fyritøku og at víðka virksemi til onnur
lond.
Jonne Hellgren
How to remove packaging trash from
e-commerce
Jonne Hellgren er ein av stovnarunum
og stjóri í finsku fyritøkuni RePack. RePack
er einasta fyritøka av sínum slagi, sum selur
burðardyggar pakkaloysnir til e-handil. Kund
in bíleggur sum vant á netinum, men tá pakk
in verður sendur við RePack innpakningi ber
lættliga til en senda innpakningin aftur til av
sendaran, sum tá kann endurnýta innpakning
in. Henda loysn verjir umhvørvið og er sam
stundis bíligari fyri kundan.
RePack hevur vunnið fleiri viðurkenningar,
millum teirra er norðurlendska umhvørvis
virðislønin í 2017.
Á Vinnudegnum greiðir Jonne frá, hvørjar
avbjóðingar vit hava í brúkarasamfelagnum,
nú alsamt fleiri vørur verða keyptar á netinum.
Eisini greiðir hann frá, hvussu nýggj hugskot
kunnu hjálpa kundanum, samstundis sum
hædd verður tikið fyri byrðardyggari menning.
Lopið út í heim – royndirnar
hjá føroyskum fyritøkum
Hetta er ein spennandi røð av fyrilestrum,
har vinnulívsfólk frá føroyskum fyritøkum úr
ymiskum vinnugreinum greiða frá gongdini at
selja sínar vørur uttanfyri Føroyar, og hvørjar
royndir tey hava gjørt sær.
Fyrilestrahaldararnir eru:
Árni Skaale, stjóri í LookNorth - Tað serstaka
og tann rætta kontaktin
Mariann Klein Ivansdóttir, stjóri í Royal
Intercoiffure - Føroyar eru heimsins nalvi
Karen Visth, vínserfrøðingur á KOKS - Kann ein
matstova ávirka útflutningsvinnuna?
Guðrun Rógvadóttir, stjóri í Guðrun & Guðrun -
Dirvi til at vera øðrvísi
Ársins Virki og Ársins Átak
Ársins Virki og Ársins Átak eru afturvendandi
á Vinnudegnum, og stórur spenningur er altíð
um, hvør vinnur heiðurin hesaferð.
Endamálið við at velja Ársins Virki og
Ársins Átak er at menna vinnuligan hugburð,
skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina
fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga
borgaranum.
Heiðurin sum Ársins Virki verður latin
Á VINNUDEGNUM 2018 VERÐA YMISK VIÐKOMANDI EVNI
VIÐGJØRD OG LÝST Í FYRILESTRUM VIÐ BÆÐI FØROYINGUM OG
ÚTLENDINGUM. EISINI VERÐA ÁRSINS VIRKI OG ÁRSINS ÁTAK KOSIN
Vinnan hittist til
samveru og íblástur