hósdagur 20. september 2018síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
21
september 2018 20
virki ella fyritøku, sum hevur verið støðug ella
vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjar
lig úrslit seinastu árini. Virkið skal hava víst
framfýsni og áræði innan útflutning, fram
leiðslu, vøru- og tænastumenning, tøknifrøði,
útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal
eftir styttri áramál hava elvt til menning og
vøkstur.
Heiðurin sum Ársins Átak verður latin virki
ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak,
ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta
kann vera eitt einstakt átak, men kann eisini
vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Í 2017 fingu Smyril Line og hiking.fo heið
urin sum ávikavist Ársins Virki og Ársins Átak.
Veitslan á Vinnudegnum
Veitslan hevur altíð verið ein týdningarmikil
partur av Vinnudegnum.
Í ár verður veitslan hildin í Sjóvinnuhúsinum
á Vestaru Bryggju í Havn. Hetta verður fyrsta
veitsla av sínum slag í prýðiligu hølunum í Sjó
vinnuhúsinum. Har verður fjølbroyttur matur,
góður tónleikur og skemtiligt undirhald.
Til dansin eftir veitsluna spælir navnframa
og orkumikla orkestrið Punjab.
Marita Rasmsussen, stjóri
í Vinnuhúsinum, og Bogi
Jacobsen, formaður í Føroyar
Arbeiðsgevarafelag, handa Rúna
V. Poulsen, stjóra á Smyril Line
heiðurin sum Ársins Virki 2017
Mynd: Álvur Haraldsen
Árni Skaale
Mariann Klein Ivansdóttir
Karen Visth
Guðrun Rógvadóttir
Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe
Julio Zaguini
Jonne Hellgren